Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-06-19, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 19. juni 2007síða 2

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 115 - 19. juni 2007 tíðindi SAMBAND eirikur lindenskov eirikur@sosialurin.fo tlf 341800 Natasha Bedingfield kemur til Føroya G!Festivalurin kunn­ ger í dag høvuðs­ navnið, ið er einki minnið enn ein poppsensasjón. Natasha Bedingfield kemur til Føroya Tíðindaskriv Hon eigur mest spælda sang­in í amerikanskum populer-útvarpi í 2006 er fastur gestur á MTV, Brit Awards og Grammy-há­­ tíðunum og er í løtuni á konsertferð við Justin Timberlake. Um fáar vikur stendur Natasha Beding­ field á palli á G! Festival, sum størsta aktuella popp­ navn nakrantíð í Føroyum, skrivar festivalurin á heima­ síðu síni í morgun. Við superhittum sum »These Words«, »Un­­writ­ ten«, »Single« og »I wanna have your babies«, (sum í løtuni eisini er á 15 teimum bestu) hevur Natasha Bed­ ing­field lagt lurtaraskaran báðumegin Atlantshav fyri føtur sínar og vunnið sær støðu millum fremstu poppstjørnur í heiminum. Í løtuni er Natasha Bed­ ingfield á konsertferð sam­ an við Justin Timberlake. Og dagin eftir, at hon hevur spælt á Syðrugøtusandi, fer hon við leiguflogfari til Onglands at spæla »On the beach« í Bristol saman við Maroon 5, Akon og Mika. »Natasha Bedingfield er tað størsta navnið, vit hig­ artil hava havt á G!, og vit eru bæði errin og takksom fyri at kunna bjóða Føroya fólki eina slíka bjarta og aktuella heimsstjørnu,« sig­ ur Jón Tyril, talsmaður hjá G! Festival við heima­ síðuna. Natasha Bedingfield syng­­ur um tað, sum upp­ tekur hana. Hennara egnu meiningar, ynski og tankar eru tað, hon leggur rødd til. Hon vaks upp í einari serstakliga musikalskari fam­ilju og byrjaði longu sum blaðung at skriva egnar sangir og framføra saman við systkjum sínum, og skjótt gjørdist greitt, at tónleikurin átti og mátti vera yrkis- og lívsleið hennara. Eftir eina tíð sum sangari og sangskrivari í kristiliga bólkinum The DNA Algorithm, skrivaði hon í 2003 undir plátu­ sáttmála við Sony Music. Síðani hevur tað gingið slag í slag við hennara altjóða sigursgongd. Almenna heimasíðan: natashabedingfield.com/ Natasha á MySpace: myspace.com/ natashabedingfield Backstreet Boys stjørn­an Brian Littrell, ið var stóra høvuðsnavnið hjá Fjarðafestivalinum, hevur givið avboð. Fyrireikararnir eru skelkaðir, og umhugsa endurgjaldskrav, men avloysarin er funnin í rokkbólkinum Pillar Tónleikur Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo – Vit hava arbeitt í yvir eitt ár við at fáa Bran Littrell á okkara festival, og kundu fyri einum hálv­ um ári síðan kunngera, at hann kom. Sáttmálin er skrivaður og pengar eru fluttir til hansara, og so meldar hann avboð nú, sigur Eyðun Jacobsen fyri­ skipari av Fjarðafestivali­ num. Hann viðgongur, at hetta kemur sera illa við, og at festivalurin hevur roynt, at fáa Littrell til at broyta avgerðina. Men hetta er tíanverri ómøguligt. – Arbeiðið við eini kom­ andi Backstreet fløgu er seinkað, og tí fellur Fjarða­ festivalurin saman við út­­ gávukonsert hjá teimum í Kanada, og hetta er ómøgu­ ligt at broyta. Men tað er greitt, at hetta er sátt­mála­ brot og ræðuliga keðiligt, sigur Eyðun Jacobsen, og vísir á, at Fjarðafestivalurin nærum heilt víst fer at krevja endurgjald frá Litt­ rell. Síðan boðini bórust hev­ ur Fjarðafestivalurin arbeitt dag og nátt fyri at broyta avgerðina ella fyri at finna ein hóskandi avloysara, og vit kunnu nú avdúka, at progressivi amerikanski rokk­bólkurin Pillar kemur í staðin. – Hetta er eitt sera stórt kristið tónleikanavn, liggur í stíli eitt sindur við P.O.D., men eru í løtuni betur enn P.O.D. Vit fingu jú eisini herfyri avboð frá EXTOL, og Pillar er eisini avloysari fyri EXTOL. Fyri okkara málbólk á Fjarðafestivali­ num er Pillar eitt sera stórt navn, greiðir Eyðun Jacob­ sen frá og vísir á, at tey enn arbeiða við møgleikanum at finna onkran annan á skránna, ið liggur tættari við Brian Littrell í stíli, men í løtuni er einki av­­ gjørt. Tilber at hoyra tónleikin hjá Pillar á pillarmusic.com ella á myspace.com/pillar. Messel hitaði upp fyri Beach Boy Tá Brian Wilson úr Beach Boys vitjaði í Danmark leygar­dag­ in, á síni konsertferð kring Evropa, var upphitingin føroysk. Tað er Messell, ið slapp at hita áskoð­ ararnar til Beach party Tónleikur Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo Einasta konsertin í Dan­ mark hjá Brian Wilson úr Beach Boys varð í Skov­ dalen í Aalborg leygar­ kvøldið, og Norðurjútland er økið har Messell hevur gjørt mest vart við seg seinastu árini. Terji Mes­ sell er kendur á føroyska tónleikapallinum úr bólki­ num Tvass fyrst í nítiár­ unum og sum helvtin av bólkinum Maður:Glotti í seinnu helvt av nítiárunum. Men seinnu árini er tað mest sum einstaklingur í verkætlanini Messell, at vit hava kunna uppliva Terja Messell. Upphitingin fyri Brian Wilson var onnur fram­ førslan hjá Messell leygar­ dagin. Seinnapartin luttók hann á einum promo til­ takið fyri Nibefestivalin í miðbýnum í Aalborg beint við John Bull Pub. Messel hevur fingið eitt sonevnt podcast á tón­leika­ sølusíðini iTunes, hetta verður dagført hvønn mánað við nýggjum sjón­ bandaløgum. Um tú meld­ ar teg til á iTunes ber til at skriva Messell í leitirútin, síðan ber til at taka sjón­ bandaløgini niður av netinum ókeypis. Annars liggja sjónbandaløgini á youtube.com/sufmusic Brian Littrell gav avboð Hendan kvinnan verður at hoyra á G! Hesin kemur kortini ikki á Fjarðafestivalin Terji Messell hitaði upp fyri Beach Boys á konsert í Norðurjútlandi