fríggjadagur 15. juni 2007síða 23
‹ fyrra síða allar 160 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
Nr. 113 • 15. juni 2007
hugurin aftur til Suðuroyar og
í útvið trý ár starvaðist eg í
bakaríinum hjá Hauritz í Vági. Vit
lærdu saman á Tvøroyri.
Vit spyrja Brynjálv, hví hann
júst valdi Bindslev, tí sum vit frá
Sosialinum síggja, so er hetta ikki
serliga stórt fólkagrundarlag til at
reka eitt bakarí.
- Hugskotið sum so ikki er nýtt,
vit hava tosað um tað eina tíð,
men tá beiggi mín Tom, eisini var
hugaður at verða við í ætlanini at
seta á stovn eitt bakarí, so fóru
vit at leita eftir einum leigumáli
í økinum, men einasta skilagóða
leigumál, vit funnu, var her. So
mugu vit heldur koyra vøruna út
um neyðugt, og tað gera vit.
Brynjálvur leggur afturat at
beiggin, Tom, er uppilagstur
sjómaður, seinastu tjúgu árini
hevur hann siglt sum kokkur
við donskum skipi. Vit hildu, at
vit báðir fóru at vera eitt gott
team saman við konuni at dríva
bakaríið, og tað hevur tað eisini
gjørt.
- Tom, hann fæst einamest
við tær sukursøtu sakirnar á
bakarínum, í meðan Brynjálvur
bakar breyðini.
Tom sigur, at allar upp
skriftirnar eru føroyskar, tí
Brynjálvur hevur arbeitt so nógv
ár á føroyskum bakaríum, at tað
liggur líka sum í bakhøvdinum,
at alt skal verða føroykst, men
okkurt er tó danskt, okkurt vit
sjálvir gera.
Selja meira um
summarið
- Áðrenn vit byrjaðu, fingu vit
at vita, at tann stóra sølan ikki
er um veturin, men heldur um
summarið. Nú summarið tekur
dik á seg, rokna vit við einum
uppsvingi í søluni, sigur Jette,
sum serliga røkir sjálvan handilin.
- Vit selja føroyskt bakað
rugbreyð til SuperSpar á
Margretevej 1 í Hirtsals, leggur
hon afturat, men vit kanna
alla tíðina, um vit skulu fara í
samstarv við aðrar handlar og
provianthandlarar til skipini.
Brynjálvur leggur afturat, at
tað er strævið at hava bakarí
í Danmark, tí heilsumyndug
leikarnir seta harðar treytir. Teir
koma á vitjan rættuliga ofta og
óvæntað, men higartil hava teir
ikki setti fingurin á nakað sum
helst. Hann skoytir upp í, at danir
koyra við eini ”smily” skipan,
og at Sundbæks bageri longu
tríggjar vikur eftir at tey tóku yvir
fingu hægstu góðkenning.
Nú vit sita í góðveðrinum í
bakgarðinum og eru um at enda
samrøðuna, sigur Tom svágur
Jette, at hon ikki bara er dugnalig
handilskvinna, nei hon dugur sera
væl at spæla guittar og hevur
givið eina fløgu út.
Jette, sum er sera lítilátin
flennur at tí Tom sigur. Hon
leggur afturat, at fløgan sum so
ikki var ætlað at geva út, men ein
vinkona hennara bleiv sera sjúk,
so hon fór at yrkja eina sang til
hennara og hetta bleiv til fleiri
sangir og til fløguna, sum kom
at eita Savalimmiut, sum merkir
Føroyar, og sum seldi heilt væl.
Vit takka fyri kaffi og góðu
køkurnar og hugnaligu løtuna
í bakgarðinum, men fyrst vilja
vit tryggja okkum eitt føroykst
rugbreyð, áðrenn vit fara úr
Sundbæks Bageri í lítlu bygdini
Bindslev.
Frá vinstru Tom, Jette og
bakarin Brynjálvur, sum
hava bakarí nærhendis
Hirtshals. Í miðjuni dóttir
Jette og Brynjálv, Alma
Vikuskifti