fríggjadagur 15. juni 2007síða 31
‹ fyrra síða allar 160 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 113 - 15. juni 2007
31
Skaðafrøðingur
søkist
TRYGD leitar eftir skaðaviðgera
STARVIÐ
Talan er um spennandi starv, har høvuðsuppgáva tín verður
at standa fyri skaðaviðgerð, frá fráboðan til útgjald. Tú fert at
standa fyri skaðaviðgerð av ábyrgdarskaðum og kaskoskaðum
á privatakførum og vinnuakførum, umframt at tú fert at hava
um hendi skaðaviðgerð av leysafæi og bygningsskaðum á
bæði privatøkinum og vinnuøkinum.
Tað er sera umráðandi, at tú hevur førleika at veita kundanum
eina góða tænastu í skaðaviðgerðini, og at tú samstundis
tryggjar honum tað endurgjald, ið hann hevur rætt til.
TÚ
Tú hevur nøktandi útbúgving til starvið og hevur helst fleiri ára
royndir á viðkomandi øki. Tær dámar at arbeiða sjálvstøðugt,
men tú trívist somuleiðis í toymum. Tú hevur eisini yvirlit og
megnar at hava nógvar bóltar í luftini samstundis. Tú tekur
ábyrgd, dugir væl at raðfesta og at arbeiða saman við øðrum,
umframt at tú hevur ein fínan sans fyri handilslívi.
UMSÓKNIR OG STARVSSETAN
Starvið verður sett sambært sáttmála við Finansforbundet. Tú
fært eina góða, fasta løn. Vit vilja seta starvið sum skjótast,
men eru sinnað at bíða eftir rætta fólkinum. Skrivlig umsókn
við curriculum vitae og viðkomandi skjølum skal vera okkum
í hendi innan 1. juli 2007. Send umsóknina til P/F TRYGD, att.:
Ella Mortensen, Gongin 7, Postboks 44, 110 Tórshavn, ella
til elm@trygd.fo.
R E P R O Z
lES MEIRA UM STARVIÐ á www.TRYGD.fO
UMSÓKNARfREIST ER 1. jUlI 2007
SOlEIÐIS ER TRYGD
TRYGD er ein skjótvirkin og
slóðbrótandi fyritøka, ið mangan
setur dagsskránna í føroyska
tryggingarheiminum. TRYGD
grundar virksemi sítt á dygd, skjóta
avgreiðslu, greidleika, nýhugsan og
lønsemi.
TRYGD er eisini ein sterk og
framlítandi eind, ið veit, hvussu
týðandi tað er at geva fjølbroyttum
og skapandi menniskjum rásarúm.
Hjá TRYGD starvast 35 fólk, og
vit umseta fyri meira enn 75 mió.
krónur um árið.
TRYGD bjóðar tær góðar
møguleikar fyri yrkisligari og
persónligari menning í einum
virknum og nýskapandi toymi. Tú
verður við til at flyta felagið inn
í framtíðina, og vit síggja tínar
persónligu dygdir sum ein týðandi
lut í at gera TRYGD enn sterkari.
Kemur tú við?
Stuðulsfólkaskipanin fyri børn er
skipan á Almannastovuni, sum
veitir stuðul til heimabúgvandi, ið
bera brek. Stuðulsfólkaskipanin
fevnir um alt landið. Í skipanini
starvast í løtuni gott 100 fólk.
Á Almannastovuni virka vit mið-
víst fyri at lúka krøvini frá
politiska myndugleikanum og
viðskiftafólkunum. Dentur verður
lagdur á høgt tænastustøði,
rættartrygdina og virðingina fyri
einstaklinginum, eins og virkað
verður fyri áhaldandi at menna
førleikan, trivnaðin og samstarvið
á stovninum.
K R E A . F O . TEL 47 80 80
stuðulsfólkaskipanin fyri børn
almannastovan@almannastovan.fo
www.almannastovan.fo
Arbeiðstíðin kann vera
skiftandi, og tey ið sett verða
mugu tola broytingar í starvi-
num. Talan kann eisini vera um
samansettar uppgávur. Talan
er um fleiri stuðulsuppgávur,
við ymiskum tímatali.
Tímatalið verður tí eftir avtalu.
Søkt verður eftir fólkum við
viðkomandi náms- og heilsu-
frøðisligum útbúgvingum, sum
til dømis námsfrøðingum, ergo-
og fysioterapeutum,
heilsustøðingum og sjúkra-
røktarfrøðingum. Eisini verður
søkt eftir dugnaligum
hjálparfólkum.
Størvini verða sett og lønt
sambært sáttmála millum
fíggjamálaráðið og avvarandi
yrkisfelag.
Umsóknarfreistin er 25. juni
2007.
Skrivlig umókn, prógv og
viðmæli skulu sendast til:
Stuðulsfólkaskipanina fyri
børn, Almannastovan,
Tinghúsvegur 14,
Postboks 3096, 110 Tórshavn.
Fleiri upplýsingar fáast við at
venda sær til Joan Olsen, ella
Ragnhild Dahl, stuðuls-
ráðgevar, tel 35 35 70.
Sóknast verður eftir
STUDULSFÓLKUM TIL VÁGA,
STREYMOYAR OG EYSTUROYAR ØKI
Altjóða sinnaður
Fjølbroyttur
Greiður
Jaligur
Sterkur
MIÐFLOKKURIN SJÁLVANDI
www.midflokkurin.fo
hvørt
vikuskifti í
Sosialinum
Profilurin
Navn: Jan Højgaard
Bústaður: Toftir
Giftur við: May í Túni Højgaard
Starv: Formaður í Føroya Fiskimannafelag
Ja
n
Hø
jg
aa
r
d
Eftir at hava roynt baldruta sjólívið í mong ár,
hevur Jan nógvar royndir at taka av, nú hann
hevur sett seg í formanssessin í Fiskimannafelag
num. »Eitt av mínum hjartamálum, er at fáa til
vega eina virðiliga eftirløn til fiskimenn okkara.
Hóast fiskimenn í áravís hava stríðst dagliga í 18
20 tímar, og hava lagt grundina undir vælferða
samfelagnum, hava uppilagstir fiskimenn lítla
eftirløn at liva av.«
»Tað er sera harmiligt at síggja, at munur verður
gjørdur á fólki, alt eftir hvørji tey, ella teirra for
eldur eru. Mær leingist eftir at síggja Føroyar meir
tryggar fyri øll, har ongin dettur niður í millum.«
»Politikkur Miðfloksins snýr seg um næstrakærleika,
tí skarar hann framúr. Hann hevur umsorgan fyri
tí veika og minni menta. Hetta meti eg vera sera
týdningarmikið og tí stuðli eg Miðflokkinum.«
Visti tú at:
• 2.500 limir eru í Føroya Fiskimannafelag.
• Fyrstu fýra mánaðirnar í ár eru 7.000 tons
færri avreidd, í mun til sama tíðarskeiðið í
fjør.
• Almenni roykipolitikkurin ikki røkkur til
sjómannin, og at nógvir ungir dreingir byrja
at roykja umborð á skipi. Hesin trupulleikin
fylgir teimum flestu restina av lívinum.”
• Í 2004 taldi fiskaútflutningurin 82% av øllum
útflutningi, av bæði vørum og tænastum
samanlagt.
• Útflutningurin av fiskavørum í 2005 var slakar
3,4 miljardir krónur.
lýsingar