Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-06-15, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 15. juni 2007síða 18

‹ fyrra síða allar 160 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Nr. 113 - 15. juni 2007 Nú sunnudagin verður Sannetrina Jensen úr Sørvági 90 ár. Hon er ættað úr Skopun, foreldrini vóru Elsupu og Wenningsted Hansen. Sannetrina er elst av seks systkjum, tveir brøður og fýra systrar. Systrarnar giftust allar til Sørvágs. Eftir á lívi eru bara Sanne­ trina og næstyngsta systurin Jensia. Sannetrina giftist við Andriasi Jensen úr Mykinesi, nevndur Andrias á Túvala. Hann var sonur Ragnhild og Andrias Jensen á Túvala. Sannetrina og Andrias fingu seks børn. Tey eru Jonna, Pauli, Ragnhild (Gugga), Wenningsted, Elian og Zakaria. Tey búsettust øll í Sørvági uttan Ragnhild, ið giftist til Skopunar. Ommubørnini eru 18 í tali, herav 17 eru á lívi, og tað eru eisini komin ein hópur av langommubørnum. Sannetrina og Andrias hittust undir krígnum í Havn, tá ið hann gekk á sjó­ mansskúla. Hon tænti í Perluni, sum var ein matstova á Bryggjubakka. Her komu nógvir sjómansskúlanæm­ ingar, og okkurt mundi spyrjast burtur úr! Tey giftust í 1945, og allar systrarnar komu so hvør eftir aðra til Sørvágs. Tann næsta kom at passa Sannetrinu upp við hennara fyrsta barni, og soleiðis gekk tað, til allar vóru komn­ ar. Tað eydnaðist teimum báðum at hava diamantbrúdleyp, áðrenn Andrias andaðist í 2006 eftir stutta sjúkralegu, 88 ára gamal. Hann hevði verið sera raskur, inntil stutta tíð, áðrenn hann doyði. Ætlanin var, at tey skuldu búgva í Mykinesi, og tey fluttu út hagar eftir, at tey vóru gift. Men Andrias var sjó­ maður, og Sannetrina treivst ikki serliga væl í Mykinesi. Tað var ikki hugaligt at vera einsamøll stóran part av tíðini við børnum í einum so fjar­ skotnum plássi sum Mykines. Nógv jørð var at umsita í Sørvági, og hetta hevði nógv at siga tá á døgum. Tískil valdu tey at búsetast í Sørvági. Andrias var fiskimaður alla sína tíð, til hann kom til skaða 59 ára gamal, og tá gavst hann við sjólívinum. Hann sigldi eisini undir krígnum, og kravdi hetta eisini sín mann. Hetta kundi eisini vera hart fyri tey, sum heima sótu. Sannetrina búleikaðist øll árini heima við sínum seks børnum. Afturat tí passaði hon neyt og alt tað, ið har hoyrir til. Sum fiskimannakona var tað eisini hon, sum mátti hava dagligu ábyrgdina av húsarhaldinum, og tað ábyrgdina livdi hon eisini upp til. Nú Sannetrina fyllir 90 ár, er hon líka lívsglað sum altíð. Altíð hevur hon verið røsk, eisini at binda, og tað er ikki smáting hon hevur bundið uppá børn og ommubørn gjøgnum árini, og røsk er hon framvegis. Hon er sera virkin pensjonistur, og hon er við í pensjonistafelagnum og til­ haldinum har vesturi, og hon ferðast eisini við pensjonistunum, tá høvi bíðst. Framvegis er hon eisini við, har avgerðirnar skulu takast, og hetta noyðast hennara sera tilkomnu børn at lata sær lynda. Tað má vera stuttligt at gerast so gamal, tá ein er so væl fyri. Aftaná kl 19 føðingardagin er hon at hitta hjá dótrini á Túgvu 1 í Havn. Ynskt verður Sannetrinu hjartaliga tillukku við teimum 90 árunum. ó Sannetrina 90 ár Famlijumynd. Aftasta rað f.v.: Venningsted, Pauli og Elian. Miðraðið: Gugga, Zakaria og Jonna. Fremst: Andreas og Sannetrina 90 ára føðingardagur Sunnudagin 17. juni fyllir Sannetrina Jensen Sørvágur 90 ár. Dagurin verður hildin á Hotel Tórshavn saman við børnunum. Aftaná kl. 19.00 er hon at hitta hjá dóttrini á Túgvu 1. 80 ára føðingardagur Týsdagin 19. juni verður Niels Juel Nolsøe, Dalagøta 18, Tórshavn, 80 ár. Dagurin verður hildin saman við familjuni. 80 føðingardagur Týsdagin 19. juni verður Ragnhild Hansen í Klaksvík 80 ár. Hon verður at hitta hjá dóttrini Undir Hálsi 51 kl. 16­21. 75 ára føðingardagar Sunnudagin 17. juni fyllir Herborg Joensen, Leirvík, 75 ár. Dagurin verður hildin í Bygdarhúsinum í Leirvík kl. 18.00. 16. juni fyllir Harry Hansen inni Á Byrgi 13, Strondum, 75 ár. 70 føðingardagur Hin 3. juli verður Josefina Jacobsen, Toftir 70 ár. Dag­ urin verður hildin leygardagin 30.juni frá kl. 18:30 á Sjókafeini í Runavík. Øll eru vælkomin. 45 ára starvsdagur 15. juni hevði Sólrun Klein verið 45 ár í starvi sum skrivstovukvinna hjá P/f Poul Hansen heilsølu í Havn. Brúdleyp Leygardagin tann 16. juni giftast í Keypmannahavn Eyðritt Haraldsen og Jan Marseille. Br. adr.: Fælledvej 132, DK 2791 Dragør. Silvurbrúdleyp Týdagin 19. juni hava hjúnini Sólgerð og Alexandur Joensen, Klaksvík, silvurbrúdleyp. Dagurin verður hildin í heiminum á Rættargøtu 16, frá kl 16. Har øll eru hjartaliga vælkomin. Hósdagin 14. juni fingu 24 næmingar handað prógv í mediatión (konfliktloysn), har tey læra at mekla millum partar, sum eru ósamdir. Tað er Sosialráðgevarafelag Føroya, sum skipaði fyri skeiðnum. Skeiðleiðari var Jette Binzer frá H&B Consult í Keypmannahavn. Aftara rað f.v.: Jette Binzer, undirvísari, Katarina Petersen, Anbjørg Apol, Martina Hansen, Jenny Petersen, Ann Britt Morten­ sen, Súsanna Nolsøe, Finnur Joensen, Hildur Gram, Marjun í Kálvalíð, Selma Ellingsgaard, Ingvør í Haraldsstovu, Elin Sigvardsen og Bergtóra Joensen Fremra rað f.v.: Súsanna Norden­ dal, Inna Sigvardsen, Bjørghild Djurhuus, Petra Arge Poulsen, Lene Rauf Nielsen, Birita Viderø, Helena Fríðheim, Eliesar Jacobsen og Tonja Ziskason. Morid Jacob­ sen og Hervør Jacobsen vanta á myndini. Mynd: Jens Kristian Vang Nýklaktir mediatorar nøvn