fríggjadagur 15. juni 2007síða 14
‹ fyrra síða allar 160 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 113 • 15. juni 2007
Vikuskifti
14
Ein nýggjur sangleikur, sum byggir
á sjónvarpsrøðina Matador,
verður í hesum døgum sýndur
í Operuni í Keypmannahavn.
Áhugin fyri hesum sangleiki hevur
verið sera stórur, og fleiri enn
60.000 atgongumerki eru longu
rivin burtur.
Matador er best umtókta
sjónvarpsrøðin í Danmark
nakrantíð, og hóast røðin hevur
verið endursend fleiri ferðir á
DR, hevur hyggjaratalið verið
ovurhondsstórt hvørjaferð.
Matador er stóri gimsteinurin
millum perlurnar í donskum
sjónvarpi.
Leikurin er rótutur
Nú hevur leikstjórin Peter
Langdal sett upp eina sangleik
við Matador, og tónaskaldið Bent
Fabricius-Bjerre hevur verið við
til at gjørt tónleikin til hendan
sangleik.
Ummælarar er tó meira
ella minni samdir um at verða
skuffaðir av sangleikinum, sum
teir ikki halda verða nakað serligt.
»Vi flintrer og farer så
stakåndede ud af Damernes
Magasin, Korsbæk Bank og
familien Varnæs’ spisestue,
at man har lyst til at istemme
Hans Christians bebrejdende
bemærkning til den forvirrede
hustru hen over matador-brættet:
’Det er noget rod, Maude’«,
skrivar ummælarin hjá Berlingske
Tidende, Jakob Steen Olsen.
Eitt annað stórt danskt dag
blað, Politiken, er heldur ikki
serliga jaligt móti leikinum.
»Stik imod sin evne til at
give ting et rabiat twist har
Peter Langdal holdt sig alt
for respektfuldt inden for den
opkridtede bane. Selv om
forestillingen strammer sig op og
bliver mere fængende undervejs,
har den svært ved at finde sit
fokus. Som forestilling kan den
ikke stå selv«, skrivar Monna
Dithmer.
Meira kaos
Fleiri av ummælarunum vísa á, at
sangleikurin gongur ov skjótt fyri
seg, og at stundir eru ikki til at
fara í dýbdina.
»Bortset altså lige fra tro
værdigheden, tyngden og den
psykologiske mennesketegning,
der gjorde Lise Nørgaards
original så god. Musicalformens
stærke muligheder for følelses
mæssige højdepunkter fravælges
konstant, fordi der kun er tid til
et enkelt eller to vers fra hver
sang, inden vi skal videre«,
skrivar Henrik Lyding, ummælari
á Jyllands-Postinum.
Kristeligt Dagblad fer so langt,
at tað kallar sangleikin fyri kaos.
»Hvorfor var det lige, at det
skulle være en fremragende idé
at lave all tiders største, mest
velskrevne, ikonagtige tv-serie
om til musical? Hvis det havde
været et fedt show, så fint med
mig. Men det her er teatralsk
kaos af manglende overblik.
Oprindelig var idéen at skrive en
helt ny historie med de elskede
personer. Det havde været det
eneste rigtige. Man kan ikke
fortælle mere end 24 timers
film på fire timer«, skrivar Rikke
Rottenstein.
Ummælarin hjá Børsen,
Lars Wredstrøm, setir líkasum
punktum fyri tey vánaligu um
mælini:
»Musicalen er udsolgt til 2008,
men brug i stedet de 655 kr. til at
køre Matador på dvd«.
Myndatekstur (mynd: matador):
Áhugin fyri sangleikinum
um Matador er sera stórur, og
fleiri enn 60.000 atgongumerki
eru longu seld. Ummælararnir
í Danmark halda tó lítið um
sangleikin. Mynd: Polfoto
Matador eitt vónbrot á palli
Ummælararnir brúka hørð orð um sangleikin, ið er
bygdur á sjónvarpsrøðina Matador. Keypið heldur
sjónvarpsrøðina á dvd enn at keypa atgongumerki til
sangleikin, heldur ein ummælari
Sangleikur
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo