Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-03-13, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 13. mars 2001síða 16

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 50 - 13. mars 2001 31 30 Nr. 50 - 13. mars 2001 Tíðindaskriv Unga Tjóðveldið Unga Tjóððveldið tekur fult og heilt undir við ætl- anini hjá Føroya Landsstýri um at yvirtaka øll málsøkir og niðurlaga heildarveit- ingina eftir einum skipað- um leisti, soleiðis at Føroya fólk hevur møguleikan at taka støðu til sína framtíð uttan at hava búskaparligar hóttanir hangandi yvir høvdið. Unga Tjóðveldið fegnast eisini um at Føroya Løg- ting, saman við yvirtøku- tilgongdini, byggir á og samtykkir, at Føroya fólk er ein serstøk tjóð við ómiss- andi sjálvsavgerðarrætti. Unga Tjóðveldið ásann- ar, at nú ræður um hjá øll- um flokkum í samgonguni at halda fast við ætlanina, og Unga Tjóðveldi mælir tískil til at lagdar verða til viks tær ósemjur og flokka- dráttur sum tók seg upp í kjalarvørrinum á sam- gongukreppuni seinastu vikurnar. Eilif Samuelsen 08-03-01 Vit liva øll í søguni, um vit vilja tað ella ikki, men álítandi søga verður valla skrivað um okkara avrik, meðan vit sjálv eru uppi á døgum. Tað er teimum fáu givið at megna at broyta søgunnar gongd; men fleiri eru tey, ið tilvitað eru farin undir hesa astronomisku uppgávuna í tí fasta treysti, at tey megna hana. Ein kann ikki annað enn taka hattin av fyri slíkari sjálv- kenslu. Oftast má ein kort- ini við sorg í sinni sanna, at hesir himnaherjar fyrr ella seinni koma raplandi niður- aftur á fasta grund. Í Føroyum hava vit havt fleiri slíkar gjøgnum tíðir- nar. Á tí politiska sjálv- stýrisveinginum kenna vit fleiri. Teir hava allir gjørt eitt stórt og virðismikið arbeiði fyri síni søk, men tað, sum hevur verið felags fyri teir, hevur verið, at teimum hevur tørvað jarð- samband, teir hava ikki havt tað neyðuga tolið, sum skal til fyri at fylgja andadrátt- inum hjá gerandisfólkinum í landinum. Teirra avrik hava ikki verið nýtilig í ger- andisdegnum, tí teir hava viljað drigið tíðina framum seg og framskundað tíðar- innar og menningarinnar hóast alt støðugu og jøvnu gongd frameftir. Fleiri onnur – og teirra millum sambandsfólk - hava tilvitað valt at flogið nakað lægri, men tey hava raðfest og gjørt tað verkliga politiska arbeiðið, sum fyrst og fremst hevur verið í samsvari við fólksins ger- andisligu neyðsyn, og lagt minni dent á at nema teirra kensluliga hugaheim. Tað endaliga, høga stavnhaldið fyri tjóðina hava sam- bandsfólk ongantíð mist úr eygsjón. Tí alt kemur sum kunnugt til tann, ið tol hevur Yrkjarar og skald eiga at sveima uppi undir vetrar- breytini fyri at síggja alt sub specie aeternitatis. Men teirra skaldaverk eru heldur ikki og skulu heldur ikki vera uppskriftir til ger- andiskost. Tað er teirra framíhjárættindi og sjálv- sagda uppgáva at ’bera okkum burt í annan heim’ og at ’røra okkara hjarta- streingir’. Teir eiga at hava einkarrættin til tað. Tá ið politikkarar gera tað, so forføra teir fjøldina, og demagogi er altíð av tí ónda Tað, sum vit hava verið vitni til hesi seinastu trý árini frá teimum ráðandi politikkarunum, hevur ver- ið ein rein misskiljing og mistulking av tí mandati, sum ein minimalur meirluti av føroysku veljarunum litu teimum upp í hendur. Gamaní tosaðu teir um sjálvstýri undan valinum. Tað hava sjálvstýrisflokk- arnir gjørt í hundrað ár undan hvørjum vali. Men samgonguskjalið, sum víst verður til sum til eina ófrá- víkiliga grundlóg, er ikki skrivað fyrr enn eftir valið. Eitt samgonguskjal er ein opportunistisk eftirratio- nalisering, har vallyfti søgd og hugsað verða toygd og tambað, tøvd og krympað, nú tingsessirnir eru tryggj- aðir. Hetta er ið hvussu so er galdandi fyri fullveldis- projektið í samgonguskjal- inum. Tí er tað eisini koll- rent, og júst av teimum, sum skammleyst í trý ár hava hava lumpað sínar samgongupartnarar og vóru noyddir at lata gekkaskort- arnar falla, nú fellan var um at klamsa . Tað eru ikki øll, sum eru samd í at halda, at Várharra skal hava havt ein fingur við í tí spælinum. Vit fara óivað enn eina- ferð at ásanna, at tað sjálv- ræði, sum Sambandsflokk- urin við sínum miðvísa politikki ikki slóðar fyri, tað mugu vit bíða leingi eftir. Hans Erland í Brekkunum seksti Hóast tað ikki er til at síggja, og onkur kanska hevur ilt við at trúgva tí, rundaði Hans Erland í Brekk- unum, skúlastjóri á Felagsskúlanum á Oyrarbakka, tey sekti árini sunnudagin 11. mars. Hans Erland er føddur í Hósvík, og er sonur Hans Petur og Judith í Brekkunum. Hans Erland í Brekkunum kom til Eiðis sum nýklaktur lærari í 1964 og var lærari har fram til 1970, tá hann var eitt ár lærari á Venjingarskúlanum. Kom síðan aftur til Eiðis og var lærari á Eiði og á nýggja Felagsskúlanum á Oyrarbakka fram til 1974, tá hann varð settur sum fyrsti skúlastjóri á Felags- skúlanum. Hans Erland í Brekkunum man kanska mest vera kendur um landið sum tónleikari og sangari. Hann hevur verið bæði orkestur og kórleiðari eisini. Hans Erland var kórleiðari, ta tíðina Eiðis Sang- felag var virkið. Fyri ikki at gloyma hornorkestrið, Eiðis Ljómfelag, har hann eisini var primus motor stóran part av æviskeiðnum, orkestrið var virkið nú í seinna umfari. Tað er so, at hornorkestur við sama navni eisini hevur verið á Eiði fyri umleið einum mansaldri síðan. Og við sínum tónleikaligu evnum, var eisini boð eftir honum sum urguleikara í kirkjuni. Bæði í Hósvík og á Eiði, har hann er búsettur, hevur hann javnan sitið við orglið. Nógvir føroyskir sangarar munnu kenna Hans Erland í Brekkunum frá kórstevnum og øðrum slík- um tiltøkum bæði her á landi og uttanlands. Hann hevur verið virkin í hesum ítrivi sínum bæði so og so. Sum meinigur sangari og eisini sum leiðari á onkrari kórstevnu. Nú er tað so, at á heimafrontinum verður hann ivaleyst hildin til eisini. Hans Erland er giftur Sonnu, f. Waagstein Johansen, úr Havn, sum eisini eigur eina av teimum heilt kendu sangrøddunum í Føroyum. Men eisini sum tónasmiður og útsetari hevur hann roynt seg. Meira enn so. Nógvar eru útsetingarnar, hann til dømis gjørdi til Eiðis Ljómfelag. Einamest av føroyskum sangløgum, sum hornorkestrið spældi. Og eisini hevur hann gjørt løg sjálvur. Fólk, sum hava luttikið í sang- og musiklívinum, hava kanska av og á rakt við eitt nótablað, har navnið Heib hevur staðið í ovara høgra horni. So hava kanska fleiri ikki hugsað annað enn, at hatta er helst einhvør týskari ella so. Men so er ikki. Tað er Hans Erland í Brekkunum. Tað av hansara løgum, sum helst hevur verið oft- ast at hoyrt alment, man vera lagið til Eiðissangin hjá Óla Egilstrøð, sum av og á er at hoyra í Út- varpinum. ej Tað er ikki til at skilja at tú, Alma ikki ert ímillum okkum meira, tú sum hevði so nógv at geva okkum øllum, sum komu á tína gátt og hvar enn tú kom, vísti tú so nógvan kærleika til øll, tú vart saman við. Øll hesi 16 árini, tú hevur stríðst við sjúkuna, sást tað ikki á tær, tú var altíð glað og í góðum lag, spurdi altíð eftir, hvussu hini høvdu tað. Spurd hvussu tú hevði tað, svaraði tú altíð, at tú hevði tað gott. Eg eri glað fyri, at vit, sum grannar komu at kennast so væl. Saknurin verður stórur og ikki minst hjá tykkum Ole, Birthe, Fróði og Benthe, sum sita eftir við sorgini, nú kona og mamma er farin heim til Harrans, sum hon hevði givið sítt lív til og sum eisini er mentur at leiða, styrkja og troysta tykkum ígjøgnum hesa sváru tíð. Ein dag skulu vit møast aftur har heima og vera saman í allar ævir í teimum bústøðum, ið Gud ger okkum til reiðar, sum elska Hann, har hvørki sjúka, pína, sorg ella grátur skal vera. Friður verði við minninum um teg, góða Alma. Birgit Minningarorð um Almu Sikivat Andersen f. 28.01.1953 d. 13.02.2001 VIÐMERKINGAR Himnaherjar Unga Tjóðveldið fegnast um semjuna í landsstýrinum TÍÐINDASKRIV Í døgunum 14.-17. mars fer SMS at gera vart við van- ligu føroysku gerandisvør- urnar, ið fáast til keyps í húsinum. Í SMS hevur vika 11 fingið heitið Føroysk vika. Hesa vikuna fer SMS at leggja seg eftir at fáa vanligar føroyskar gerand- isvørur undan skeppuni og fram í ljósið. Føroyska vikan verður hildin á Torginum og í Miklagarði, samstundis sum alt húsið verður prýtt. Framsýningin á Torginum leutur upp mikudagin 14. mars kl. 10. Fimm føroyskar fyritøk- ur, sum framleiða ger- andisvørur, ið verða seldar í húsinum, fara at sýna vørur sínar fram á Torg- inum. Fyritøkurnar eru: Føroya Bjór, Kemilux, MBM, Fóm og Faroe Sea- food. Miklagarður, sum selur flestu av vørunum, fer í somu viku at hava serlig tilboð uppá ávísar vørur frá hesum fimm fyritøkum. Tilboðini verða galdandi meðan føroyska vikan er. Allar dagarnir meðan føroyska vikan er opin, bjóða fyritøkurnar smakk- royndir á básunum frá kl. 10.00. Faroe Seafood bjóðar tó heitar laksarullur hvønn dag frá kl. 14 til afturlating, leygardag tó frá kl. 10-14. Fríggjadagin 16. mars kl. 16.00 vitjar Kári Cool framsýningina. Hann bjóð- ar ymiksar mjólkaúrdráttir, Jolly, og annað til øll vitj- andi. Leygardagin 17. mars kl. 13.00 vitjar TrøllaPætur Torgið. Hann verður í bás- inum hjá MBM, har hann bjóðar plakatir til børnini. Tiltakið á Torginum endar kl. 14 leygardagin 17. mars. Føroysk vika í SMS HOTEL HAFNIA (Loftið) Leygard. 24. mars og sunnud. 25. mars frá kl.14.00 - 19.00 SJÓMANSHEIMIÐ Í KLAKSVÍK Mánad. 26. mars kl.12.00 - 18.00 Vinarliga ring og bílegg tíð NÝTT HÁR! Nú koma vit aftur koma vit aftur á vitjan vitjan í F Føroyum. royum. Við okkum hava vit snotuligasta okkum hava vit snotuligasta úrvali rvalið av av hárkollum og par rkollum og parúkkum. kkum. Vit hava einaumbo it hava einaumboðan av n an av nýggjari japanskari ggjari japanskari tægr gr, sum er einastandandi slitsterk, og t , sum er einastandandi slitsterk, og tískil skil serstakliga v serstakliga vælegna legnað til f til fólk vi lk við kropsliga kropsliga hørðum arbei um arbeiði - til d i - til dømis fiskimenn, hand- mis fiskimenn, hand- verkarar og onnur verkarar og onnur. Hárluturin hevur rluturin hevur ótrtrúlig evni at halda h lig evni at halda hársni rsniði, i, og ver og verður ikki sleipin sum fr ur ikki sleipin sum frálíðíður ur. Harumframt . Harumframt er hann sera v er hann sera vælegna legnaður til varandi ur til varandi áseting. seting. Og j Og júst varandi st varandi áseting er ser seting er serøki okkara. ki okkara. Lagdur ver agdur verður ein tr ur ein tráð áður undir h ur undir húð úðina, og ina, og síðíðan ver an verður h ur hárluturin fastgj rluturin fastgjørdur rdur. N . Nú vaskar vaskar og grei og greiður t ur tú h háririð, sum var ta , sum var tað t títt egna. Ein tt egna. Ein lættur og fittligur m ttur og fittligur máti at endurn ti at endurnýggja ggjað h háririð. . SjSjálvur avger t lvur avger tú alt um lit, sni alt um lit, snið, bygna , bygnað o.s.fr o.s.fr. Legg til merkis: egg til merkis: Vit eru fremstu it eru fremstu útvegarar og serfr tvegarar og serfrøð øðingar ingar Danmarkar t Danmarkar tá umr umræð æður ur øð øðrvrvísi h si hár, so kom , so kom innar og hygg at tilfarinum... innar og hygg at tilfarinum... /BOEL LAYOUT Tekna teg sum haldara, so fært tú sosialin 5 ferðir um vikuna til dyrnar Haldarar ’ F¿royum: 360,-/‡rsfj. Haldarar ’ Europa: 510,-/‡rsfj. 5 bl¿Ý einaferÝ um vikuna ’ Europa: 425,-/‡rsfj. Onnur lond: Ymiskir pr’sir Internet: 240,-/‡rsfj. Í Býin - hvønn hósdag Vilja tygum við Ynskja tygum at lýsa í teiginum Í Býin, so fyllið út henda lepan og sendið hann til Sosialin, boks 76, FO-110 Tóshavn - ella Fax: 31 47 20 Tekstur i Sosialurin GîÜIR BRòKTIR BILAR Bilarnir finnast eisini á: www.nissan.fo Tjaldursvegur • Postsmoga 3171 110 Tórshavn • Tel. 31 61 61 Sosialurin Nissan Primera 1.6 Player, vínreyður, 4 hurðar, árg. 1995, 99.000 km. 98.000 Nissan Micra 1.0 Grønur, 3 hurðar, árg. 1998, 55.000 km. 76.000 Opel Astra 1,6 Beige, 5 hurðar, árg. 1996, 74.000 km. 87.000 Opel Astra Club 1,6 16V Grønur, 5 hurðar, árg. 1999, 130.000 Ford Mondeo 2.0 AUT. Grønur, 4 hurðar, árg. 1994, 138.000 km. 78.000 Opel Corsa 1.4i Sport 5sp. Reyður, 3 hurðar, árg. 1996, 67.000 km. 60.000 Nissan Sunny 1.4 LX Blá gráur, 4 hurðar, árg. 1991, 125.000 km. 42.000 Nissan Patrol 2.8 H/T T/D LX, Reyður, 3 hurðar, árg. 1996, 119.000 km. 148.000 Peugeot 106 Diesel Bláur, 3 hurðar, árg. 1995, 90.000 km. 75.000 Peugeot 406 ST 2.0 Gráur, 4 hurðar, árg. 1999, 35.000 km. 167.000 Corsa Joy Gráur, 5 hurðar, árg. 1995, 60.000 km. 68.000 Ford Escort 1.8 Diesel Blá gráur, 3 hurðar, árg. 1992, 135.000 km. 37.000 Ford Orion 1,6 Bláur, 4 hurðar, árg. 1991, 72.000 km. 46.000 Opel Astra ST. Car Bláur, 5 hurðar, árg. 1997, 122.000 km. 85.000 Opel Corsa 1.4 Swing Reyður, 3 hurðar, árg. 1998, 50.000 km. 90.000 Opel Corsa 1.4 16V Swing Grønur, 5 hurðar, árg. 1997, 42.000 km. 95.000 Opel Omega 2.5 V6 Gráur , 4 hurðar, árg. 1996, 65.000 km. 157.000 Peugeot 106 1.4 Grønur, 5 hurðar, árg. 1998, 20.000 km. 90.000 Toyota Carina 1,6 st. Car Reyður, 5 hurðar, árg. 1996, 40.000 km. 115.000 VW Golf Grønur, 5 hurðar, árg. 1987, 84.000 km. 45.000