fríggjadagur 15. juni 2007síða 10
‹ fyrra síða allar 160 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 113 • 15. juni 2007
Vikuskifti
10
Hann er heitasta navnið í før
oyskum landsliðsfótbólti í løtuni
– Christian Lamhauge Holst .
Vit hitta 25 ára gamla Lyngby
leikaran uttan fyri kaféina Pixie á
Eystarubrúgv í Keypmannahavn.
– Eg eri eitt sindur heimleysur
í løtuni. Eg flutti úr eini íbúð fyri
eini viku síðan og sleppi ikki
inn í nýggju íbúðina fyrr enn
um vikuskiftið. So eg sovi hjá
vinfólkum, og so eri eg nógv á
hesi kaféini, greiður Christian frá.
Hetta er tætt við Parkina í Keyp
mannahavn, har Christian í komandi
undankappingum, um lutakastið vil
tað so, kann enda við at spæla móti
sínum egnu landsmonnum.
Eitt sindur føroyskur
Hóast hann í barnaárunum var
annað hvørt ár í Føroyum, og
mamman er føroysk, so er eingin
ivi um, at Christian er dani. Pápin
er dani, og Christian hevur altíð
búð í Danmark. Fyrst á Thurø tætt
við Svendborg og seinastu fimm
árini í Keypmannahavn.
– Men eg eri eisini eitt sindur
føroyskur. Mamma mín hevur sett
sín dám á meg og eisini restin
av føroysku familjuni. Tá eg var
barn, vóru vit annað hvørt ár í
Havn og ferðaðust, og eg havi
nógv góð minnir frá teirri tíðini.
Tað var altíð stuttligt hjá mær at
vitja ommu og abba, tí tað var
eitt fótbóltsheim, har tey hildu
við HB. Eg brúkti nógvar løtur í
Gundadali á ferðunum hjá mær
til Føroya, greiðir Christian frá,
sum ikki er fyrsti landsliðsleikari
í familjuni. Hann er systirsonur
Eyðfinn Lamhauge, ið var
lyklaleikari og vann hópin av
meistaraheitum við HB frá 1968
til 1980. Mammubeiggin var
eisini á landsliðnum.
Góðar upplivingar
Tá Christian fekk tilboðið um at
spæla við føroyska landsliðnum
frá táverandi føroyska landsliðs
venjaranum, Henriki Larsen,
ivaðist hann onga løtu í at svara
játtandi. Hetta hóast henda
avgerð samstundis merkir, at
hann ongantíð kann umboða
danska landsliðið.
– Dreyminum um at sleppa á
danska landsliðið hevði eg slept
fimtan ár frammanundan, so tað
spældi slettis ikki inn í avgerðina.
Eg sá tað sum eina spennandi
avbjóðing og ein møguleika fyri
at fáa nakrar upplivingar, og tær
hava eisini verið góðar, greiðir
Christian frá yvir um kaffiglasið.
Ein av hesum upplivingum var á
Tórsvølli ímóti heimsmeistarunum
úr Italia, tá Christian varð skiftur
inn. Men hvussu er tað hjá einum
leikara úr næstbestu donsku
deildini at skula spæla ímóti
heimsmeistarunum?
Sum allir aðrir dystir
– Tað var ein risa uppliving! Innaní
var eg átta ár aftur, eg hugsaði
wauw, men royndi at goyma
tað. Men tá eg kom á vøllin, so
gloymdi eg alt um, at hetta vóru
heimsstjørnur. So tað var meira í
tankunum, og áðrenn eg slapp á
vøllinum, at eg var ávirkaður av tí
enn í veruleikanum. Satt at siga,
so haldi eg ikki, hatta var nakað
annarleiðis enn at spæla einhvønn
annan dyst. Jú, tað er ein munur á,
at tá vit spæla við Lyngby í Viasat
Sport Divisionini, so hava vit bóltin
alla tíðina. Men tað hava vit ikki á
landsliðnum. Sjálvandi sæð burtur
frá dystinum ímóti Skotlandi, sigur
Christian flennandi.
Heima í Thurø eru foreldrini hjá
Christiani bæði glað um luttøkuna
á landsliðnum og errin av honum.
Ja, mamma mín var sera
errin, tá hon hoyrdi, at eg skuldi
umboða Føroyar á landsliðnum,
men eisini pápi mín, sum er úr
Keypmannahavn, var ótrúliga
glaður mína vegna.
Ein góð tíð
Christian er í góðum lag, henda
morgunin vit hitta hann, hann
tykist nærum friðsælur. Tað er
eingin loyna, at Christian neyvan
man hava havt betur tíðarskeið
á fótbóltsvøllinum enn júst nú.
Í Føroyum hevur hann spælt
móti Italia og Skotlandi, og í
Danmark hevur hann við Lyngby
leygardagin tryggjað uppflyting í
fremstu donsku deildina.
– Henda vikan er fyrst og
fremst farin við at taka sær av
løttum og at feira úrslitið leygar
dagin. Kappingarárini hjá okkara
deild og SAS ligaini liggja for
skotin, so tí fáa vit nærum onga
summarfrítíð. Tað er sjálvandi
keðiligt, so nú uppflytingin er
tryggjað, leggja vit ikki ov nógv
fyri við venjing og tílíkum.
Fótbóltur fingið
alsamt størri pláss
Góðu upplivingarnar á vøllinum
seinastu tíðina eitt fyribils
klimaks á eitt eina fótbóltsyrkis
leið, ið byrjaði í Thurø Boldklub,
tá Christian var fýra ár. Hann helt
fram í Thurø, til hann var 12 ár og
flutti til Svendborg , ið var stóra
felagið har á leið. Tá hann 20 ára
gamal flutti til Keypmannahavnar,
leitaði hann eftir onkrum felagi,
har hann kundi spæla fótbólt og
hugna sær við tí.
– Tað var ikki við ætlanum um
at flyta upp í SAS ligaina fimm
ár eftir, at eg flutti til Lyngby. Tað
er bara komið av sær sjálvum, og
fótbólturin hevur alsamt fingið
størri pláss, greiður hann frá.
Christian er hálvtíðarprofessio
nellur í Lyngby. Hann skal í
næstum undir at samráðast um
hvussu sáttmálin skal síggja út,
tá felagið flytur upp í SAS liguna,
men hann hevur ynski um, at
hann heldur fram á hálvari tíð.
Vil sleppa at læra
– Eg vil ikki, at fótbólturin skal
fylla alt. Eg lesi til lærara, og tað
ætli eg mær at gera meg lidnan
Eg eri eitt sindur føroy
– Mamma mín hevur sett sín dám á meg og eisini
restin av føroysku familjuni. Tá eg var barn, vóru
vit annað hvørt ár í Havn og ferðaðust, og eg havi
nógv góð minnir frá teirri tíðini, sigur Christian
Lamhauge Holst, ið er uppvaksin í Danmark, men
er blivin stjørna á føroyska fótbóltslandsliðnum
Christian um føroyskan mat
- Tær seinastu ferðirnar eg havi verið í Føroyum, havi eg roynt ymiskan
føroyskan mat. Tá eg var barn, vildi eg einki royna. Seinast royndi eg
lundar, og næst seinast var tað riv, og tað smakkaði væl. Skerpikjøt
dámar mær eisini. Men ræstan fisk leggi eg einki í, turran fisk haldi
eg vera eitt sindur for turran, men tað ringasta tú kanst bjóða mær er
spik. Mær dámar annars væl lambakjøt, og í Føroyum er lambakjøtið
so serliga gott.
… um Lyngby Boldklub
- Eg haldi ófatiliga nógv av Lyngby Boldklub, eg kenni meg
veruliga heima har. Vit hava í fimm ár megna at fingið
felagið upp úr Danmarks Seriuni upp í SAS Ligaina, og
tað haldi eg vera ekseptionelt flott. Tað hevur ikki ligið
nakað trýst á okkum, tí eingin hevði væntað, at tað fór at
ganga somikið skjótt. Men við tíðini hava vit fingið størri
ambitiónir, bæði leikarar, leiðsla og fjepparar. Eg havi tað
sera gott við okkara fjepparum, og eg feiri øll míni mál
saman við teimum.
– Eg vil ikki, at fótbólturin skal fylla alt. Eg lesi til lærara, og tað ætli eg mær
at gera meg lidnan við, sigur Christian Lamahuge Holst. Mynd: Niels Uni Dam
Samrøða
Niels Uni Dam
blaðmaður
nielsuni@sosialurin.fo