Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-06-15, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 15. juni 2007síða 22

‹ fyrra síða allar 160 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 Nr. 113 - 15. juni 2007 Stutt Sagt Noreg styðjar Zoellick Norska stjórnin hevur gjørt av at taka undir við, at amerikanarin Robert Zoellick verður næsti stjórin í Heimsbankanum. Robert Zoellick er í løtuni á einari rundferð í sam­ bandi við, at hann er í uppskoti til stjórastarvið. Í gjár var hann í Oslo, har hann hitti fleiri ráðharrar, og aftan á fundin segði Erik Solheim, menningar­ málaráðharri, at Noreg styðjar Zoellick sum stjóraevni. Ráðharrin legði tó afturat, at Noreg heldur tað ikki vera rætt, at stjórin í Heimsbankan­ um altíð er amerikanari, soleiðis sum siðvenjan er. Ryanair háðar SAS Stjórin í írska flogfelagn­ um Ryanair, Michael O’Leary, heldur lítið um skandinaviska flogfelagið SAS. Á einum tíðinda­ fundi í Keypmannahavn í gjáe segði hann, at um fimm ár verða bara fýra stór flogfeløg eftir í Evr­ opa. Tað verða British Air­ ways, Air France, Luft­ hansa og Ryanair. Sam­ bært O’Leary fer týska Lufthansa at keypa SAS. Írska felagið fer at byrja 13 nýggjar rutur úr Dan­ mark og Svøríki, og felag­ ið stúrir ikki fyri kapping frá SAS, sigur stjórin. Radikal broyting á veg Sambært Jyllandspostin­ um verður leiðslan í Radi­ kala flokkinum í Danmark broytt fyrsta dagin. Tá fer Marianne Jelved at leggja frá sær sum formaður og floksins uppskot til for­ sætisráðharra, og í henn­ ara stað kemur Margrethe Vestager, sum nú er næstformaður. Hinvegin er ógreitt, hvør skal taka við sum næstformaður, skrivar Jyllandsposturin. SAMBAND árNi joeNSeN fArtekSt@MAil.Dk – Harðskapurin hjá Hamas-limunum í Gaza harmar okkum, og vit fylgja gongdini gjølla (Tony Snow, talsmaður hjá Hvítu Húsunum). útlond Tey seinastu seks árini hevur danska reiðaríið forvunnið 17 mia. krónur av at flyta krígsútgerð fyri amerikanska hervaldið Tað eru serliga flutnings­ uppgávur fyri amerikanska herin og herflotan, sum hava givið danska reiðarín­ um væl í kassan, skrivar Berlingske Nyhedsmagasin. Síðani 2000 hevur reiðaríið fingið 17 mia. krónur úr amerikanska ríkiskassan­ um, og higartil í ár er inn­ tøkan av hesari siglingini 1,6 mia. krónur. Í krígstíð brúkar amerik­ anska hervaldið eitt ótal av undirveitarum, men sam­ bært Berlingske Nyheds­ magasin eru tað bara tveir undirveitarar, sum hava fingið meiri burtur úr amerikonsku krígsførsluni í Afghanistan og Irak enn A.P. Møller ­ Mærsk. Serfrøðingar, sum blaðið hevur tosað við, halda, at tann dyggi stuðulin, sum USA og Bretland hava fingið frá donsku stjórnini í sambandi við kríggið í Irak, er komin A.P. Møller ­ Mærsk til góðar. Mærsk ger kvetti av amerikanskari krígsførslu Amerikanska krígsførslan í Irak og Afghanistan munar væl á høvuðsstøðini hjá A.P. Møller - Mærsk her á Esplanaden í Keypmannahavn Hamas hevur tikið valdið í Gaza- geiranum og stjórnin setir seg upp ímóti forsetanum ­ Sitandi stjórn fer at halda fram við sínum arbeiði, segði palestinski forsætis­ ráðharrin, Ismail Haniyeh, í einari sjónvarpsrøðu í gjárkvøldið. Harvið setti hann seg upp ímóti Mah­ moud Abbas, forsætisráð­ harra, sum stutt framman undan hevði kunngjørt, at hann hevði upployst stjórn­ ina. Forsetin setti eisini Gaza­geiran í undantaks­ støðu og legði Hamas undir at hava framt hernað­ arkvett í geiranum. Teir seinastu dagarnar hevur Hamas tikið fleiri støðir hjá Fatah­røssluni, sum Abbas er partur av, og í gjárkvøldið tók Hamas forsetaskrivstovuna í Gaza­býi. Tá høvdu minst 30 fólk latið lív í bardøgum síðani í gjár. Eygleiðarar í Miðeystri siga, at í veruleikanum eru palestinar býttir í tveir partar og tvey øki nú. Hamas hevur ræðið í Gaza­geiranum og Fatah á Vestara Áarbakka. Støðan er spent og kann enda við, at ófriðurin breiðir seg til Vestara Áarbakka. Eitt tekin um tað var har í nátt, tá limir í Fatah beindu fyri einum Hamas­limi. Palestinar býttir sundur Tann 71 ára gamli Ku Klux Klan-maðurin James Seale er nú dømdur fyri tvey morð, sum hann framdi í 1964 Júst 43 ár eftir at tveir 19 ára gamlir unglingar vórðu myrdir í januar í 1964 tók amerikanska løgreglan fyrr í ár tann 71 ára gamla James Seale og skuldsetti hann fyri morðini. Í gjár varð hann dømdur sekur. Sambært løgregluni vórðu teir báðir 19 ára gomlu menninir burturflutt­ ir. Í einum bili, sum James Seale átti, vórðu teir koyrdir til ánna Mississippi og druknaðir. Undir rættarvið­ gerðini noktaði James Seale seg sekan, men hann bleiv kortini dømdur og sleppur helst at sita í fongsli tað, sum er eftir av lívi hansara, skrivar NTB. James Seale bleiv tikin beint eftir morðini í 1964, men ta ferðina varð hann latin leysur, tí løgreglan hevði eingi prógv ímóti honum. Dømdur fyri 43 ára gamalt morð James Seales lurtar, meðan dómurin verður lisin fyri honum