Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-06-15, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 15. juni 2007síða 9

‹ fyrra síða allar 160 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 113 • 15. juni 2007 Vikuskifti 9 skemt Í rangastrúpan Er okkurt komið í rangastrúpan, er hetta komið heilt skeivt í hálsin. Og soleiðis er eisini við teimum útsagnunum, sum vit hava prentað niðanfyri. Eisini hóast hesar útsagnir eru á prenti. Samstundis sum vit prenta hesar, vilja vit við hesum senda eina áheitan til lesarar okkara um at siga frá, um líknandi skeivleikar ella bara løgnar útsagnir eru at síggja í prentaðu miðlunum. Fráboðanir um hetta kunnu sendast okkum við bæði bræv- og telduposti. Agøøø Dio er við sínum 65 árum enn líka orkufullur sum fyrsta dagin Portalurin Tíbetur Øll tey føroysku listaverkini fylgja ikki við Føroya Banka www.uf.fo Fløtabollar úr Italia Ræðast ikki Róma Sosialurin Hvar fór vindurin? Vem kan segla forutan segl Sosialurin Grind á vøllinum Tað kom øði í grindina á vøllinum í Gundadali Dimmalætting Eitur hann ikki Stenberg? Ja, og so skuldu vit havt Jónas Strindberg hjá AB á tráðnum Bólturin í Útvarpinum Vevmyndatól eru væl umtókt, og bæði privat og stovnar hava sett slík tól upp, sum kunnu varpa myndir mest sum beinleiðis út á internetið. Eitt av vevmyndatólunum vísir neyvan tað, sum ætlanin var, at tað skuldi vísa. Hetta vevmyndatólið á Vaglinum í Havn hevur antin flutt seg, ella er tað bara tað at trøini vaksa heilt út á internetið – tá tey nú ikki vaksa inn í himmalin. Eitt tað best umtókta føroyska ferðamálið eru Vestmannabjørgini, sum eru stórsligin og hugtakandi. Nú er líkt til, at bjørgini kunnu verða eitt enn størri trekkplástur. Á myndini sæst ein reklamuveggur í Vestmanna, og sambært honum hava Vestmannabjørgini fingið vindeygu – men flott er tað í øllum førum! Vestmannabjørgini fingið vindeygu Taka pengar út úr kirkjuni Danir eru ósmædnir – men kanska skuldi eitt mark verið. Myndin omanfyri er tikin í Aalborg, og har sæst, at Danske Bank er fluttur inn í eina kirkju, og skeltini prýða nú hetta fyrrverandi Guds hús. Danske Banke hevur tó ikki lýst við einari kristnari konto ella ómaksgjaldi fyri konfirmatión ella barnadóp... Trøðini vaksa út á netið B36 hevur fingið eitt nýtt stuðulsfelag, sum eitur ”White Tigers”. Nú vita vit í hvussu er, at B36-fjepparar ikki hyggja eftir ”Animal Planet”! Hevði Bigge stovnað eitt stuðulsfelag hevði tað itið ”Bigga-mistarnir”! Jan Muller, blaðstjóri, ætlar at skipa fyri einum tónleikatiltaki í Tórsgøtu. Tað skal eita: ”Olju-grús”! Jógvan Martin Olsen er nú endurreistur í eygunum hjá øllum fótbóltsáhugaðum føroyingum. Nú manglar hann bara at sleppa av við Claus-trofobiina hjá sær. Bech to business! Tingmenn eru vanir við at vassa langt út. Og tí er sjálvsagt, at nýggju Løgtingshúsini skullu liggja á Kongabrúnni! Uttanlands frættist, at føroyingar ætla at byggja eitt stórt akvarium við pussfiskum á Kongabrúnni! Leyst og fast um stórt og smátt