Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-06-15, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 15. juni 2007síða 22

‹ fyrra síða allar 160 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 113 • 15. juni 2007 Vikuskifti 22 Jútland er eitt paradís fyri føroy­ ingar, verður ofta haft á munni. Hetta ásannar Brynjálvur Norden­ dal, sum 1. oktober 2006 flutti av Fjóni til Bindslev, nærhendis Hirtshals, at reka eitt bakarí. Tá vit á Sosialinum í seinastu viku vitjaðu í Hirtsalsøkinum, koyrdu vit til lítlu bygdina Binds­ lev, tí vit høvdu hoyrt, at ein føroyskur bakari helt til í bygdini. Í hitanum hendan fagra sunnu­ dagin ­ hitin var umleið 20 stig ­ var ikki nógv fólk í gongugøtuni í Bindslev. Orsøkin var tann, at handlarnir høvdu ikki opið sunnudag, men Sundbæks Bageri hevði opið. Vit løgdu beinanvegin merki til bakaríið Sundbæks Bageri, sum liggur í byrjanini av gongugøtuni og ikki minni stóra úrvalið av fløtakøkum og breyði, sum stóð í handilsvindeygunum. Prát í bakgarðinum So skjótt, vit høvdu sett fótin inn um, fór hurðaklokkan at ”kima”, og skjótt kom ein fryntlig kvinna í handlin. ”God dag” segði hon, og hevði líka sum hug at halda fram á donskum, men skjótt fingu vit boða frá, at vit vóru frá Sosialinum og ynsktu at tosa við eigarnar. Kom við út í bakgarðin, vit sita øll trý aftan fyri og sóla okkum, tað er so friðarligt ein sunnudag sum hendan, segði hon við einum smíli, vit takkaðu fyri og fylgdu eftir út í bakgarðin. Í bakgarðinum fór henda fyntliga konan nú at borðreiða við kaffi og fløtakøkum, frá Sundbæks Bageri sjálvandi. Stutta løtu seinni kemur maður hennara Bryjálvur Nordendal, sum saman við konuni Jette og Tom beiggja Brynjálvi settu sær fyri at leiga bakariíið í Bindslev. Teirra vón var sjálvandi, at kunna selja breyð og køkur til føroyingar og onnur í Hirtshalsøkinum, og tey lata bara heilt val at. Funnu bakarí í Bindeslev Brynjálvur og konan Jette hava seinastu árini búð á Fjóni. Brynjálvur hevur starvast hjá kendu chips fyritøkini KIM`s, har hann mest fekst við at krydra ymisk sløg av skrúum og ostaringum. Men bakarayrkið dró. Av teimum trimum er tað er Brynjálvur, sum er útlærdur bakari og stendur fyri bakariínum. Brynjálvur sigur, at hann byrjaði at læra til bakara á Tvøroyri í 1983, men gjørdi seg lidnan hjá Helga Thomsen bakara í Gøtu í 1987, og síðan hevur bakarayrkið verið mítt, so gott sum alla tíðina. ­ Eftir lærutíðina fór eg til Fuglafjarðar at arbeiða á bakaríinum har, og síðan fór eg umborð á Norrrønu í eitt ár, sum bakari. Mær longdist eftir at koma í land, og síðan fór eg til bakaríið hjá Miðberg í Saltangará, sigur Brynjálvur, sum partvís er uppvaksin á Tvøroyri. ­ Suðroyingum líkt, so dró Brynjálvur bakar í Bindslev Flestu uppskriftirnar á bakarínum í jútska býnum Bindslev eru føroyskar. Bakarin Brynjálvur Nordendal hevur arbeitt so nógv ár á føroyskum bakaríum, at uppskriftirnar liggja í bakhøvdinum Samrøða Birgir W. Høgnesen birgir@sosialurin.fo