fríggjadagur 15. juni 2007síða 14
‹ fyrra síða allar 160 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 113 - 15. juni 2007
- Politiski myndugleikin
gremur seg, nú toskurin
skal verjast – hví ikki geva
øðrum vinnugreinum ein
kjans – “come on”
Vit eru vitni til eitt
alsamt størri kjak, um vit
eiga at veiða meira av toski
ella ikki, og ein situr við
hesi kensluni av, um tað nú
aftur endar galið – sum vit
minnast aftur frá kreppuni
á sinni.
Ikki er tað løgið, tí tað
vóru og eru sanniliga
nógvar lagnur, sum enn
hava sett síni spor, og tí
eiga vit at hugsa meira í
øðrum banum.
Endurtøka er allarhelst
neyðug
Tá ein roynir at taka lut í
almenna kjakinum, er tað
líkasum, at ein fær hesa
kensluna av, at hetta hevur
tú jú sagt fleiri ferðir, men
er tað allarhelst neyðugt.
Hví skulu kravgongur til?
Eitt nýtt fyribrigdi er, at nú
eru bólkar farnir at reisa
seg við kravi um síni
rættindir, og tað boðar frá,
at nú er tíðin komin til, at
játtandi myndugleikin
eigur at síggja skiftina á
vegginum – og taka hesi
krøv til sín.
Eg kann minnast frá
tíðini, tá eg og onnur
royndu at gera okkum
tankar um eina ella aðra
alternativa- og tónleikaliga
vinnu, at tað fór neyvan at
verða lætt at fáa endarnar
at røkka saman.
Tá hugsað verður um
tølini, vit hoyra og síggja í
hesum døgum, er tað
líkasum at ein verður tikin
av fótum.
Tosa vit um fíggjarligu
samsýningina til
tónleikaundirvísingina, er
hetta meira talan um ein
dropa í havinum (myndalig
tala), so hvat er veruligi
trupuleikin hjá tykkum
politikarum??
Síggja tit ikki ljósið?
Tað er nú einaferð so, at
verður eitt oyra givið,
hevur hetta ofta eina ella
aðra synergi-effekt við sær,
tí fíggjaligi íblásturin setur
nakað ígongd, og tí SKAL
poltitiski myndugleikin
føla ábyrgd og geva seg í
trætuni um samsýningina
til tónleikaundirvísingina!
Fruktirnar kenna vit frá
øðrum tónleikaligum
ávøkstum – so “come on”!
Fríðálvur
Jensen
Okkurt er við at henda í
danska politiska
landsskapinum
Sum upp úr ongum er ein
flokkur við at gerast
veruleiki í fólkatings
samanhangi. Sjálvt um
nýfigin áhugi eisini er, er
flokkurin veruliga ein
høttan móti verandi
etableraðu flokkunum, her
íroknað Dansk Folkeparti.
Flokkurin er enn ikki ein
veruligur flokkur, at kallað,
hann hevur onga skrá enn,
kanska taktiskt, men meir
ein leys skipan við samhug
andi fólki ymiska staðni
frá í politiska spektrinum,
tó ikki út á veruligan
vinstravong, fegin nakað út
á høgravong. Hann verður
móttikin við løgið tigandi
samtykki frá øllum flokk
um sum um teir eru í
einum blandi millum
bangni og vónir, ella teir
síggja ein fong burturúr
ongum, sum kann vera
teimum til nyttu. Hetta
síðsta er týðiligt fyri
sosialdemokratarnar hjá
nýkosna formanninum har
Thorning Smith, sum
haraftrat er ein kvinna fyri
fyrstu ferð. Her velst um,
hvønn hann etur av.
Vinstra eru bangnir í
loyndum, men játtandi í
orðum, tí tryggi einfaldi
meirilutin yvir Dansk
Folkeparti bara yvir tveir
tøppir at trísta á, fløttafólk
og skattasteðg, viðhvørt
bert fyrra, kann skjótt vera
burtur, og er enntá eitt av
fáu kunngjørdu
endamálunum hjá nýggju
samgonguni.
Møguleikarnir eru jú har,
at ein borgarligur flokkur
kemur aftrat, sum skuldi
kunna minka um vóninar
hjá sosialdemokratunum at
vinna stjórnarvaldið aftur.
Eru teir vinarliga sinnað
ir móti nýggju floksbygg
ingini, t.d. við at seta
vónrík ráðharrastørv í
eygsjón hjá
ráðharravónbrotnum kristia
nsborgpolitikkarum, kunnu
teir benda veljaraveiðuna
hjá flokkinum meiri yvir á
radikalu og sosialdemokrat
arnar. Eru teir stívir, eru
góðir møguleikar hjá nýg
gju samgonguni, at gera
atsókn móti teirra veljar
um, har veikar perur eru at
fáa á tal, og helst er ein
høvuðsætlan við nýggja
flokkinum.
Konservativu eru eitt
sindur ivandi um nýggja
flokkin, men vinarliga
sinnaðir. Teirra flokkur er
eisini eitt fyrimál fyri
veljaraveiðu hjá nýggja
flokkinum. Nøkur falla frá,
neyvan heilt nógv. Ein í
trýmannaráðnum í sjálvari
brádligu kunngeringini G.
Seeberg, ein hálvkendur
politikkari, er fallin frá.
Hon er sum er limur í EU
tinginum, hevði ikki tungar
ráðharrasessir í Slútertíðini
og onkuntíð aftaná. Um
flokkurin eydnast sum
ætlað, kann hon fáa
týðandi lut.
Konservativu altera
minni sosialdemokratarnar
enn Venstre og kenna seg tí
eitt sindur tryggari.
Eitt mál, nýggja sam
gongan tekur upp, minni
skattur, skotið er upp 40%
eindarskattur!, er í tráð við
teirra mál, minni skatt á
hægri inntøkur, tey seina
stu árini. So her kann enntá
samljóð skapast.
Trupuleikin hjá Venstre
er her, at teir í seinastu
taktisku bendingini móti
sosialdemokratunum, í
taktiskari samgongu við
Dansk Folkeparti, eru
upplagt offur hjá nýggju
samgonguni, júst tí hann
nú leggur dent á væl
ferðina, í tí royndini.
Nýggja samgangan kann
tað, uttan Dansk
Folkeparti.
Eitt veruligt álopsmál
fyri nýggju samgonguna er
Dansk Folkeparti, og er tað
einastu flokkur, sum ikki
er óblandað vinarliga
sinnaður. Teir eru ikki í
stjórnini, men verða av
øllum mett sum veruliga
trygdin fyri sitandi stjórn
við so at siga veto rætti.
Teir kenna sjálvandi
hendan leiklut høttan, og
kanska hvørvur hann, men
ikki grundleggjandi málið
fyri teirra tilveru, øttan fyri
útlendsku (islamisku)
innrásini í Danmark.
Fyrsta atsóknarmálið fyri
nýggja flokkin er Radikalu,
sum gjørdust óvanliga
stórir til seinasta val við at
mótmæla júst
útlendingapolitikkinum.
Fult av javnaðarveljarum
og veljarar í SF fóru tann
vegin av tí orsøk. Har var
við at koma eitt samljóð í,
so bara Eindarlistin stóð
uttanfyri. Nakrir politikkar
ir eru falnir frá her m.a.
formaðurin fyri nýggju
samgonguna Naser Kader
og ein minni kendur, men
royndur politikkari har
Anders Samuelsen, og
fleiri veljarar møguliga
við, møguleikin er
helmingurin.
N. Kader, sum er inn
flytari frá Sýria, er vælum
tøktur kristiansborg
politikkari og mest kendur
sum stovnari av fylkingini
Demokratiskir muslimar,
vendur móti víðgongdu og
fundamentalu iaslamtrúgv
andi, sum hava fingið
navnið islamistar. Hann
lýsir seg sjálvan sum fyrr
verandi ikki demokrat,
men hevur lært demokrati í
Skandinavia, Danmark
sum nakað virðismokið,
sum sum hann heldur fast
um.
Ósemjan er av ymiskum
slag og ymiskar vegir,
umframt um sitandi
formann, sum verður
hildin einvís og stívrend,
ikki so nógv
innflytaratrupuleikin - teir
halda mestsum, at radikalu
eru ov blíðir her - sum
einvísa peikanin á
Thorning sum
statsmálaráðharraevni. Her
peika teir á Mogens Fogh,
men neyvan so einvíst sum
teir siga, og ein møguleiki
er helst til broyting her.
Tað kundi stutta fjeppingin
hjá Sentrumsdemokrat
unum, sum endaði ikki
játtandi, týtt á. Teir meta
heldur ikki radikalu fyri at
liva upp til ein miðflokk,
sum er annað kunngjørda
endamál fyri plássinum hjá
teimum sjálvum, men fyri
at vera ov vinstrasinnað
vendan. Vinarlig viður
skifti eru neyvan í álvara
millum nýggja flokkin og
radikalu. Her líkist ov
nógv veruligum kappingar
neytum.
Sosialistisk folkaflokkur
in hevur heilsa nýggju
royndini vælkomin, tí hon
brýtur blokkpolitikkin,
sum er eitt triðja endamáll
hennara, og kanska kann
sum nýggi formaðurin har
sigur lokka Dansk Folke
parti út úr donskum
politikki.
Eindarlistin er uttan
størri áhuga í hesum
sambandi uttan, at hann
eisini hevur áhuga í at
knúsa blokkpolitikkin.
Samanberingar
Ikki óvantað er nýggja
royndin borin saman við
politiskar spjaðingar frá
fyrr av og við floksroyndir
frá fyrr av. Summar eru
komnar og farnar, aðrar
eru livandi veruleiki enn.
Radikalu, sum má vera
høvuðsflokkurin fyri
spjaðingini, er sjálvir úrslit
av spjaðing i Venstre í
1905, býarintellektuellu og
húsmenninir fóru frá, eftir
vóru bøndirnir í Venstre,
sum teir seinnu árini siga
forvæl til og søkja at
býunum, teirra
akilleshælur, so fleiri
avskallingar frá
sosialdemokratinum, sum í
flestu førum fóru til
vinstrusíðu, um
Glistrupflokkurin ikki
verður roknaður frágingin
høgravonginum í
sosialdemokratunum og
ella Dansk Folkeparti, og í
sentrumsdemokratarnir til
høgru.
Av hesum er mest
samanborið við sentrum
demokratarnar, tí teir brutu
við sosialdemoktatarnir, tí
teir hildu flokkin, ávirkað
an av vinstravonginum, at
hava farið ov langt til
vinstru.
Munurin her fer kanska
at kunna sigast at vera, at
sentrumsdemokratarnir
tóku veljarar frá vinstru
síðu og drógu til høgru inn
móti miðjuni, meðan
Nýsamgongan tekur flestu
veljarar frá høgra og
dregur inn móti miðjuni.
Møguleikar
Í sjálvum navninum liggur
ein fráboðan um nýgggjar
samgongumøguleikar sum
ætlan t.e. yvir miðjuna.
Um flokkurin veruliga
kemur inn við 20
fólkatingslimum, seinastu
kanningar vísa 14, sum
summar kanningar týða á,
mest vónríku 29 beint í
byrjanini, so er ein høvuðs
uppgáva hjá flokkinum
eydnast, at fáa danska
fólkaflokkin út sum
avgerandi flokk í
stjórnarmøguleikum. Ein
automatisk fylgja verður
heilt víst eitt formansskifti
í Radikalu innanfyri stutta
tíð, eitt ólokið talv frá
síðsta fólkatingsvali, har
tað eyðnaðist radikalu at
kapra nógvar radikalar
vinstravongsveljarar, sum
bjargaði formanskvinnuni
har frá sekking, so for
maðurin í SF ístaðin og
óvæntað reyk.
Ein orsøk til nýroyndina
kann eisini júst síggjast
sum ein fylgja av tí. Fasta
tilknýtið hjá Radikalu til
sosialdemokratarnar.
Væntast kann at nýggja
flokssamgongan í hvussu
so er fer eftir førimuni at
útnytta fyrimunaliga støðu
sína, sum søguliga er
støðan hjá Radikalu, at
hava avgerandi lut sum
sjálv miðjan.
Nýsamgonga
Mannbjørn
Jacobsen
Byin.fo hevur aldrin lýst
við PORNO, bert The hot
spot. Ein stubbi á portali
num er ikki ein lýsing fyri
byin.fo , men ein miskilj
ing á portalinum hevur
fingið alt upp í kók.
Vit vísa aftur, at talan
verður um eitt “porno-
kvøld” í Eclipse hetta
vikuskiftið.
Talan er bert um eina
áheitan – eins og grýlu
kvøldini - at fáa fólk at
gera okkurt serligt burturúr
klædnastílinum.
Eg vil staðiliga vísa
aftur, at talan er um eitt
pornokvøld. Talan er bert
um eina áheitan – eins og
grýlukvøldini – at fáa fólk
at gera okkurt serligt
burtur úr klædnastílinum.
Tað hevur skapt mikið
rumbul í fjølmiðlunum um,
at byin.fo hevur lýst um
“Hot spot-kvøld” í Eclipse
fríggjakvøldið. Fólk hava
ringt til ymisk og klagað,
og í almenna loftmiðlinum
verður evnið eisini lýst at
vera nakað, ið hoyrir
ongastaðni heima.
Eg skal viðganga, at
lýsingarherferðin kanska
hevur verið nakað frek,
men talan er ikki um eitt
pornokvøld, eins og
tíðindini í Útvarpi Føroya
vil gera tað vil.
Orsøkin til “Hot-spot-
kvøldið” er at royna okkurt
nýtt. Eitt tiltak, har fólk
lata seg eitt sindur meira
summarslig í. Porno er tað
ikki. Vit taka sterka
frástøðu frá tílíkum.
Viðmerking:
Tað er Sosialurin, sum
hevur skrivað um
tiltakið hjá Eclipse á
Portalinum. Spurdur um
vit kundu skriva, at talan
var um eitt porno-tiltak
svaraði Rúni Djurhuus,
at ”tað kann man gott
kalla tað”.
So um talan er um
eina misskiljing, so
eigur Rúni Djurhuus
hana sjálvur, og IKKI
Portalurin.
Blaðstjórin
Einki porno, bara frekt
Rúni
Djurhuus
Gevið nú alternativu vinnuni og tónleikinum
ein kjans – bara nakrar fáar krónur – er ynskið!
viðmerkingar