Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-06-15, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 15. juni 2007síða 11

‹ fyrra síða allar 160 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 113 • 15. juni 2007 Vikuskifti 11 yskur við. Við ikki at vera fulla tíð, eru møguleikarnir størri fyri at gera útbúgvingina lidna, sigur hann. Í ár hava harða arbeiðið við at tryggja Lyngby pláss í bestu deildini og ferðin til Føroyar við landsliðnum gjørt, at Christian ikki hevur tikið allar próvtøkurnar, ið annars vóru á skránni. Men onkra próvtøku havi eg tikið í ár, og eg vænti at kunna taka útbúgvingina eftir fýra ár í mun til tey trý, sum er vanligt. Lærarayrkið er eitt yrki, sum Christiani dámar væl. – Mær dámar at arbeiða við fólki. Eg vil ikki sita á míni fløtu. Eg vil hava menniskjaligar avbjóðingar, og so eri eg áhug­ aður í pedagogikki eisini. Mær hevur dámt væl praktikkin, ja, faktisk munandi betur enn skúla­ gongdina. Ofta er langt frá teori til praksis, og tað, sum vit læra á læraraskúlanum, kann onkuntíð tykjast nokkso abstrakt, meðan praktikkin gevur meining. Tað er hart, men eisini gott. Stuttligt at fáa rós Meðan vit tøma síðstu kaffi­ kopparnar í sólini uttan fyri Pixie, spyrji eg Christian um leysasøgurnar, ið bold.dk ber hendan morgunin, um at feløg í Onglandi og Hollandi eru áhugað í honum eftir avrikið móti Skotlandi. – Ja, hatta eru leysasøgur. Eg havi so einki hoyrt um tað. Hesa vikuna hugsi eg ikki um annað enn at gleðast um uppflytingina, og tað vil eg sleppa at gera í frið. Men tað er sjálvandi eitt herðaklapp og feitt at hoyra tílíkt, tí øllum dámar jú at fáa rós. Men sum er, dugi eg ikki at síggja, at eg skuldi fari frá Lyngby og útbúgvingini. Men sjálvandi, man skal ongantíð siga ongantíð. … um Keypmannahavn Síðan eg flutti til Keypmannahavnar, eri eg fluttur fimm ferðir, so nú gleði eg meg til at fáa egna íbúð. Keypmannahavn er ein feitur býur. Eg flutti higar úr einum býi við einans 45.000 fólkum, og tað kendi eg sum øgiliga smátt. Í Keypmannahavn eru nógv fleiri tilboð, man kann gera alt her. Eisini haldi eg arkitekturin í Keypmannahavn vera feitan. Mær dámar eisini væl, at her eru so nógvar góðar kaféir. … um tónleik Tónleikur hevur sera nógv at siga fyri meg. Eg lurti altíð eftir tónleiki, tá eg eri við hús, og var tað ikki tí, at mín iPod var í ólagið, so hevði eg eisini havt tónleik í oyrunum, tá eg var úti. Eg havi arbeitt sum plátuvendari her á Pixie. Mær dámar best rokktónleik, bleytan og harðan. Eg eri rættiliga glaður fyri indie rokk, og mær dámar nøvn sum Interpol, Arcade Fire, The Strokes, The Streets og Neil Young . Christian Lamhauge Holst er 25 ár Hann býr í Keypmannahavn Hann er sonur Berghild Lamhauge úr Havn og Hans Henrik Holst úr Keypmannahavn Christian er uppvaksin í Thurø Hann hevur umboðað fótbóltsfeløgini: Thurø Boldklub, Svendborg Boldklub og Lyngby Boldklub Christian hevur spælt fýra landsdystir fyri Føroyar: Skotland­Føroyar 2003 (skiftur inn) Georgia­Føroyar 2007 (skiftur inn) Føroyar­Italia 2007 (skiftur inn) Føroyar­Skotland 2007 (við frá byrjan) Fakta