fríggjadagur 15. juni 2007síða 11
‹ fyrra síða allar 160 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
tíðindi
Nr. 113 - 15. juni 2007
avbjóðingin verður, liggur
ikki fast enn. Familjan hev
ur tó gjørt av, hvar í Dan
mark tey skulu búgva.
Vit hava keypt íbúð á
Amager, tí vit máttu jú
finna ein skúla til yngstu
dóttrina, sum fer í sjeynda
flokk eftir summarfrítíðina.
Men hvussu framtíðin ann
ars verður, havi eg onga
støðu tikið til. Fyribils
arbeiði eg her til 1. juli, og
so fer fyritøkan í summarfrí,
og tað fari eg eisini. Tá hon
er av, taki eg støðu til, hvat
síðani skal henda, sigur
Klaus Rasmussen, sum kort
ini viðgongur, at hann hevur
størv í boði í Danmark.
Brenna ongar brýr
Tá vit spyrja Klaus, um
hann nú fer at royna okkurt
nýtt, fyri síðani eftir nøkrum
árum at venda aftur til sítt
gamla starv sigur hann, at
tað er ikki ætlanin.
Eg ætli mær at royna
okkurt nýtt, punktum!, sig
ur hann.
Men hann sigur samstund
is, at tey ikki ætla sær at
selja húsini, tey skulu verða
verandi, um ikki annað so
sum summarhús.
Vit koma aftur til Føroya
at ferðast, eingin ivi um
tað. So tað verður á ongan
hátt talan um at brenna nakr
ar brýr, nú vit flyta til Dan
markar at búgva, sigur
Klaus Rasmussen.
Tíðin at flyta er annars
hin allarbesta fyri familjuna.
Elsti sonurin, Rasmus, hev
ur búð nøkur ár í Danmark,
Kristina verður liðug við
student nú, og ætlar sær
kortini niður at lesa. Næst
yngsti drongurin hevur tik
ið 10. flokk á einum eftir
skúla á Fjóni, og hevur
tískil verið niðri í eitt ár, og
hin yngsta skal í 7. flokk
eftir summarfrítíðina. Og
hon gleðir seg at sleppa til
Danmarkar at búgva.
Eisini Klaus sjálvur gleð
ir seg til ein nýggja gerand
isdag.
Sum grannskoðari livir
og arbeiðir tú eftir einum
kalendara. Alt er lagt í fast
ar karmar. Tú ert á sín vís
sum bundin í tjóðri. Tú
hevur títt starv, og tú hevur
tína tagnarskyldu; og tað er
ikki alt, tú kans tilláta tær at
gera, um fólk skulu taka teg
í álvara, sigur hann.
Men Klaus Rasmussen
hevur eisini í sínum starvi
sum grannskoðari verði nýtt
ur í nógvum øðrum høpum,
eisini hjá tí almenna í yms
um arbeiðsbólkum. Seinast
sum limur í strategibólkinum
fyri samfelagsbygnað í sam
bandi við Visjón 2015. Eis
ini hevur hann verið limur í
Oljuráðleggingarnevndini
hjá Oljufyrisitingini í Lands
stýrinum.
Eisini í vanliga arbeiðin
um við kundunum hevur ver
ið nógv ráðgeving, og tað
heldur Klaus Rasmussen
hevur verið ógvuliga spenn
andi at fingist við. Tað hev
ur verið tíðarkrevjandi og til
tíðir eisini stressandi, men
fram um alt spennandi.
Glaður fyri Føroyar
Hvussu hava so hesi 25
árini í Føroyum sum grann
skoðari verið?
Tað hevur verið strævið
við longum døgum, men tað
hevur fram um alt verið
áhugavert. Nógvu arbeiðs
tímarnir hava gjørt, at eg
ikki altíð havi havt líka
nógva tíð við familjuni, sum
eg kundi ynskt, men hin
vegin hevur stuðulin heim
anífrá altíð verið ógvuliga
stórur,
sigur
Klaus
Rasmussen.
Men ikki bara í arbeiðin
um hevur hann trivist væl.
Eisini tað fakta, at hann hev
ur livað hesi 25 árini í Før
oyum, er hann fegin um.
Tá eg havi havt við
danskar kundar at gera, ella
eg havi verið í Danmark,
antin í arbeiðsørindum ella
til onnur høvi, so má eg
siga, at eg eri glaður um, at
eg havi havt mína tilveru í
Føroyum. Tað er ein annar
máti at liva uppá, sigur
Klaus Rasmussen.
Hann hevur, sum so
mangir aðrir danir, ið hava
búð drúgv áramál í Føroy
um, valt ikki at tosa før
oyskt. Ikki alment, í hvussu
er. Vit spyrja, um orsøkin
er, at føroyingar á mangan
hátt eru so primitivir, at teir
hava hug at gera gjøldur
burtur úr fólki, ið royna at
tosa føroyskt?
Ja, nú nevndi tú sjálvur
orðið primitivir. Men eg
veit ikki. Eg hoyri mangar
danar tosa føroyskt, har eg
haldi, tað hevði verið fræg
ari um teir tosaðu danskt.
So eg vil heldur tosa eitt
rímiliga gott danskt, sum
øll skilja, enn føroyskt, sum
kanska ikki øll skilja. So eg
haldi meg til at tosa føroyskt
heima við hús við konu og
børn, sigur Klaus Rasmus
sen.
Men árini í Føroyum hava
eftir øllum at døma havt
sína ávirkan á máli hjá
Klaus, tí tað hendir seg
meiri enn so, at danir spyrja,
hvar hann kemur frá. Okk
urt dømi er enntá um, at tey
hava ferðast í Danmark, og
tá tey so – spurd – svara, at
tey koma úr Føroyum, fáa
tey ofta kompliment fyri at
tosa væl danskt.
Serliga eg, og so takki eg
bara fyri, sigur Klaus við
einum brosi á varrunum.
Føroyingur meiri
enn dani
Tá Klaus kom til Føroya,
byrjaði hann sum omanfyri
nevnt at spæla fótbólt í
B36, og kom harvið í sam
band við hópin av fólki.
Klaus var eisini ein sera
dugnaligur fótbóltsspælari,
so dugnaligur, at hann varð
roknaður millum allarbestu
leikararnar í føroyskum fót
bólti fyrst í 80árunum.
Men tað fæst hann ikki við
longur.
Nei, tað tola knøini ikki.
Men eg renni maraton í
staðin. Tað er bara beint
fram – og so sleppur tú und
an taklingunum, sigur Klaus
Rasmussen.
So sjálvt um hann og
konan í ein ávísan mun íðka
dans, serliga latínamerik
anskan dans, so er tað renn
ingin, ið hugar honum best.
Dansur er frálíkur, tí tað
er nakað, sum eg og konan
kunnu íðka saman, og tað
gevur ótrúliga góða motión.
Men maraton er tað, mær
dámar best. Eg havi luttikið
í fleiri kappingum áður, og
nú fari eg til New York
Marathon, sigur Klaus.
Hann hevur luttikið í trim
um kappingum í Keyp
mannahavn, einari á Norður
sælandi og trimum í Berlin.
Kendastu kappingarnar eru
umframt Berlin og New
York eisini London marat
on’ið. Og nú stendur sum
sagt New York fyri stavn.
Hetta hevur ligið leingi í
kortunum, og tá tað varð
greitt, at Klaus ætlaði sær
vestur um hav, vildi Nicolaj
eisini við at luttaka. Og tað
var í lagi, pápin skuldi rinda
fyri ferðina, um Nicolaj
byrjaði at venja.
Og hann byrjaði longu í
fjør, so hann var við til
maraton’ið í Berlin. Tað var
ein ógvuliga stór uppliving
fyri hann, tí har stendur
umleið ein millión fólk
framvið rutuni og eggjar
rennarunum, sum eru einir
40.000 í tali, sigur Klaus.
Og so kom brennandi
spurningurin: Kennir tú teg
sum føroying ella sum
dana?
Eg haldi eg má siga, at
eg kenni meg meiri sum
føroying. Eitt syskinabarn
hjá mær var við í Berlin, og
hann verður eisini við í
New York. Hann fann uppá,
at vit skulu renna í okkara
tjóðardrakt við Dannebrog
á, tí fólk eggja altíð mest
teimum, ið renna í sínum
tjóðarmerki. Tað helt eg at
byrja við var fínt, men meiri
eg hugsaði um tað, meiri
sannførdur gjørdist eg um,
at eg kundi ikki renna við
Dannebrog sum mínum
tjóðarmerki. So nú má eg í
býin at keypa mær troyggju
í føroysku litunum, sigur
Klaus Rasmussen at enda í
samrøðu við Sosialin.
m føroying
Føddur:
23. september 1957
Útbúgving: cand.polit (samfelagsbúskapar-
frøðingur) 1982,
statsautoriseraður grannskoðari 1993
Starv:
Grannskoðari síðani 1982, stjóri í
Rasmussen & Weihe síðani 1993
Giftur:
Ann Mari Rasmussen, fyrr Olsen
Børn:
Rasmus 26 ár
Kristina 19 ár
Nicolaj 17 ár
Sarah 12 ár
FAKTA UM KLAUS RASMUSSEN
Floghavn er nú P/F
Landsstýrismaðurin í Vinnumálum, Bjarni
Djurholm, hevur í dag stovnað P/F Vága Floghavn.
P/F Vága Floghavn er sett á stovn við tí endamáli
at reka floghavnsvirksemi og aðra vinnu, sum
hevur samband við hetta virksemi. Í nevndini hjá
P/F Vága Floghavn sita: Kitty May Ellefsen,
Andras Róin, Jóhan í Niðristovu, Árni Arge og
Evy Jacobsen. Flogvallarovastin, Finnbogi
Niclasen, er settur sum stjóri í P/F Vága Floghavn.
Vatn drekkast aftur
Fyri nøkrum døgum síðani sendi Tórshavnar kommunu skriv
út til fleiri stovnar í høvuðsstaðnum um at kóka vatnið, tí
vandi var fyri, at vatnið var dálkað. Nú vísir tað seg, at eingin
vandi er við at drekka vatnið í høvuðsstaðnum. Heilsufrøði
liga starvsstovan hevur tikið royndir av vatninum, og roynd
irnar vísa, at ongar vandamiklar bakteriur eru í vatninum.
Hetta visti Útvarpið at siga í gjárkvøldið. Í morgin fara stovn
arnir at fáa boð um, at teir ikki nýtast at kóka vatnið longur,
og tí kunnu børn og gomul drekka kranavatn aftur í Havnini.