fríggjadagur 15. juni 2007síða 30
‹ fyrra síða allar 160 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
30
Nr. 113 - 15. juni 2007
Endurlýst verður hervið eftir deildarleiðara til Sjódeildina á Strandfaraskipum Landsins at
byrja skjótast gjørligt. Viðmerkjast skal, at Sjódeildin er fyrrverandi Rakstrardeildin
Starvið fevnir um
Leiðarin hevur dagligu fyrisitingarligu
ábyrgdina av deildini, sum uppgáva er at seta
mál og tryggja at fyrisiting og skipsleiðsla
arbeiða miðvíst sum eitt "toym" móti sama
máli.
Høvuðsuppgávan hjá deildarleiðarinum
er at tryggja eff ektivan rakstur av
strandfaraskipunum, herundir samskipa
manningarviðurskifti, viðlíkahald og trygd.
Deildin hevur tætt samstarv við Skipaeftirlitið,
klassa, skipasmiðjur v.m.. Leiðarin kemur eisini
at virka sum designeraður persónur.
Aðrar uppgávur eru:
• Fyriskipa deildina eftir tekniska
stýringartørvinum
• Leypandi meta um viðlíkahaldstørvin á
anleggum og útbúnaði
• Fyriskipa verkætlanir í sambandi við størri
broytingar innanfyri tekniska økið
• Fyriskipa projektarbeiðið í sambandi við
nýbyggingar
• Tryggja undirvísing og upplýsing um trygd
á skipum (ISM, altjóða trygdarkrøv)
• Hava innanhýsis ISM-audit
Førleikakrøv
• Skipsføraraútbúgving ella útbúgving sum
kann samanberast
• Arbeiða sjálvstøðugt og hava lætt við at
samstarva
• Kunnleiki og royndir í prosjektleiðlsu er ein
fyrimunur
• Kunnleiki og royndir inna EDV-nýstlu
• Góð evni at orða seg bæði skrivliga og
munnliga á føroyskum, donskum og enskum
Setanartreytir
Starvið er lønt í 35. lønarfl okki hjá
Tænastumannafelag Landsins, tó uttan at vera
tænastumannastarv. Eftirlønartrygging fylgir
við starvinum.
Arbeiðsstaðið er í løtuni Yviri við Strond 4 í
Tórshavn. Frá 1. januar 2008 er arbeiðsstaðið
á Tvøroyri
Umsóknir
Starvið verður sett skjótast gjørligt. Tú fært
meira at vita við at seta teg í samband við
Regin Vágadal, stjóra, tel 343012 ella t-post
rev@ssl.fo
Umsókn við próvskjølum skal sendast til:
Strandfaraskip Landsins
Att: Páll Heinesen
Yviri við Strond 4
Postboks 88
FO-110 Tórshavn
Ella teldupost: pah@ssl.fo
Og skal vera fyritøkuni í hendi í seinasta lagi
mikudagin 27. juni 2007 kl. 12:00
Endurlýsing: Leiðari til Sjódeildina
Strandfaraskip Landins (SSL) eru landsfyritøka undir Innlendismálaráðnum, hvørs endamál er at lúka landsins tørv
á innanlands fólka- og farmafl utningi. Fyritøkan umsitur 29 farleiðir: 22 Bygdaleiðir og 7 Oyggjaleiðir. Samlaða
talið av ferðafólkum við SSL í 2006 var 1,1 millión: 620 túsund við bussunum og 480 túsund við ferjunum. Talið av
fl utningsanleggum er 40 bussar, 8 ferjur og farmafl utningsútbúnaður. Starvsfólkini eru á leið 170 í tali, svarandi til
120 ársverk. Fyrisitingin á SSL er skipað í fi mm deildir: Samferðslu-, Rakstrar-, Fíggjar-, Starvsfólka-, Farma- og
cateringdeild.
KJ Norð Trukk er umboð fyri Linde gaffiltrukkar, Zepro lyftir og Fassi kranar.
Tað er KJ Hydraulik sum eigur og rekur fyritøkuna KJ Norð Trukk.
K R E A . F O . TEL 47 80 80
Mykinesgøta 3 . Tórshavn
Tel 315136 . Faks 310931
Lærlingi til
maskinsmið
KJ NORÐ TRUKK SÓKNAST EFTIR:
Til verkstað okkara, KJ Norð Trukk í
Tórshavn, sóknast vit eftir lærlingi til
maskinsmið at byrja beinanvegin.
Lærutíðin er 4 ár, harav millum ein fjórðing og
triðing er skúlagongd. Ástøðiliga undirvísingin
fer fram á tekniskum skúla í Tórshavn.
Sendið umsókn til: KJ NORÐ TRUKK,
Mykinesgøta 3, Boks 1315, Tórshavn.
Att.: Petur Klein, fartel 588842
lýsingar
Lesið
-so eru tit við!