Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-06-15, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 15. juni 2007síða 9

‹ fyrra síða allar 160 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 tíðindi Nr. 113 - 15. juni 2007 Á kunnandi fundi á Hotel Hafnia í gjárkvøldið greiddu umboð fyri Skjern Bank og RHAM Value Partner frá møguleikunum, at gera lønandi íløgur í týsk partabrøv PARTABRØV Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Skjern Bank hevur seinastu tíðina havt lýsingar í bløð­ unum, har tey bjóða fólki lán til at gera íløgur fyri. Og í gjárkvøldið var so høvi hjá fólki at fáa nærri at vita um teir láns­ og íløgu­ møguleikar, sum stóðu teim­ um í boði. Eini 35 fólk høvdu leitað sær oman á Hotel Hafnia at lýða á, hvat tey bæði umboðini, Søren Hvidberg frá Skjern Bank, og Karsten Løngaard frá RHAM Value Partner, høvdu at siga um nevndu møguleikar. Gunnar Streymoy er umboðsmaður hjá Skjern Bank í Føroyum, og hann beyð fyrst vælkomin og greiddi heilt stutt frá arbeiðs­ gevara sínum. Síðani greiddi Søren Hvidberg, íløgustjóri fyri sama banka, eitt sindur frá møguleikunum hjá fólki at taka lán í bankanum. Hann segði, at tað var í veruleikanum av tilvild, at Føroyar komu upp á tal sum kundamarknaður hjá Skjern Bank. Heilt av tilvild fingu teir nakrar føroyskar kundar fyri áleið einum ári síðani, og hesir vístu á, at tað var ein ávísur marknaður fyri lánsveitarum til íløgur í Føroyum. Síðani hevur bankin ar­ beitt við møguleikanum at bjóða seg fram á føroyska marknaðinum, og eftir at Gunnar Streymoy varð sett­ ur í starv sum umboðsmaður í Føroyum, hava ætlanirnar rættiliga tikið skap. ­ Tað man vera tveir mán­ aðir síðani, at ætlanirnar um eina vitjan í Føroyum lógu klárar. Sjálvsagt vitsu vit, at tað var í umbúna, at før­ oysku bankarnir skuldu børs­ skrásetast, men tá vit byrjaðu at leggja ætlanina, vistu vit ikki nær. Tí var tað rættiliga av tilvild, at vit raktu so heppið, sum vit gjørdu, segði Søren Hvidberg, tá Sosialurin spurdi um hetta. Væla viðskiftafólk Tað, at vitjanin fall saman við tekningini av partabrøv­ um í Føroya Banka, gjørdi, at Skjern Bank fekk eina flúgvandi byrjan í Føroyum. Søren Hvidberg váttaði, at teir høvdu gjørt nógvar handlar við føroyskar kund­ ar, sum lántu pening at keypa partabrøv í Føroya Banka fyri. Skjern Bank er annars ein Private Banking banki, og tað merkir í teirra føri, at teir hava vælstandandi kund­ ar fyri tað mesta. Sum nevnt eisini úr Føroyum. Og nú vilja teir so økja og styrkja um teirra kundaskara her. Skjern Bank er eisini ein íløgubanki, men hann hevur valt sær íløgufeløg at sam­ starva við, og í hesum førin­ um er talan um RHAM Value Partner, sum í løtuni er mest framgangsríka íløgufelagið í Danmark. RHAM Value Partner hevur gjørt seg til serfrøð­ ingar í íløgum á europeiska marknaðinum innan smærri fyritøkur. Tað vil siga smærri í tí stóra samanhanginum, tí fyritøkurnar, RHAM VP ger íløgur í, hava eitt marknaðar­ virði millum 750 milliónir og 10 milliardir krónur. Karsten Løngaard, sum umboðar íløgufelagið, segði, at teir leggja alstóran dent á at tryggja sær, at partabrøvini vóru ódýr, at fyritøkan var væl stýrd, at hon hevði góða inntjening og at hon hevði góðar vakstr­ armøguleikar. ­ Men tað týdningarmesta er ikki, at fyritøkan hevur fulla ordrabók. Tað, sum hevur størstan týdning fyri okkum, er, at hon kastar væl av peningi av sær, segði Karsten Løngaard. Ávísur vandi Umboðið fyri RHAM VP fjaldi heldur ikki útyvir, at tað sanniliga var ein ávísur vandi við at keypa partabrøv, tað finst eingin trygd fyri, at tú altíð vinnur pening. Somu­ leiðis duldi hann ikki fyri, at teir tóku bæði keypsprovi­ sión og ráðgevingar ómaks­ løn. Og tað er sambært for­ manninum fyri donsku ílegg­ ingarfeløgini, Claus Silv­ ferberg, eitt gott tekin. Karsten Løngaard nevndi serliga nakrar ávísar fyri­ tøkur, sum í løtuni geva eitt serstakliga høgt avkast, týsku fyritøkurnar Vossloh og Krone. Fyrrnevnda ger ymiska útgerð til tokskinn­ arar umframt lokomotivir, meðan seinni nevnda fram­ leiðir tappianlegg og annað til bryggjaríir og mjólkar­ virkir. Tey hava higartil í ár givið ávikavist 22% og 15% í avkasti. Men sjálvandi er ein taps­ vandi, og Skjern Bank, ið lænir peningin út, hevur eisini eina rættiliga góða trygd, tí kravt verður, at lánstakarin skal hava 20% í eginpeningi, sum hann skal leggja í saman við láninum. Tað merkir í stuttum, at bankin ikki átekur sær nakran tapsvanda, fyrr ennn partabrøvini eru lækkað minst 20%. Men tey allarflestu, Sosi­ alurin tosaði við eftir kunn­ andi fundin, vóru sera væl nøgd. Menninir virkaðu seriøsir, og yvirseldu ikki boðskapin, eins og teir ikki undirmettu vandan, var metingin. Onkur vísti tó á, at einki kom fram um stovn­ ingarprovisión við upptøku av láni, og aðrar møguligar kostnaðir. Heildarmyndin var tó góð, og fundarluttakararnir nøgdir við tað, teir høvdu fingið at vita um partabrøva­ íløgur í týskar fyritøkur. Skjern Bank og RHAM Value Partner bjóða: Íløgur í týsk partabrøv Gunnar Streymoy, føroyska umboðið hjá Skjern Bank, Søren Hvidberg, íløgustjóri í sama banka og Karsten Løngaard, ráðgevi hjá RHAM Value Partner Eini 35 fólk vóru og lýddu á íløgumøguleikarnar í týskar fyritøkur, sum Skjern Bank og RHAM Value Partner greiddu frá á Hotel Hafnia í gjárkvøldið Klárt til fría sølu Seinasta útlutingin av bústøðum eftir kommunala bíðilistan­ um undir Kongavarða á Argjum og á Heiðum í Hoyvík var seinnapartin mikudagin. Tað vil siga, at øll, sum stóðu á kommunala bíðalistanum, hava fingið tilboð um at keypa eina íbúð ella eitt randarhús, og tey hava annaðhvørt tikið av ella takka nei. Nú hetta umfarið er av, ber til hjá teimum, sum hava bygt íbúðirnar og randarhúsini, at bjóða tey út í fríari sølu. Tað vil siga, at fólk, sum ikki standa á bíðilista hjá Tórshavnar kommunu, nú hava møguleika at ognað sær ein bústað undir Kongavarða á Argjum ella á Heiðum í Hoyvík. Ungdómsting í 2008 Formanskapur í Løgtinginum hevur gjørt av at skipa fyri Ung­ dómstingi aftur, og løgtingsformaðurin hevur í vikuni boðið næm­ ingum í 8., 9. og 10. flokkunum kring landið at vera við í Ung­ dómstinginum, sum verður tann 11. og 12. februar 2008. Næming­ arnir sleppa sjálvir at seta dagsskránni í Løgtinginum hesar dagar­ nar, og tá fáa teir møguleika at tosa um evni, sum teir meta hava týdning. Hetta er aðru ferð at Ungdómsting verður hildið. Seinast Ungdómsting var, viðgjørdu næmingarnir níggju lógaruppskot, og eitt av hesum er síðani blivið samtykt í Løgtinginum. Tað er uppskotið um at avtaka rættin hjá foreldrum at sláa børnini.