Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-06-15, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 15. juni 2007síða 11

‹ fyrra síða allar 160 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 tíðindi Nr. 113 - 15. juni 2007 avbjóðingin verður, liggur ikki fast enn. Familjan hev­ ur tó gjørt av, hvar í Dan­ mark tey skulu búgva. - Vit hava keypt íbúð á Amager, tí vit máttu jú finna ein skúla til yngstu dóttrina, sum fer í sjeynda flokk eftir summarfrítíðina. Men hvussu framtíðin ann­ ars verður, havi eg onga støðu tikið til. Fyribils ar­beiði eg her til 1. juli, og so fer fyritøkan í summarfrí, og tað fari eg eisini. Tá hon er av, taki eg støðu til, hvat síðani skal henda, sigur Klaus Rasmussen, sum kort­ ini viðgongur, at hann hevur størv í boði í Danmark. Brenna ongar brýr Tá vit spyrja Klaus, um hann nú fer at royna okkurt nýtt, fyri síðani eftir nøkrum árum at venda aftur til sítt gamla starv sigur hann, at tað er ikki ætlanin. - Eg ætli mær at royna okk­urt nýtt, punktum!, sig­ ur hann. Men hann sigur sam­stund­ is, at tey ikki ætla sær at selja húsini, tey skulu verða verandi, um ikki annað so sum summarhús. - Vit koma aftur til Føroya at ferðast, eingin ivi um tað. So tað verður á ongan hátt talan um at brenna nakr­ ar brýr, nú vit flyta til Dan­ markar at búgva, sigur Klaus Rasmussen. Tíðin at flyta er annars hin allarbesta fyri familjuna. Elsti sonurin, Rasmus, hev­ ur búð nøkur ár í Danmark, Kristina verður liðug við stud­ent nú, og ætlar sær kortini niður at lesa. Næst­ yngsti drongurin hevur tik­ ið 10. flokk á einum eftir­ skúla á Fjóni, og hevur tí­skil verið niðri í eitt ár, og hin yngsta skal í 7. flokk eftir summarfrítíðina. Og hon gleðir seg at sleppa til Dan­markar at búgva. Eisini Klaus sjálvur gleð­ ir seg til ein nýggja ger­and­ is­dag. - Sum grannskoðari livir og arbeiðir tú eftir einum kal­endara. Alt er lagt í fast­ ar karmar. Tú ert á sín vís sum bundin í tjóðri. Tú hevur títt starv, og tú hevur tína tagnarskyldu; og tað er ikki alt, tú kans tilláta tær at gera, um fólk skulu taka teg í álvara, sigur hann. Men Klaus Rasmussen hev­ur eisini í sínum starvi sum grannskoðari verði nýtt­ ­ur í nógvum øðrum høp­um, eisini hjá tí almenna í yms­ um arbeiðsbólkum. Sein­ast sum limur í strategi­bólkinum fyri samfelags­bygn­að í sam­ bandi við Visjón 2015. Eis­ ini hevur hann verið limur í Oljuráð­legg­ingar­nevnd­ini hjá Olju­fyrisitingini í Lands­ stýr­inum. Eisini í vanliga arbeið­in­ um við kundunum hevur ver­ ið nógv ráðgeving, og tað heldur Klaus Rasmussen hevur verið ógvuliga spenn­ andi at fingist við. Tað hev­ ur verið tíðarkrevjandi og til tíðir eisini stressandi, men fram um alt spenn­andi. Glaður fyri Føroyar Hvussu hava so hesi 25 árini í Føroyum sum grann­ skoðari verið? - Tað hevur verið strævið við longum døgum, men tað hevur fram um alt verið áhuga­vert. Nógvu arbeiðs­ tím­arnir hava gjørt, at eg ikki altíð havi havt líka nógva tíð við familjuni, sum eg kundi ynskt, men hin­ vegin hevur stuðulin heim­ aní­frá altíð verið ógvuliga stór­ur, sigur Klaus Rasmussen. Men ikki bara í arbeið­in­ um hevur hann trivist væl. Eisini tað fakta, at hann hev­ ur livað hesi 25 árini í Før­ oyum, er hann fegin um. - Tá eg havi havt við dansk­ar kundar at gera, ella eg havi verið í Danmark, antin í arbeiðsørindum ella til onnur høvi, so má eg siga, at eg eri glaður um, at eg havi havt mína tilveru í Føroyum. Tað er ein annar máti at liva uppá, sigur Klaus Rasmussen. Hann hevur, sum so mangir aðrir danir, ið hava búð drúgv áramál í Før­oy­ um, valt ikki at tosa før­ oyskt. Ikki alment, í hvussu er. Vit spyrja, um orsøkin er, at føroyingar á mangan hátt eru so primitivir, at teir hava hug at gera gjøldur burtur úr fólki, ið royna at tosa føroyskt? - Ja, nú nevndi tú sjálvur orðið primitivir. Men eg veit ikki. Eg hoyri mangar danar tosa føroyskt, har eg haldi, tað hevði verið fræg­ ari um teir tosaðu danskt. So eg vil heldur tosa eitt rími­liga gott danskt, sum øll skilja, enn føroyskt, sum kanska ikki øll skilja. So eg haldi meg til at tosa føroyskt heima við hús við konu og børn, sigur Klaus Rasmus­ sen. Men árini í Føroyum hava eftir øllum at døma havt sína ávirkan á máli hjá Klaus, tí tað hendir seg meiri enn so, at danir spyrja, hvar hann kemur frá. Okk­ urt dømi er enntá um, at tey hava ferðast í Danmark, og tá tey so – spurd – svara, at tey koma úr Føroyum, fáa tey ofta kompliment fyri at tosa væl danskt. - Serliga eg, og so takki eg bara fyri, sigur Klaus við einum brosi á varr­un­um. Føroyingur meiri enn dani Tá Klaus kom til Føroya, byrjaði hann sum omanfyri nevnt at spæla fótbólt í B36, og kom harvið í sam­ band við hópin av fólki. Klaus var eisini ein sera dugna­ligur fótbóltsspælari, so dugnaligur, at hann varð roknaður millum allarbestu leikararnar í føroyskum fót­ bólti fyrst í 80-árunum. Men tað fæst hann ikki við longur. - Nei, tað tola knøini ikki. Men eg renni maraton í staðin. Tað er bara beint fram – og so sleppur tú und­ an takl­ingunum, sigur Klaus Rasmussen. So sjálvt um hann og konan í ein ávísan mun íðka dans, serliga latínamerik­ ansk­an dans, so er tað renn­ ingin, ið hugar honum best. - Dansur er frálíkur, tí tað er nakað, sum eg og konan kunnu íðka saman, og tað gevur ótrúliga góða motión. Men maraton er tað, mær dámar best. Eg havi luttikið í fleiri kappingum áður, og nú fari eg til New York Marathon, sigur Klaus. Hann hevur luttikið í trim­ um kappingum í Keyp­ manna­havn, einari á Norður­ sælandi og trimum í Berlin. Kendastu kappingarnar eru umframt Berlin og New York eisini London marat­ on’ið. Og nú stendur sum sagt New York fyri stavn. Hetta hevur ligið leingi í kortunum, og tá tað varð greitt, at Klaus ætlaði sær vestur um hav, vildi Nicolaj eisini við at luttaka. Og tað var í lagi, pápin skuldi rinda fyri ferðina, um Nicolaj byrj­aði at venja. - Og hann byrjaði longu í fjør, so hann var við til maraton’ið í Berlin. Tað var ein ógvuliga stór uppliving fyri hann, tí har stendur umleið ein millión fólk fram­við rutuni og eggjar renn­arunum, sum eru einir 40.000 í tali, sigur Klaus. Og so kom brennandi spurn­ingurin: Kennir tú teg sum føroying ella sum dana? - Eg haldi eg má siga, at eg kenni meg meiri sum føroy­ing. Eitt syskinabarn hjá mær var við í Berlin, og hann verður eisini við í New York. Hann fann uppá, at vit skulu renna í okkara tjóðardrakt við Dannebrog á, tí fólk eggja altíð mest teim­um, ið renna í sínum tjóðarmerki. Tað helt eg at byrja við var fínt, men meiri eg hugsaði um tað, meiri sann­førdur gjørdist eg um, at eg kundi ikki renna við Danne­brog sum mínum tjóðarmerki. So nú má eg í býin at keypa mær troyggju í føroysku litunum, sigur Klaus Rasmussen at enda í samrøðu við Sosialin. m føroying Føddur: 23. september 1957 Útbúgving: cand.polit (samfelagsbúskapar- frøðingur) 1982, statsautoriseraður grannskoðari 1993 Starv: Grannskoðari síðani 1982, stjóri í Rasmussen & Weihe síðani 1993 Giftur: Ann Mari Rasmussen, fyrr Olsen Børn: Rasmus 26 ár Kristina 19 ár Nicolaj 17 ár Sarah 12 ár FAKTA UM KLAUS RASMUSSEN Floghavn er nú P/F Landsstýrismaðurin í Vinnumálum, Bjarni Djurholm, hevur í dag stovnað P/F Vága Floghavn. P/F Vága Floghavn er sett á stovn við tí endamáli at reka floghavns­virksemi og aðra vinnu, sum hevur samband við hetta virksemi. Í nevndini hjá P/F Vága Floghavn sita: Kitty May Ellefsen, Andras Róin, Jóhan í Niðristovu, Árni Arge og Evy Jacobsen. Flogvallarovastin, Finnbogi Niclasen, er settur sum stjóri í P/F Vága Floghavn. Vatn drekkast aftur Fyri nøkrum døgum síðani sendi Tórshavnar kommunu skriv út til fleiri stovnar í høvuðsstaðnum um at kóka vatnið, tí vandi var fyri, at vatnið var dálkað. Nú vísir tað seg, at eingin vandi er við at drekka vatnið í høvuðs­staðn­um. Heilsu­frøði­ liga starvsstovan hevur tikið royndir av vatn­inum, og roynd­ irnar vísa, at ongar vandamiklar bakt­eriur eru í vatninum. Hetta visti Útvarpið at siga í gjár­kvøldið. Í morgin fara stovn­ arnir at fáa boð um, at teir ikki nýtast at kóka vatnið longur, og tí kunnu børn og gomul drekka kranavatn aftur í Havnini.