Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-06-15, síða 35
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 15. juni 2007síða 35

‹ fyrra síða allar 160 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

35 [ Nr. 113 - 15. juni 2007 ] SAMBAND jákup mørk jakup@sosialurin.fo tlf. 341800 ítróttur - Sum støðan er nú, so hava vit ikki ráð til nakað annað enn trý stig, um vit vilja spæla við í oddinum Jákup á Borg, HB Havnarbáturin er nú aftur mannaður. Hann er meldaður til róðurin á sunda­ lagsstevnu, har hann skal takast við Eysturoyingin og Vestmenningin KAPPRÓÐUR Teitur Joensen teitur@sosialurin.fo Bert 39 manningar vóru til fyrsta róðurin á árinum í Klaksvík, og hetta er eitt tað minsta talið í fleiri ár. Harafturat vóru bert tveir bátar við hjá bæði 6-manna­ førum við kvinnum og 10- mannaførum, og serliga lága luttakaratalið hjá 10- mannaførunum var skuff­ andi fyri nógvar av áskoð­ar­ unum. Nú er tó líkt til, at ein bátar afturat ætlar sær við í kappingina hjá 10-manna­ førunum, tí Havnarbáturin hevur boðað frá luttøku á sundalagsstevnuni. Mannaður við gomlum rógvarum Magni Brøðraberg, nevndar­ limur í Havnar Róðarfelag, sigur, at felagið hevur leitað í langa tíð fyri at finna eina manning til Havnarbátin. Og at enda gav hetta eisini úrslit. Tað eru tó ikki óroyndir menn, sum hava sett seg hand­an árarnar á Havnar­ bátinum. Manningin hevur mest sum øll roynt hetta áður. - Tað er eingin ivi um, at manningin á Havnarbátinum er góð. Tað eru góðir, gaml­ ir rógvarar, sum hava mannað bátin, og teir hava allir róð nógv fyrr. Trupul­ leikin er tó, at teir hava slett ikki vant, meðan hinar báð­ ar manningarnar helst hava vant í eitt hálvt ár, og tí verð­ur ikki lætt hjá Havnar­ bátinum, sigur Magni. Fyrstu ferð manningin var í bátinum og vandi, var í gjárkvøldið. Miðja eftir ólavsøkuni Komandi fimm stevnurnar hava eisini 2000 metra mál fyri 10-mannaførini, og tá kann hugsast, at orkan hjá manningini á Havnar­báti­ num kanska ikki verður tann besta. - Í øllum førum ikki teir fyrstu róðrarnar. Eg vænti tó, at sum vit nærkast ólav­ søku, so fara úrslitini hjá Havnarbátinum at gerast betri og betri. Tað er heldur eingin loyna, at Havnarbáturin mið­ar eftir ólavsøkuni. - Ja, málið hjá Havnar­ báti­num er at fáa eitt gott úrslit á ólavsøku. Tá vera menn nógv betri fyri krops­ liga, og málið er styttri enn 1000 metrar, so hetta verður stevnan, sum Havnarbáturin setir nøsina fram ímóti, sigur Magni. Hann leggur at enda aft­ur­ at, at tað hevði stóran týdn­ ing, at Havnarbáturin meld­ aði til sundalagsstevnuna, tí um báturin skal hava loyvi til at taka lut á ólavsøku, so skal hann hava luttikið í fýra stevnum undan ólav­ søkuni. Argjamenn tykjast arbeiða við fullari ferð í royndunum at styrkja um spælara­hópin. Frá mánadegnum ber til at knýta nýggjar spælarar at hópinum Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Seinastu tíðina hava fleiri nýggir spælarar roynt seg á Argjum. Danski Martin Nielsen hevur vant við hópi­ num, og tað hava Allan Mørk­øre og Høgni M. Joen­ sen eisini gjørt. Tað er longu greitt, at Allan Mørk­ øre verður nýggjur maður í felagnum, tá flytingar­vind­ eygað letur uppaftur, og tað verður Høgni mest sannlíkt eisini. Martin Nielsen er far­ in aftur til Danmarkar, men enn er ikki greitt, hvørt tal­ an verður um sáttmála ella ikki. Hartil var eisini Vagnur Mohr Mortensen partur av venjingini hjá felagnum hóskvøldið. Vagnur, sum al­tíð hevur spælt í HB, beit seg mest sum fastan í lands­ liðsverjuna í fjør heyst, tá hann spældi samfullar 90 minuttir í dystunum móti Litava og Fraklandi. Men í ár hevur hann millum lítið og einki gjørt við fótbóltin. Nú er so spurningurin, hvørt hann er maðurin, sum argjamenn vilja styrkja verjupartin av miðvøllinum við. Eyðun Dalsgarð, for­ mað­ur í AB, vil enn einki siga, hvørt hetta verður veruleiki ella ikki. Men tað er lítil ivi um, at er Vagnur í venjing, so vil hann vera ein styrkur hjá einum og hvørj­um liði í bestu før­ oysku deildini. Vagnur Mohr Mortensen hevur spælt einstakar dystir á næst besta HB-liðnum í ár, men annars hevur hann hildið frí fyri tað mesta Føroyskir dómarar til Danmark Í summar fáa tveir før­ oyskir dómarar møgu­ leika at døma dystir í Dan­mark. Talan er um Ransin N. Djurhuus og Lars Müller. Ransin skal døma í Lyngby Cup, sum er stór millumtjóða fót­ bóltskapping. Hartil verð­ ur Lassin Isaksen eisini við á ferðini sum dómara­ mennari. Lars skal døma í Vejle, har NM-kappingin fyri U17-lið er á skránni. -mørk U17 skal venja sunnu­dagin Føroyska U17-landsliðið í fótbólti er partur av NM-kappingini, sum verð­ur hildin í Vejle. Fyrstu venjingarnar eru á skránni sunnudagin, og til hesar hava Pætur S. Cle­mentsen og Finn Jo­hannesen tikið út hesar 18 spælarar. Thomas J. Thomsen, Hallur Hans­ son, Kristin R. Mouritsen, Jógvan Rói Davidsen, Jógvan S. Nolsøe HB, Sør­mund Kalsø, Helgi Samson, Dánjal Pauli Ler­vig, Poul Johan Poul­ sen, Kaj Leo í Bartals­ stovu KÍ, Philip Jacobsen AB, Heini Vatnsdal,  Han­us Mortensen, Mikal Jespersen, Heine Morten­ sen VB/TB, Jóan Símun Edmundsson B68, Terji Rasmussen. Róaldur Ja­cobsen B36, Viljormur Davidsen, Karl Løkin, Mon­rad H. Jacobnsen NSÍ,  Bjarti Hansen FSV04, Bárður Hansen GÍ, Jens M. Jensen EB/ S. -mørk Rætting um venjarar Í grein í mána­dags­blað­ num skrivaðu vit, at hig­ ar til í ár vóru venjararnir hjá KÍ, AB og VB/Sumba sagdir úr starvi, umframt at B71-venjarin hevði takkað fyri seg. Ístaðin fyri VB/Sumba skuldi sjálv­andi standa Skála. Vit biðja lesaran og VB/ Sumba um at umbera okk­um mistakið. -mørk Flaggskipið flýtur aftur Vagnur venur á Argjum Tað er fyrst og fremst ólavsøkuróðurin, sum er málið hjá manningini á Havnarbátinum