Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-06-15, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 15. juni 2007síða 18

‹ fyrra síða allar 160 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Nr. 113 - 15. juni 2007 Nú sunnudagin verður Sanne­trina Jensen úr Sør­vági 90 ár. Hon er ættað úr Skopun, foreldrini vóru Els­upu og Wenningsted Han­sen. Sannetrina er elst av seks systkjum, tveir brøður og fýra systrar. Systrarnar giftust allar til Sørvágs. Eftir á lívi eru bara Sanne­ trina og næstyngsta systurin Jensia. Sannetrina giftist við Andriasi Jensen úr Myki­nesi, nevndur Andrias á Túvala. Hann var sonur Ragn­hild og Andrias Jensen á Túvala. Sannetrina og Andrias fingu seks børn. Tey eru Jonna, Pauli, Ragn­hild (Gugga), Wenningsted, Elian og Zakaria. Tey bú­settust øll í Sørvági uttan Ragn­hild, ið giftist til Skop­unar. Ommubørnini eru 18 í tali, herav 17 eru á lívi, og tað eru eisini komin ein hóp­ur av langommu­børnum. Sannetrina og Andrias hittust undir krígnum í Havn, tá ið hann gekk á sjó­ mansskúla. Hon tænti í Perl­uni, sum var ein matstova á Bryggjubakka. Her komu nógvir sjómans­skúlanæm­ ing­ar, og okkurt mundi spyrjast burtur úr! Tey giftust í 1945, og allar systrarnar komu so hvør eftir aðra til Sørvágs. Tann næsta kom at passa Sanne­trinu upp við hennara fyrsta barni, og soleiðis gekk tað, til allar vóru komn­ ar. Tað eydnaðist teimum báð­um at hava diamant­brúd­leyp, áðrenn Andrias andaðist í 2006 eftir stutta sjúkralegu, 88 ára gamal. Hann hevði verið sera rask­ur, inntil stutta tíð, áðrenn hann doyði. Ætlanin var, at tey skuldu búgva í Mykinesi, og tey fluttu út hagar eftir, at tey vóru gift. Men Andrias var sjó­ maður, og Sannetrina treivst ikki serliga væl í Myki­­nesi. Tað var ikki huga­ligt at vera einsamøll stór­an part av tíðini við børn­um í einum so fjar­ skotn­um plássi sum Myki­nes. Nógv jørð var at umsita í Sørvági, og hetta hevði nógv at siga tá á døgum. Tískil valdu tey at búsetast í Sørvági. Andrias var fiskimaður alla sína tíð, til hann kom til skaða 59 ára gamal, og tá gavst hann við sjólívinum. Hann sigldi eisini undir krígn­um, og kravdi hetta eisini sín mann. Hetta kundi eisini vera hart fyri tey, sum heima sótu. Sannetrina búleikaðist øll árini heima við sínum seks børnum. Afturat tí passaði hon neyt og alt tað, ið har hoyrir til. Sum fiskimanna­kona var tað eisini hon, sum mátti hava dagligu ábyrgd­ina av húsarhaldinum, og tað ábyrgdina livdi hon eis­ini upp til. Nú Sannetrina fyllir 90 ár, er hon líka lívsglað sum altíð. Altíð hevur hon verið røsk, eisini at binda, og tað er ikki smáting hon hevur bundið uppá børn og ommubørn gjøgnum árini, og røsk er hon framvegis. Hon er sera virkin pen­sjonistur, og hon er við í pen­sjonistafelagnum og til­ haldinum har vesturi, og hon ferðast eisini við pen­sjonistunum, tá høvi bíðst. Framvegis er hon eisini við, har avgerðirnar skulu takast, og hetta noyðast hennara sera tilkomnu børn at lata sær lynda. Tað má vera stuttligt at gerast so gamal, tá ein er so væl fyri. Aftaná kl 19 føðing­ar­dagin er hon at hitta hjá dótrini á Túgvu 1 í Havn. Ynskt verður Sannetrinu hjartaliga tillukku við teimum 90 árunum. ó Sannetrina 90 ár Famlijumynd. Aftasta rað f.v.: Venningsted, Pauli og Elian. Miðraðið: Gugga, Zakaria og Jonna. Fremst: Andreas og Sannetrina 90 ára føðingardagur Sunnudagin 17. juni fyllir Sannetrina Jensen Sørvágur 90 ár. Dagurin verður hildin á Hotel Tórshavn saman við børnunum. Aftaná kl. 19.00 er hon at hitta hjá dóttrini á Túgvu 1. 80 ára føðingardagur Týsdagin 19. juni verður Niels Juel Nolsøe, Dalagøta 18, Tórshavn, 80 ár. Dagurin verður hildin saman við familj­uni. 80 føðingardagur Týsdagin 19. juni verður Ragnhild Hansen í Klaksvík 80 ár. Hon verður at hitta hjá dóttrini Undir Hálsi 51 kl. 16-21. 75 ára føðingardagar Sunnudagin 17. juni fyllir Herborg Joensen, Leirvík, 75 ár. Dagurin verður hildin í Bygdarhúsinum í Leirvík kl. 18.00. 16. juni fyllir Harry Hansen inni Á Byrgi 13, Strondum, 75 ár. 70 føðingardagur Hin 3. juli verður Josefina Jacobsen, Toftir 70 ár. Dag­ urin verður hildin leygardagin 30.juni frá kl. 18:30 á Sjókafeini í Runavík. Øll eru vælkomin. 45 ára starvsdagur 15. juni hevði Sólrun Klein verið 45 ár í starvi sum skriv­stovukvinna hjá P/f Poul Hansen heilsølu í Havn. Brúdleyp Leygardagin tann 16. juni giftast í Keypmannahavn Eyðritt Haraldsen og Jan Marseille. Br. adr.: Fælledvej 132, DK 2791 Dragør. Silvurbrúdleyp Týdagin 19. juni hava hjúnini Sólgerð og Alexandur Joensen, Klaksvík, silvurbrúdleyp. Dagurin verður hildin í heiminum á Rættargøtu 16, frá kl 16. Har øll eru hjartaliga vælkomin. Hósdagin 14. juni fingu 24 næmingar handað prógv í mediatión (konfliktloysn), har tey læra at mekla mill­um partar, sum eru ósamdir. Tað er Sosialráðgevarafelag Føroya, sum skipaði fyri skeiðnum. Skeiðleiðari var Jette Binzer frá H&B Con­sult í Keypmannahavn. Aftara rað f.v.: Jette Bin­zer, undirvísari, Katarina Peter­sen, Anbjørg Apol, Mart­ina Hansen, Jenny Peter­sen, Ann Britt Mort­en­ sen, Súsanna Nolsøe, Finn­ur Joensen, Hildur Gram, Marjun í Kálvalíð, Selma Ellingsgaard, Ingvør í Har­aldsstovu, Elin Sigvardsen og Bergtóra Joensen Fremra rað f.v.: Súsanna Norden­ dal, Inna Sigvardsen, Bjørghild Djurhuus, Petra Arge Poulsen, Lene Rauf Nielsen, Birita Viderø, Hel­ena Fríðheim, Eliesar Jacobsen og Tonja Ziskason. Morid Jacob­ sen og Hervør Jacob­sen vanta á myndini. Mynd: Jens Kristian Vang Nýklaktir mediatorar nøvn