fríggjadagur 15. juni 2007síða 15
‹ fyrra síða allar 160 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
tíðindi
Nr. 113 - 15. juni 2007
Tíðindaskriv
Leygardagin verður fundur
fyri fólkafloksáhugaðum á
Hotel Tórshavn í Vágsbotni.
Tá fara Henriette Kjær og
Pia Christmas-Møller úr
danska Konservativa Fólka-
flokkinum millum annað at
siga frá, hvussu tær hava
borið seg at við at troðka
menninar í flokkinum av
rókini.
Fundurin byrjar stundisli-
ga klokkan 16.30 og endar
klokkan 18.00.
Konservativi Fólkaflokk-
urin er hetta vikuskifti í Før-
oyum í sambandi við, at
flokkurin
heldur
árliga
"sommermøde" her. Skráin
er: Marita Hentze bjóðar
vælkomin. Henriette Kjær
og Pia Christmas-Møller
hava orðið. Spurningar og
orðaskifti. Kaffi og frukt.
Fundurin er ætlaður øllum
fólkafloksáhugaðum.
Møtið fjølment!
Liggjandi
góðveður
- Veðrið fer at halda sær um
vikuskiftið og út í næstu
viku, sigur veðurmaðurin,
Petur Skeel. Seinastu tvær
vikurnar hava vit havt rætti-
ligt summarveður her á lan-
di. Samstundis regnar í Dan-
mark, skíðveður er í Noregi
og nógv avfall er á øðrum
støðum kring heimin. Einki
bendir kortini á, at góða før-
oyska summarveðrið er lið-
ugt við tað fyrsta. Um viku-
skiftið boðar veðurmaðurin
frá turrveðri og sól, við
møguleika
fyri
onkrum
mjørkaflókum. Í næstu viku
verður landnyrðingurin ligg-
jandi, og heldur veðrið fram
á sama hátt. - Væntast kann
mjørki og regn av og á, sig-
ur Petur.
Oljuleki rekur djór burtur
Eitt óhapp á flogvøllinum í Kulusuk í Grønlandi hevur
havt við sær, at 88.000 litrar av dieselolju eru runnir úr
einum tanga og oman á sjógv. Tann fyrsta metingin var, at
oljan fór ikki at órógva djóralívið í sjónum við flogvøllin,
men nú siga veiðimenninir, at oljan hevur rikið kóp og
onnur djór burtur frá landi. Hetta er annars góð veiðitíð til
kóp, men veiðimenninir í Kulusuk halda, at tann rami
oljulukturin ger, at kópurin heldur seg langt úr landi.
Deyðsfella hjá Landsverki
Seinastu dagarnar hevur ein gravimaskina hjá Landsverki staðið
við útkoyringina á Sandvíkarhjalla. Fleiri bilførarar hava gjørt
Sosialin varugan við hetta. Maskinan, sum hevur staðið still í fleiri
dagar, tekur sýnið norðureftir frá teimum, sum skulu koyra út av
Sandvíkarhjalla. Sum Sosialurin skilir, hevur Landsverk sett
maskinuna har fyri at forða teimum, sum leggja fjarhitarørini at
grava longur. Vit royndu at fáa fatur á Oyvindi Brimnes, stjóra í
Landsverki, men hann var ikki at hitta. Vit spurdu løgregluna, sum
fór á staðið at kanna málið. Løgreglan gav beinanvegin Landsverki
boð um at flyta maskinuna. Sum myndin sýnir er talan um
skilaleysa – og sera vandamikla – parkering.
Fólkaflokskvinn
ur fingið vitjan
úr Danmark
Fólkatingslimirnir Henriette Kjær og Pia Christmas Møller úr konservativa fólkaflokkinum eru á vitjan hjá fólkaflokkskvinnum
Eitt samstarv millum
skúla, sosialar myn
dugleikar og politiið,
verður nú sett á stovn
í Føroyum
Stig verður nú tikið til at
seta á stovn eitt sokallað
SSP samstarv. Tað eru
landsstýrismenninir í men-
tamálum og almanna- og
heilsumálum, sum saman
við fútanum hava sett á
stovn hetta samstarv.
SSP er eitt samstarv mill-
um skúla, sosialar myndug-
leikar og politiið, og sum
ein liður í fyrireikandi
arbeiðnum hesum viðvíkj-
andi verður skipað fyri eini
ráðstevnu fyri avvarðandi
partarnar á økinum. Tað vil
siga myndugleikum, stovn-
um og øðrum, sum varða
av børnum og ungum. Tað
eru landsstýrismenninir og
fútin sum hava gjørt av at
skipa fyri hesum tiltaki.
Endamálið við ráðstevn-
uni er at kunna fólki um
ætlaða SSP samstarvið, og
at fáa íblástur til framhald-
andi arbeiði innan hetta
øki.
Fyriskiparar
og
íverksetarar miða harafturat
eftir at fáa sett ítøkiligar
fyriskipanir í verk, soleiðis
at eitt skipa samstarv á hes-
um øki kann byrja í heyst.
SSP-ráðstevnan
verður
hildin í veitsluhøllini á
Landssjúkrahúsinum í dag
seinnapartin.
SSP samstarv skipað
Ein ráðstevna um samstarvið
millum skúla, sosialar
myndugleikar og politiið
verður í veitsluhøllini
á Landssjúkrahúsinum
seinnapartin
Tilvildarlig mynd