Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-06-19, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 19. juni 2007síða 18

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 tíðindi Nr. 115 - 19. juni 2007 Sunnudagin varð min­ nis­varði yvir skaldið Poul F. Joen­sen avdúkaður í Froð­ba Poul F. Joensen Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Nógv fólk var samankomið í Froðba sunnudagin, har minn­i­s­varði yvir skaldið Poul F. Joensen varð av­dúk­ að­ur. Tað er Lions Club Suð­ur­ oy, ið hevur tikið stig til min­nis­stein­in og vegna fel­ ags­skap­in bar Óli Holm fram røðu, har hann millum ann­að fegnaðist um, at min­ n­is­varð­in kom at standa í Froð­ba, har skaldið livdi og virk­aði og at sjálvur stein­ur­ in er fingin til vega úr ha­ga­ num í Sumba, haðani Poul F. var ættaður. Vilborg Michelsen, dóttir Poul F., hevði røðu og greid­ di frá lívsleiðini og mann­in­ um, sum ikki altíð hevði tað lætt, tí hann varð ikki góð­tik­in av øllum, og hetta hevði bæði ávirkan á starvs­ leið, lívsleið og á skaldið sum persón, metti Vilborg Mic­hel­sen í góðari og ber­ søgn­ari røðu, innan hon tók dúk­in av minnisvarðanum. Hon takkaði eisini Lions fy­ri at hava tikið stig til minn­is­varð­an, og hon takk­ aði Hanusi G. Johansen, ví­su­sang­ara, ið hon metti mest­sum hevði fingið páp­ an til lívs aftur. Varðin er settur tætt við hús­ini hjá skaldinum í Froð­ ba. Kirkjukórið Ljómur set­ ti dám á løtuna og Hanus G. Jo­hansen sang eisini løg, ið hann hevur sett til orð eftir Poul F. Varðin yvir Poul F. stend­ ur eisini tætt við sonevnda Tar­va­fjósið í Froðba, og Jens Petur Brattalíð frá Lions Club beyð síðani øll­ um innar í fjósið at fáa ein kaffi­munn, og hann legði skemt­i­li­ga eina við, at ong­ in tarvur er í fjósinum long­ ur. Relieffið í bronsu av and­ lits­mynd av skaldinum, er gjørt hjá Nordisk Metal­ kunst hjá Kalsing í Dan­ mark. Árni Ziska, stein­ høgg­ari, hevur syrgt fyri teks­ti og plássinum til mynd­ ina á steinum. Økið, har stein­ur­in stendur, hevur Trúg­vi Gudmundarson, grót­lað­ari,laðað. Hátíðarguðstænasta var í Sumba sun­nu­ kvøld­ið í samband við, at kirkjan er 120 ár Kirkjusøga Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Sumbiar Kirkja er 120 ár, og í hesum sambandi var há­tíð­ar­guðs­tænsta í Sumba sun­nu­dag­in. Við vóru prestarnir Pat­ rick de Neergaard, ið hevði guð­s­tæn­astuna, og Jónsvein Bech og Ólavur Ras­mus­ sen. Tvøroyrar Hornorkestur spæl­di og Tóra Vestergaard sang. Lars Mensonides hevði urgufylgispælið. Eisini sang Sum­b­iar­kór­ ið. Kirkjan var fullsett og barna­dóp­ur var eisini partur av stóru skránni, ið var sett sam­an í samband við dag­ in. Eftir hátíðarløtuna í kirk­ juni var hildið fram í sam­ komu­hús­inum, har kórið sang, og drekkamunnur var at fáa. Minnisvarði yvir Poul F. í Froðba Hátíðardámur í Sumba Frá avdúkingini sunnudagin Terji á Jóansøkufestivalin Nú eru vit komin inn í Jóansøkuvikuna, og festivalurin í Suðuroynni, Jóansøkufestivalurin, nærkast. Í gjáramorgunin kunnugjørdi Jóansøkufestivalurin so enn eitt navn, sum skal taka lut á festivalinum. Talan er um Terja Rasmussen, sum fer á pall sum solistur. Terji telist millum størstu tón­leika­nøvn í Føroyum síðstu nógvu árini, og hann verður mettur at ve­ra ein av bestu entertainarum innan tónleik í Føroyum, tá um­ræð­ur live-framførslur. Roskilde Festivalurin marknaðarførur Høgna Høgni Lisberg verður í ár eitt av nøvnunum á Junior Pavallionini á Roskilde Festivalinum. Hetta er pallurin fyri nýggj spennandi nøvn, ið festivalurin hjálpir fram. Á heimasíðu síni er marknaðarføringin farin í gongd. Festivalurin hevur gjørt eina longri samrøðu við trubadurin, ið áður hevur vitjað sama pall á Roskilde Festivalinum sum trummu­leik­ari í Clickhaze. Samrøðan liggur á: roskilde-festival.dk/object.php?obj=62bd2774&code=45, men nú ber eisini til, at hoyra tónleikin hjá Høg­na á alnetútvarpsstøðina hjá Roskilde Festivalinum, ið liggur á heima­síð­uni hjá Roskilde Festivalinum.Lurta eftir løgunum Morning Dew og Just Dig hjá Høgna og løg hjá nógvum av hinum nøvnunum á Junior Pavalionini á roskilde-festival.dk/object.php?obj=898000c