fríggjadagur 15. juni 2007síða 9
‹ fyrra síða allar 160 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
tíðindi
Nr. 113 - 15. juni 2007
Á kunnandi fundi
á Hotel Hafnia í
gjárkvøldið greiddu
umboð fyri Skjern
Bank og RHAM
Value Partner frá
møguleikunum, at
gera lønandi íløgur í
týsk partabrøv
PARTABRØV
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Skjern Bank hevur seinastu
tíðina havt lýsingar í bløð
unum, har tey bjóða fólki
lán til at gera íløgur fyri.
Og í gjárkvøldið var so
høvi hjá fólki at fáa nærri at
vita um teir láns- og íløgu
møguleikar, sum stóðu teim
um í boði.
Eini 35 fólk høvdu leitað
sær oman á Hotel Hafnia at
lýða á, hvat tey bæði
umboðini, Søren Hvidberg
frá Skjern Bank, og Karsten
Løngaard frá RHAM Value
Partner, høvdu at siga um
nevndu møguleikar.
Gunnar
Streymoy
er
umboðsmaður hjá Skjern
Bank í Føroyum, og hann
beyð fyrst vælkomin og
greiddi heilt stutt frá arbeiðs
gevara sínum. Síðani greiddi
Søren Hvidberg, íløgustjóri
fyri sama banka, eitt sindur
frá møguleikunum hjá fólki
at taka lán í bankanum.
Hann segði, at tað var í
veruleikanum av tilvild, at
Føroyar komu upp á tal sum
kundamarknaður hjá Skjern
Bank. Heilt av tilvild fingu
teir nakrar føroyskar kundar
fyri áleið einum ári síðani,
og hesir vístu á, at tað var
ein ávísur marknaður fyri
lánsveitarum til íløgur í
Føroyum.
Síðani hevur bankin ar
beitt við møguleikanum at
bjóða seg fram á føroyska
marknaðinum, og eftir at
Gunnar Streymoy varð sett
ur í starv sum umboðsmaður
í Føroyum, hava ætlanirnar
rættiliga tikið skap.
- Tað man vera tveir mán
aðir síðani, at ætlanirnar um
eina vitjan í Føroyum lógu
klárar. Sjálvsagt vitsu vit, at
tað var í umbúna, at før
oysku bankarnir skuldu børs
skrásetast, men tá vit byrjaðu
at leggja ætlanina, vistu vit
ikki nær. Tí var tað rættiliga
av tilvild, at vit raktu so
heppið, sum vit gjørdu,
segði Søren Hvidberg, tá
Sosialurin spurdi um hetta.
Væla viðskiftafólk
Tað, at vitjanin fall saman
við tekningini av partabrøv
um í Føroya Banka, gjørdi,
at Skjern Bank fekk eina
flúgvandi byrjan í Føroyum.
Søren Hvidberg váttaði, at
teir høvdu gjørt nógvar
handlar við føroyskar kund
ar, sum lántu pening at
keypa partabrøv í Føroya
Banka fyri.
Skjern Bank er annars
ein Private Banking banki,
og tað merkir í teirra føri, at
teir hava vælstandandi kund
ar fyri tað mesta. Sum nevnt
eisini úr Føroyum. Og nú
vilja teir so økja og styrkja
um teirra kundaskara her.
Skjern Bank er eisini ein
íløgubanki, men hann hevur
valt sær íløgufeløg at sam
starva við, og í hesum førin
um er talan um RHAM
Value Partner, sum í løtuni
er
mest
framgangsríka
íløgufelagið í Danmark.
RHAM Value
Partner
hevur gjørt seg til serfrøð
ingar í íløgum á europeiska
marknaðinum innan smærri
fyritøkur. Tað vil siga smærri
í tí stóra samanhanginum, tí
fyritøkurnar, RHAM VP ger
íløgur í, hava eitt marknaðar
virði millum 750 milliónir
og 10 milliardir krónur.
Karsten Løngaard, sum
umboðar
íløgufelagið,
segði, at teir leggja alstóran
dent á at tryggja sær, at
partabrøvini vóru ódýr, at
fyritøkan var væl stýrd, at
hon hevði góða inntjening
og at hon hevði góðar vakstr
armøguleikar.
- Men tað týdningarmesta
er ikki, at fyritøkan hevur
fulla ordrabók. Tað, sum
hevur størstan týdning fyri
okkum, er, at hon kastar
væl av peningi av sær, segði
Karsten Løngaard.
Ávísur vandi
Umboðið fyri RHAM VP
fjaldi heldur ikki útyvir, at
tað sanniliga var ein ávísur
vandi við at keypa partabrøv,
tað finst eingin trygd fyri, at
tú altíð vinnur pening. Somu
leiðis duldi hann ikki fyri, at
teir tóku bæði keypsprovi
sión og ráðgevingar ómaks
løn. Og tað er sambært for
manninum fyri donsku ílegg
ingarfeløgini, Claus Silv
ferberg, eitt gott tekin.
Karsten Løngaard nevndi
serliga nakrar ávísar fyri
tøkur, sum í løtuni geva eitt
serstakliga
høgt
avkast,
týsku fyritøkurnar Vossloh
og Krone. Fyrrnevnda ger
ymiska útgerð til tokskinn
arar umframt lokomotivir,
meðan seinni nevnda fram
leiðir tappianlegg og annað
til bryggjaríir og mjólkar
virkir. Tey hava higartil í ár
givið ávikavist 22% og 15%
í avkasti.
Men sjálvandi er ein taps
vandi, og Skjern Bank, ið
lænir peningin út, hevur
eisini eina rættiliga góða
trygd, tí kravt verður, at
lánstakarin skal hava 20% í
eginpeningi, sum hann skal
leggja í saman við láninum.
Tað merkir í stuttum, at
bankin ikki átekur sær
nakran tapsvanda, fyrr ennn
partabrøvini eru lækkað
minst 20%.
Men tey allarflestu, Sosi
alurin tosaði við eftir kunn
andi fundin, vóru sera væl
nøgd. Menninir virkaðu
seriøsir, og yvirseldu ikki
boðskapin, eins og teir ikki
undirmettu
vandan,
var
metingin. Onkur vísti tó á,
at einki kom fram um stovn
ingarprovisión við upptøku
av láni, og aðrar møguligar
kostnaðir.
Heildarmyndin var tó
góð, og fundarluttakararnir
nøgdir við tað, teir høvdu
fingið at vita um partabrøva
íløgur í týskar fyritøkur.
Skjern Bank og RHAM Value Partner bjóða:
Íløgur í týsk partabrøv
Gunnar Streymoy, føroyska
umboðið hjá Skjern Bank,
Søren Hvidberg, íløgustjóri
í sama banka og Karsten
Løngaard, ráðgevi hjá RHAM
Value Partner
Eini 35 fólk vóru og lýddu á
íløgumøguleikarnar í týskar
fyritøkur, sum Skjern Bank
og RHAM Value Partner
greiddu frá á Hotel Hafnia í
gjárkvøldið
Klárt til fría sølu
Seinasta útlutingin av bústøðum eftir kommunala bíðilistan
um undir Kongavarða á Argjum og á Heiðum í Hoyvík var
seinnapartin mikudagin. Tað vil siga, at øll, sum stóðu á
kommunala bíðalistanum, hava fingið tilboð um at keypa
eina íbúð ella eitt randarhús, og tey hava annaðhvørt tikið av
ella takka nei. Nú hetta umfarið er av, ber til hjá teimum, sum
hava bygt íbúðirnar og randarhúsini, at bjóða tey út í fríari
sølu. Tað vil siga, at fólk, sum ikki standa á bíðilista hjá
Tórshavnar kommunu, nú hava møguleika at ognað sær ein
bústað undir Kongavarða á Argjum ella á Heiðum í Hoyvík.
Ungdómsting í 2008
Formanskapur í Løgtinginum hevur gjørt av at skipa fyri Ung
dómstingi aftur, og løgtingsformaðurin hevur í vikuni boðið næm
ingum í 8., 9. og 10. flokkunum kring landið at vera við í Ung
dómstinginum, sum verður tann 11. og 12. februar 2008. Næming
arnir sleppa sjálvir at seta dagsskránni í Løgtinginum hesar dagar
nar, og tá fáa teir møguleika at tosa um evni, sum teir meta hava
týdning. Hetta er aðru ferð at Ungdómsting verður hildið. Seinast
Ungdómsting var, viðgjørdu næmingarnir níggju lógaruppskot,
og eitt av hesum er síðani blivið samtykt í Løgtinginum. Tað er
uppskotið um at avtaka rættin hjá foreldrum at sláa børnini.