fríggjadagur 15. juni 2007síða 10
‹ fyrra síða allar 160 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10 tíðindi
Nr. 113 - 15. juni 2007
SAMRØÐA
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Í ár eru liðin 25 ár síðani
Klaus Rasmussen sum nýút
búgvin cand.polit kom til
Føroya. Hann fekk starv hjá
Carl Wilhelm Weihe sum
grannskoðari, og nú hann
leggur frá sær, er tað sum
stjóri og eigari av megin
partinum av fyritøkuni.
Men hvussu bar tað til, at
hann kom til Føroya av
fyrstan tíð?
- Tað komst av tí, at eg
hitti eina føroyska gentu í
1979, Ann Mari Olsen. Tá
eg so var liðugur við útbúgv
ingina, gjørdu vit av at flyta
til Føroya, sigur Klaus Ras
mussen.
Tey vóru samd um, at
skuldu tey royna at búgva í
Føroyum, skuldi tað vera
beinanvegin, sum Klaus varð
útbúgvin, og tað royndu tey
so. Men áðrenn tey komu til
landið vildi Klaus tó tryggja
sær eitt starv, so hann fekk
nøvnini á fleiri fyritøkum,
og hann mundi senda eini 40
umsóknir, metti hann.
- Men tað var bara ein
fyritøka, sum hevði brúk
fyri mær, og tað var Carl
Wilhelm Weihe. So har
endaði eg, sigur fráfarandi
stjórin.
Upprunaliga ætlanin var
bert at vera í Føroyum í eini
tvey ár at byrja við, men tey
trivust so mikið væl, at tey
eru her framvegis. Serliga
var tað Klaus, sum fall væl
til, tí hann íðkaði fótbólt,
og fekk tí beinanvegin vinir
í B36. Eisini á arbeiðinum
kom hann í samband við
nógv fólk.
Hjá Ann Mari var støðan
eitt lítið sindur øðrvísi, tí
eftir átta árum í Danmark
vóru gomlu vinirnir spjadd
ir fyri vág og vind, og høvdu
í fleiri førum stovnað egna
familju, og tá hon samstund
is var heimagangandi, var
tað hon – hóast hon er før
oyingur og familjan var her
– sum treivst verri.
Og soleiðis hevur tað í
grundini verið øll árini.
Klaus hevur dámað betri í
Føroyum enn Ann Mari, og
tá nakar hevur tosað um at
flyta til Danmarkar, hevur
tað verið hon.
Niður- og
uppgangstíðir
Carl Wilhelm Weihe stovn
aði sína fyritøku í 1968, og
hevði tí virkað í 14 ár, tá
Klaus Rasmussen byrjaði
har. Hann treivst ógvuliga
væl í starvinum, men av tí
at hann var útbúgvin sum
cand.polit, samfelagsbúska
parfrøðingur,
og
skuldi
hann gera sær vónir um at
koma víðari innan grann
skoðan, mátti hann útbúgva
seg innan økið.
So 5-6 ár eftir at hann byrj
aði, fór hann at lesa til stats
autoriseraðan grannskoðara
samstundis,
sum
hann
passaði sítt dagliga starv.
Júst um hetta mundi byrjaði
stóra bankakreppan, sum
menti seg til eina samfel
agskreppu av teimum stóru.
Og árið eftir, at kreppan
toppaði í 1992, varð Klaus
Rasmussen útbúgvin sum
statsautoriseraur grannskoð
ari. Hann gjørdist sam
stundis partnari og stjóri á
sama føti sum Carl Wilhelm,
og í hesum sambandi skifti
fyritøkan eisini navn til Ras
mussen & Weihe.
- Hetta vóru niðurgangs
tíðir, og tað merktu vit eis
ini við minkandi umsetningi.
Men hetta megnaðu vit væl
at koma ígjøgnum, tí virkið
hevur altíð verið ein væl
stovnsfest fyritøka, so tað
merktist ikki so ógvusligt
fyri okkara viðkomandi,
sigur Klaus Rasmussen.
Síðani hevur Rasmussen
& Weihe vaksið seg til tað,
fyritøkan er í dag við 28
starvsfólkum. Og nú er
eisini nýútbúgvin statsautor
iseraður grannskoðari í fyri
tøkuni,
nevniliga
Hans
Laksá, so nú kendi Klaus,
at hann stóð fríari at søkja
nýggjar avbjóðingar.
Og eftir at hava hugsað
seg um í drúgva tíð gjørdi
hann av, at fara at royna
nakað nýtt.
Starvsfelagar
yvirtaka
- Tað hevur alla tíðina verið
meiningin, at tá Hans Laksá
bleiv útbúgvin statsautoris
eraður grannskoðari, skuldi
eg taka meg aftur. Men eg
havi ta áskoðan, at har sum
eg eri, skal eg vera fult og
heilt, og tí er tað ikki meiri
enn rímiligt, at tá eg nú
farið frá fyritøkuni, skal tað
eisini verða fult og heilt.
Og tað er tí eg havi gjørt av
at selja mín part av fyri
tøkuni til starvsfólkið, sigur
Klaus Rasmussen.
Hann átti á leið tveir trið
ingar av Rasmussen &
Weihe, sum altso nú er seld
ur til starvsfólkið. Og tey
ætla, sambært komandi stjór
anum, Hans Laksá, at reka
fyritøkuna víðari eftir sama
leisti sum higartil. Somu
leiðis er ætlanin at varðveita
sama navnið sum higartil – í
hvussu er í fyrsta umfari.
Men tá Klaus Rasmussen
so bleiv spurdur, um hann
vildi halda fram sum nevnd
arformaður, játtaði hann
hesum. So mann kann siga,
at hann kortini ikki kvettur
á stokkinum heilt.
Tíðin er tó komin til, at
Klaus vildi royna nakað
nýtt.
- Tað verður sagt, at tú
fær ikki eitt nýtt starv eftir
at tú ert fyltur 50, og tað
geri eg næstu ferð, so skuldi
tað verða, skuldi tað verða
nú, sigur fráfarandi stjórin.
Men júst hvat nýggja
Kenni meg meiri sum
Eftir 25 ára starvstíð í grannskoðaravirk
inum Rasmussen & Weihe, hevur Klaus
Rasmussen nú gjørt av at royna nýggjar
leiðir. Hann hevur búð snøgga helvt av lívi
sínum í Føroyum, og nú hann flytir niður
til Amager við familju síni, kennir hann
seg meiri sum føroying enn dana. – Eg
havi størri familju í Føroyum enn í Dan
mark, sigur Klaus, sum enn ikki hevur
gjørt av, hvussu framtíðin skal síggja út
Klassisk konsert
Sunnudagin verður klassisk konsert í høllini í
Norðurlandahúsinum. Tað eru teir báðir
Nikolaos Kapnas á violin og Jóhannes
Andreasen á klaver, sum fara at hava konsertina.
Teir fara at spæla sonatir eftir Johann Sebastian
Bach, Wolfgang Amadeus Mozart og Ludwig
van Beethoven. Konsertin byrjar kl. 16.00
sunnudagin.
KT-risi fingið navn
Fyri ikki so langari tíð síðani gjørdist greitt, at tríggjar av
stóru føroysku fyritøkunum innan KT og samskifti løgdu
saman. Talan er um Farodane, Com-Data og ReproZ, og
nú hevur nýggi KT- og samskiftisrisin fingið navn.
Nýggja samtakið fer at eita NEMA, og KT-parturin hevur
fingið navnið SENTA. Hinar fyritøkurnar í samtakinum
eru CASA, ið selur designinnbúgv til heim og
skrivstovur, City, ið er heildarveitari av skrivstovuútgerð
til privatfólk og vinnulív, skeiðsdepilin Kvasir og lýsinga-
og samskiftisfyritøkan ReproZ.
– Skal eg renna í mínum tjóðarbúna,
so má eg í býin at keypa mær eina
troyggju í føroysku litunum, sigur Klaus
Rasmussen, ið hevur búð helvtina av
lívinum í Føroyum
Mynd: Jens Kristian Vang