Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-06-15, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 15. juni 2007síða 15

‹ fyrra síða allar 160 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

15 tíðindi Nr. 113 - 15. juni 2007 Tíðindaskriv Leygardagin verður fundur fy­ri fólkafloksáhugaðum á Ho­tel Tórshavn í Vágsbotni. Tá fara Henriette Kjær og Pia Christmas-Møller úr dans­ka Konservativa Fólka­ flokk­inum millum annað at si­ga frá, hvussu tær hava bor­ið seg at við at troðka menn­inar í flokkinum av rók­ini. Fundurin byrjar stund­is­li­ ga klokkan 16.30 og endar klokk­an 18.00. Konservativi Fólka­flokk­ urin er hetta vikuskifti í Før­ oyum í sambandi við, at flokk­urin heldur árliga "somm­er­møde" her. Skráin er: Marita Hentze bjóðar væl­kom­in. Henriette Kjær og Pia Christ­mas-Møller hava orð­ið. Spurn­ingar og orðaskifti. Kaffi og frukt. Fund­urin er ætlaður øllum fólka­floksáhugaðum. Møtið fjølment! Liggjandi góðveður - Veðrið fer at halda sær um vikuskiftið og út í næstu vi­ku, sigur veðurmaðurin, Pet­ur Skeel. Seinastu tvær vik­ur­nar hava vit havt rætt­i­ ligt summarveður her á lan­ di. Samstundis regnar í Dan­ mark, skíðveður er í Noregi og nógv avfall er á øðrum støð­um kring heimin. Einki bend­ir kortini á, at góða før­ oys­ka summarveðrið er lið­ ugt við tað fyrsta. Um vi­ku­ skiftið boðar veðurmaðurin frá turrveðri og sól, við mø­gu­leika fyri onkrum mjør­ka­flókum. Í næstu viku verð­ur landnyrðingurin ligg­ jan­di, og heldur veðrið fram á sama hátt. - Væntast kann mjør­ki og regn av og á, sig­ ur Petur. Oljuleki rekur djór burtur Eitt óhapp á flogvøllinum í Kulusuk í Grønlandi hevur havt við sær, at 88.000 litrar av dieselolju eru runnir úr einum tanga og oman á sjógv. Tann fyrsta metingin var, at oljan fór ikki at órógva djóralívið í sjónum við flogvøllin, men nú siga veiðimenninir, at oljan hevur rikið kóp og onnur djór burtur frá landi. Hetta er annars góð veiðitíð til kóp, men veiðimenninir í Kulusuk halda, at tann rami oljulukturin ger, at kópurin heldur seg langt úr landi. Deyðsfella hjá Landsverki Seinastu dagarnar hevur ein gravimaskina hjá Landsverki staðið við útkoyringina á Sandvíkarhjalla. Fleiri bilførarar hava gjørt Sosialin varugan við hetta. Maskinan, sum hevur staðið still í fleiri dagar, tekur sýnið norðureftir frá teimum, sum skulu koyra út av Sandvíkarhjalla. Sum Sosialurin skilir, hevur Landsverk sett maskinuna har fyri at forða teimum, sum leggja fjarhitarørini at grava longur. Vit royndu at fáa fatur á Oyvindi Brimnes, stjóra í Landsverki, men hann var ikki at hitta. Vit spurdu løgregluna, sum fór á staðið at kanna málið. Løgreglan gav beinanvegin Landsverki boð um at flyta maskinuna. Sum myndin sýnir er talan um skilaleysa – og sera vandamikla – parkering. Fólka­floks­kvinn­ ur fingið vit­jan úr Dan­mark Fólkatingslimirnir Henriette Kjær og Pia Christmas Møller úr konservativa fólkaflokkinum eru á vitjan hjá fólkaflokkskvinnum Eitt samstarv millum skúla, sosialar myn­ du­g­leik­ar og politiið, verð­ur nú sett á stovn í Føroyum Stig verður nú tikið til at seta á stovn eitt sokallað SSP samstarv. Tað eru lands­stýris­menninir í men­ ta­mál­um o­g almanna- og heil­su­mál­um, sum saman við fút­an­um hava sett á stovn hetta sam­starv. SSP er eitt samstarv mill­ um skúla, sosialar myn­du­g­ leik­ar og politiið, og sum ein liður í fyrireikandi ar­beið­num hesum við­ví­k­j­ an­­di verður skipað fyri eini ráð­stevnu fyri avvarðandi part­ar­nar á økinum. Tað vil si­ga myndugleikum, stovn­ um og øðrum, sum varða av børn­um og ungum. Tað eru lands­stýri­s­menninir og fút­in sum hava gjørt av at ski­pa fyri hesum tiltaki. Endamálið við ráð­stev­­n­ uni er at kunna fólki um æt­laða SSP samstarvið, og at fáa íblástur til framh­ald­ an­di arbeiði innan hetta øki. Fyriskiparar og íverksetarar miða harafturat eftir at fáa sett ítøkiligar fyri­skipanir í verk, soleiðis at eitt skipa samstarv á hes­ um øki kann byrja í heyst. SSP-ráðstevnan verður hild­in í veitsluhøllini á Lands­sjúk­ra­húsinum í dag seinnapartin. SSP samstarv skipað Ein ráðstevna um samstarvið millum skúla, sosialar myndugleikar og politiið verður í veitsluhøllini á Landssjúkrahúsinum seinnapartin Tilvildarlig mynd