týsdagur 13. mars 2001síða 17
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 50 - 13. mars 2001
33
32
Nr. 50 - 13. mars 2001
Deildarstjóri til
Fiskimálastýrið
Í Fiskimálastýrinum verður starvið sum deildarstjóri fyri Fiskivinnustovuna
hervið lýst leyst til setan skjótast gjørligt.
Fiskivinnustovan er skipað sum deild í Fiskimálastýrinum.
Starvið inniber m.a. hesar upppgávur:
Dagligu leiðsluna av Fiskivinnustovuni, herundir standa fyri:
• At fyrireika og umsita fiskivinnulóggávuna, kunngerðir og reglugerðir
ásett samsvarandi við atliti at burðardyggari fiskivinnu og at umsita
stýringsamboðini í fiskivinnuni
• At hava eftirlit við endamálsorðingum í galdandi fiskivinnulóggávu
herundir at skipanir, settar í verk, lúka settu treytir
• At umsita og málsviðgera veiði- og fiskiloyvir, herundir royndarloyvir
• At samskipa og luttaka í fiskiveiðisamráðingum við onnur lond
• At samskipa og luttaka í samráðingum í millumlanda fiskiveiðifelags-
skapum
• At samskipa ta føroysku luttøkuna í tí norðurlendska fiskivinnusam-
starvinum
• At umsita fiskiídnaðarmál í Fiskimálastýrinum
• At menna fiskivinnuna á landi
• At umsita vinnugransking innan fyri økið hjá Fiskimálastýrinum
• At veita ráðgeving í tvørgangandi málum í Fiskimálastýrinum og til lands-
stýrismannin
• At samstarva um tvørgangandi uppgávur í Fiskimálastýrinum
Førleikakrøv:
• Útbúgving frá hægri lærustovni
• Hollan kunnleika til almenna umsiting
• Royndir at umsita fiskivinnumál
• Leiðsluroyndir
• Góð evni at samskifta á føroyskum, norðurlendskum og enskum máli
• Góðan førleika at arbeiða sjálvstøðugt
• Góð samstarvsevni og hegni at fyriskipa
Setanartreytir:
Starvið er tænastumannastarv og lønt í 37. lønarflokki sambært avtalu millum
Tænastumannafelag Landsins og Fíggjarmálastýrið. Setanarøkið fevnir um
Fiskimálastýrið og stovnar undir tí, umframt hini aðalstýrini og Løgmanns-
skrivstovuna.Tænastustaðurin í løtuni er Fiskivinnustovan.
Starvsheitið er deildarstjóri og tann, ið settur verður, hevur beinleiðis tilvísing
til aðalstjóran.
Tann, ið settur verður, má kunna tola broytingar í starvinum, og at økið verður
umskipað til eisini at fevna um aðrar uppgávur í Fiskimálastýrinum.
Umsóknir:
Umsóknir saman við avriti av prógvum og møguligum viðmælum, skulu vera
Fiskimálastýrinum í hendi í seinasta lagi mikidagin 28. mars 2001, kl. 15.30.
Umsóknir skulu sendast til:
Fiskimálastýrið, Postsmoga 347, 110 Tórshavn
Fyrispurningar viðvíkjandi starvinum fáast við at ringja til Fiskimálastýrið á tlf.
353030 og tosa við Kaj P. Mortensen, aðalstjóra.
FISKIMÁLASTÝRIÐ
Yviri við Strond 17 • Postsmoga 347 • 110 Tórshavn
Telefon 35 30 30 • Telefax 35 30 35 • E-mail: fisk@fisk.fo
Fiskimálastýrið
Aðalskrivstovan
Deildarstjóri til
Fiskimálastýrið
Í Fiskimálastýrinum verður starvið sum deildarstjóri fyri Fiskiveiðieftirlitinum
hervið lýst leyst til setan skjótast gjørligt.
Fiskiveiðieftirlitið er skipað sum deild í Fiskimálstýrinum.
Starvið inniber m.a. hesar upppgávur:
Dagligu leiðsluna av Fiskiveiðieftirlitinum, herundir:
• Tryggja at Fiskiveiðieftirlitið, fremur dagliga eftirlitið við føroyskum
fiskiførum, sum royna undir Føroyum ella aðrastaðni, og við útlendskum
fiskiførum, ið royna undir Føroyum.
• Tryggja dagliga eftirlitið við: 1) veittum fiskiloyvum, 2) fiskidagaskipanini á
heimaleiðum, 3) latnum og leigaðum kvotum, 4) kvotum hjá føroyskum
skipum á fjarleiðum, 5) kvotum hjá føroyskum og útlendskum skipum
undir Føroyum, 6) veiðidagbókaskipanini, 7) innvigingarskipanini, og 8) at
avreiðingarnar á virkjum í Føroyum og uttanlands samsvara við veiði-
dagbøkurnar.
• Syrgja fyri dagligu umsitingini av eygleiðaraskipanini á heima-, nær- og
fjarleiðum eftir lógini um vinnuligan fiskiskap og eftir millumlanda- og
altjóða avtalum, umframt fylgisveinaeftirlit við føroyskum skipum á fjar-
leiðum og samstarv um fylgisveinaeftirlit í Norðuratlantshavi innan NEAFC
og við limalondini í NEAFC. Fiskiveiðieftirlit undir Føroyum verður útint
saman við donsku sjóverjuni eftir samstarvsavtalu, sum landsstýrið og
ríkismyndugleikin hava góðkent.
• Hava leiðsluna av at skipa og menna málsøkið tilbúgving, vaktar- og
bjargingartænastu landsins, umhvørvisvernd á sjónum, eisini basing av
oljudálking og MRCC (Maritim Resue Coordination Center).
• Tryggja at skip og onnur útgerð á sjógvi og landi virkar og er til taks
soleiðis, at uppgávurnar kunna røkjast á fullgóðan hátt.
• Aðrar, fyri starvið, viðkomandi uppgávar.
Førleikakrøv:
Kravt verður, at umsøkjarin hevur:
• Hægstu nautisku ella aðra viðkomandi útbúgving
• Hollan kunnleika til starvsøkið
• Drúgvar royndir í arbeiðinum við fiskiveiðieftirliti, bjargingartænastu og
MRCC (Maritime Rescue Co-ordination Centre)
• Leiðsluroyndir
• Góð evni at samskifta á føroyskum, norðurlendskum og enskum máli
• Góðan førleika at arbeiða sjálvstøðugt
• Góð samstarvsevni og hegni at fyriskipa
• Innlit í almenna fyrisiting
Setanartreytir:
Starvið er tænastumannastarv og lønt í 37. lønarflokki sambært avtalu millum
Tænastumannfelag Landsins og Fíggjarmálastýrið.Setanarøkið fevnir um Fiski-
málastýrið og stovnar undir tí, umframt hini aðalstýrini og Løgmans-
skrivstovuna.Tænastustaðurin er í løtuni Fiskiveiðieftirlitið.
Starvsheitið er deildarstjóri og tann, ið settur verður, hevur beinleiðis tilvísing
til aðalstjóran.
Tann, ið settur verður, má kunna tola broytingar í starvinum, og at økið verður
umskipað til eisini at fevna um aðrar uppgávur í Fiskimálastýrinum.
Umsóknir:
Umsóknir saman við avriti av prógvum og møguligum viðmælum, skulu vera
Fiskimálastýrinum í hendi í seinasta lagi mikudagin 28. mars 2001 kl. 15.30.
Umsóknir skulu sendast til:
Fiskimálastýrið, Postsmoga 347, 110 Tórshavn
Fyrispurningar viðvíkjandi starvinum fáast við at ringja til Fiskimálastýrið á tlf.
353030 og tosa við Kaj P. Mortensen, aðalstjóra.
FISKIMÁLASTÝRIÐ
Yviri við Strond 17 • Postsmoga 347 • 110 Tórshavn
Telefon 35 30 30 • Telefax 35 30 35 • E-mail: fisk@fisk.fo
Fiskimálastýrið
Aðalskrivstovan
veitst tú ikki tað?
Søkt verður eftir royndur borara at koyra Roc 410
borivogn.
Fa. Jón Kári Højgaard
Tlf. 217425 og 448452
Borari
Dagrøktarmamma
Dagrøktarskipanin í Sumbiar kommunu søkir
eftir einari dagrøktarmammu at arbeiða sum frí-
tíðaravloysara.
Møguligar umsóknir skulu vera bygdarráðnum í
hendi áðrenn 25. mars 2001.
Dagrøktarskipanin
970 Sumba
Tlf. 370344 og 373506
Aðalfundur
Fornminnisfelagið í Nes kommunu
lýsir hervið til
aðalfund leygardagin 24. mars 2001
í gamla prestagarði kl. 16.00
Á skránni er sambært lógini:
1. Frágreiðing frá virki felagsins í farna ári
2. Framløga av grannskoðaðum roknskapi
3. Nevndarval
4. Val av tveimum tiltakslimum og tveimum
roknskapargrannskoðarum
5. Val av nevnd til Bygdasavnið í Nes kommunu
6. Ymiskt.
Nevndin
Bilur við skaða
til sølu
Ein Ford Focus 1.6, 5 hurðar.
Bilurin hevur skaða framman og verður seldur
fyri hægsta boð sum hann stendur við skaða.
Skrásettur fyrstu ferð 30.11.2000.
Koyrt 3.500 km.
tlf. 313040 · lokal 20-27
Bilur við front-
skaða til sølu
Merki: Mazda 626 2.0TDI ST.CAR GLX
Árg.: 1999
Bilurin verður seldur sum hann stendur nú.
Avtala um at síggja bilin kann gerast við deild
okkara í Klaksvík.
Ólavur Samson
Tlf. 456190 - Fax nr. 456527
Vágs Havn
Søkt verður eftir umsjónarmanni til Vágs Havn.
Umsøkjarin skal hava nautiska útbúgving og
hollan kunnleika til enskt mál í skrift og talu.
Eisini skal umsøkjarin duga at arbeiða við teldu.
Løn samb. sáttmála millum Starvsmannafelagið
og Vágs Kommunu.
Umsóknir við prógvum og ummælum verða at
senda til:
Vágs Kommuna - Havnanevndin
FO-900 Vágur
í seinasta lagi 2. apríl 2001.
Vágs Havn
Vaskivognar
Kantinuvognar
Vit hava ngv ymisk sniÝ av vaski- og kantinu-
vognum goymslu. Vitja framsànigarh¿liÝ
okkara ella ring og f eitt prt viÝ okkum. Vit
senda sjlvandi katalog um alt landi.
P/F Thomas Dam Hlsi
Heykavegur 3 Tlf. 311400
• Cafédrykkir og súpan í termokrússum
• Bakað epli o.a. heitir rættir
• Sandwich o.m.a.
Broyttur matarseðil
Vit selja allir
rættir út av húsinum t.d.
Nógv nýtt leskiligt er
komið á matarseðilin, t.d.
av víni og cafédrykkum.
Nógv nýggj sløg av sand-
wich.
Tlf. 31 26 25
livandi tónleikur
Enskur vísusangur
og undirhald
*Doc undirheldur frá 8. til 18. mars*
Høvuðsreingerð
Privat, virkir, fyritøkur,
stovnar, skip og bussar
Vaskarí & Reingerð
tlf. 316300
gsm 211312
Fái eina høvuðsreingerð
nú áðrenn sólin sær!
Nýggjar
TANNPROTESUR
Broytingar og umvælingar av gomlum protesum
Kliniskur tannteknikari
BERGUR
Á REYNATRØÐ
Børkuvegur, 620 Runavík
Tlf. 448480
Opið er mánadag-fríggjadag frá kl. 9-16
Original
Útstoyt
p/f Esmar Simonsen
Kambsdalur
FR-530 Fuglafjørður
Tlf. 444405
Fax444629