fríggjadagur 15. juni 2007síða 35
‹ fyrra síða allar 160 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
35
[ Nr. 113 - 15. juni 2007 ]
SAMBAND
jákup Mørk
jAkup@SoSiAluriN.fo
tlf. 341800
ítróttur
- Sum støðan er nú, so hava vit ikki ráð til nakað annað
enn trý stig, um vit vilja spæla við í oddinum
Jákup á Borg, HB
Havnarbáturin er
nú aftur mannaður.
Hann er meldaður
til róðurin á sunda
lagsstevnu, har
hann skal takast við
Eysturoyingin og
Vestmenningin
KAPPRÓÐUR
Teitur Joensen
teitur@sosialurin.fo
Bert 39 manningar vóru til
fyrsta róðurin á árinum í
Klaksvík, og hetta er eitt
tað minsta talið í fleiri ár.
Harafturat vóru bert tveir
bátar við hjá bæði 6-manna-
førum við kvinnum og 10-
mannaførum, og serliga
lága luttakaratalið hjá 10-
mannaførunum var skuff-
andi fyri nógvar av áskoðar-
unum.
Nú er tó líkt til, at ein
bátar afturat ætlar sær við í
kappingina hjá 10-manna-
førunum, tí Havnarbáturin
hevur boðað frá luttøku á
sundalagsstevnuni.
Mannaður við
gomlum rógvarum
Magni Brøðraberg, nevndar-
limur í Havnar Róðarfelag,
sigur, at felagið hevur leitað
í langa tíð fyri at finna eina
manning til Havnarbátin.
Og at enda gav hetta eisini
úrslit.
Tað eru tó ikki óroyndir
menn, sum hava sett seg
handan árarnar á Havnar-
bátinum. Manningin hevur
mest sum øll roynt hetta
áður.
- Tað er eingin ivi um, at
manningin á Havnarbátinum
er góð. Tað eru góðir, gaml-
ir
rógvarar,
sum
hava
mannað bátin, og teir hava
allir róð nógv fyrr. Trupul-
leikin er tó, at teir hava slett
ikki vant, meðan hinar báð-
ar manningarnar helst hava
vant í eitt hálvt ár, og tí
verður ikki lætt hjá Havnar-
bátinum, sigur Magni.
Fyrstu ferð manningin
var í bátinum og vandi, var
í gjárkvøldið.
Miðja eftir
ólavsøkuni
Komandi fimm stevnurnar
hava eisini 2000 metra mál
fyri 10-mannaførini, og tá
kann hugsast, at orkan hjá
manningini á Havnarbáti-
num kanska ikki verður
tann besta.
- Í øllum førum ikki teir
fyrstu róðrarnar. Eg vænti
tó, at sum vit nærkast ólav-
søku, so fara úrslitini hjá
Havnarbátinum at gerast
betri og betri.
Tað er heldur eingin
loyna,
at
Havnarbáturin
miðar eftir ólavsøkuni.
- Ja, málið hjá Havnar-
bátinum er at fáa eitt gott
úrslit á ólavsøku. Tá vera
menn nógv betri fyri krops-
liga, og málið er styttri enn
1000 metrar, so hetta verður
stevnan, sum Havnarbáturin
setir nøsina fram ímóti,
sigur Magni.
Hann leggur at enda aftur-
at, at tað hevði stóran týdn-
ing, at Havnarbáturin meld-
aði til sundalagsstevnuna, tí
um báturin skal hava loyvi
til at taka lut á ólavsøku, so
skal hann hava luttikið í
fýra stevnum undan ólav-
søkuni.
Argjamenn tykjast
arbeiða við fullari
ferð í royndunum
at styrkja um
spælarahópin. Frá
mánadegnum ber
til at knýta nýggjar
spælarar at hópinum
FÓtbÓltUR
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Seinastu tíðina hava fleiri
nýggir spælarar roynt seg á
Argjum. Danski Martin
Nielsen hevur vant við hópi-
num, og tað hava Allan
Mørkøre og Høgni M. Joen-
sen eisini gjørt. Tað er
longu greitt, at Allan Mørk-
øre verður nýggjur maður í
felagnum, tá flytingarvind-
eygað letur uppaftur, og tað
verður Høgni mest sannlíkt
eisini. Martin Nielsen er far-
in aftur til Danmarkar, men
enn er ikki greitt, hvørt tal-
an verður um sáttmála ella
ikki.
Hartil var eisini Vagnur
Mohr Mortensen partur av
venjingini hjá felagnum
hóskvøldið. Vagnur, sum
altíð hevur spælt í HB, beit
seg mest sum fastan í lands-
liðsverjuna í fjør heyst, tá
hann spældi samfullar 90
minuttir í dystunum móti
Litava og Fraklandi. Men í
ár hevur hann millum lítið
og einki gjørt við fótbóltin.
Nú er so spurningurin,
hvørt hann er maðurin, sum
argjamenn
vilja
styrkja
verjupartin av miðvøllinum
við. Eyðun Dalsgarð, for-
maður í AB, vil enn einki
siga, hvørt hetta verður
veruleiki ella ikki. Men tað
er lítil ivi um, at er Vagnur í
venjing, so vil hann vera
ein styrkur hjá einum og
hvørjum liði í bestu før-
oysku deildini.
Vagnur Mohr Mortensen
hevur spælt einstakar dystir
á næst besta HB-liðnum í
ár, men annars hevur hann
hildið frí fyri tað mesta
Føroyskir
dómarar til
Danmark
Í summar fáa tveir før-
oyskir dómarar møgu-
leika at døma dystir í
Danmark. Talan er um
Ransin N. Djurhuus og
Lars Müller. Ransin skal
døma í Lyngby Cup, sum
er stór millumtjóða fót-
bóltskapping. Hartil verð-
ur Lassin Isaksen eisini
við á ferðini sum dómara-
mennari.
Lars skal døma í Vejle,
har NM-kappingin fyri
U17-lið er á skránni.
-mørk
U17 skal
venja
sunnudagin
Føroyska U17-landsliðið
í fótbólti er partur av
NM-kappingini,
sum
verður hildin í Vejle.
Fyrstu venjingarnar eru
á skránni sunnudagin, og
til hesar hava Pætur S.
Clementsen
og
Finn
Johannesen tikið út hesar
18 spælarar. Thomas J.
Thomsen, Hallur Hans-
son, Kristin R. Mouritsen,
Jógvan Rói Davidsen,
Jógvan S. Nolsøe HB,
Sørmund Kalsø, Helgi
Samson, Dánjal Pauli
Lervig, Poul Johan Poul-
sen, Kaj Leo í Bartals-
stovu KÍ, Philip Jacobsen
AB,
Heini
Vatnsdal,
Hanus Mortensen, Mikal
Jespersen, Heine Morten-
sen VB/TB, Jóan Símun
Edmundsson B68, Terji
Rasmussen.
Róaldur
Jacobsen B36, Viljormur
Davidsen, Karl Løkin,
Monrad H. Jacobnsen
NSÍ,
Bjarti
Hansen
FSV04, Bárður Hansen
GÍ, Jens M. Jensen EB/
S.
-mørk
Rætting um
venjarar
Í grein í mánadagsblað-
num skrivaðu vit, at hig-
ar til í ár vóru venjararnir
hjá KÍ, AB og VB/Sumba
sagdir úr starvi, umframt
at B71-venjarin hevði
takkað fyri seg. Ístaðin
fyri VB/Sumba skuldi
sjálvandi standa Skála.
Vit biðja lesaran og VB/
Sumba um at umbera
okkum mistakið.
-mørk
Flaggskipið flýtur aftur
Vagnur venur á Argjum
Tað er fyrst og fremst ólavsøkuróðurin, sum er málið hjá manningini á Havnarbátinum