Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-06-19, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 19. juni 2007síða 18

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 tíðindi Nr. 115 - 19. juni 2007 Sunnudagin varð min­ nis­varði yvir s­kaldið Poul F. Joens­en avdúkaður í Froðba Poul F. Joensen Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Nógv fólk var samankomið í Froðba sunnudagin, har minnisvarði yvir skaldið Poul F. Joensen varð avdúk­ aður. Tað er Lions Club Suður­ oy, ið hevur tikið stig til minnissteinin og vegna fel­ agsskap­in bar Óli Holm fram røðu, har hann millum annað fegnaðist um, at min­ nisvarðin kom at standa í Froðba, har skaldið livdi og virkaði og at sjálvur steinur­ in er fingin til vega úr haga­ num í Sumba, haðani Poul F. var ættaður. Vilborg Michelsen, dóttir Poul F., hevði røðu og greid­ di frá lívsleiðini og mannin­ um, sum ikki altíð hevði tað lætt, tí hann varð ikki góðtikin av øllum, og hetta hevði bæði ávirkan á starvs­ leið, lívsleið og á skaldið sum p­ersón, metti Vilborg Michelsen í góðari og ber­ søgnari røðu, innan hon tók dúkin av minnisvarðanum. Hon takkaði eisini Lions fyri at hava tikið stig til minnisvarðan, og hon takk­ aði Hanusi G. Johansen, vísusangara, ið hon metti mestsum hevði fingið p­áp­­ an til lívs aftur. Varðin er settur tætt við húsini hjá skaldinum í Froð­ ba. Kirkjukórið Ljómur set­ ti dám á løtuna og Hanus G. Johansen sang eisini løg, ið hann hevur sett til orð eftir Poul F. Varðin yvir Poul F. stend­ ur eisini tætt við sonevnda Tarvafjósið í Froðba, og Jens Petur Brattalíð frá Lions Club beyð síðani øll­ um innar í fjósið at fáa ein kaffimunn, og hann legði skemtiliga eina við, at ong­ in tarvur er í fjósinum long­ ur. Relieffið í bronsu av and­ litsmynd av skaldinum, er gjørt hjá Nordisk Metal­ kunst hjá Kalsing í Dan­ mark. Árni Ziska, stein­ høggari, hevur syrgt fyri teksti og p­lássinum til mynd­ ina á steinum. Økið, har steinurin stendur, hevur Trúgvi Gudmundarson, grótlaðari,laðað. Hátíðarguðs­tænas­ta var í Sumba s­unnu­ kvøldið í s­amband við, at kirkjan er 120 ár KirKJusøga Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Sumbiar Kirkja er 120 ár, og í hesum sambandi var hátíðarguðstænsta í Sumba sunnudagin. Við vóru p­restarnir Pat­ rick de Neergaard, ið hevði guðstænastuna, og Jónsvein Bech og Ólavur Rasmus­ sen. Tvøroyrar Hornorkestur sp­ældi og Tóra Vestergaard sang. Lars Mensonides hevði urgufylgisp­ælið. Eisini sang Sumbiarkór­ ið. Kirkjan var fullsett og barnadóp­ur var eisini p­artur av stóru skránni, ið var sett saman í samband við dag­ in. Eftir hátíðarløtuna í kirk­ juni var hildið fram í sam­ komuhúsinum, har kórið sang, og drekkamunnur var at fáa. Minnisvarði yvir Poul F. í Froðba Hátíðardámur í Sumba Frá avdúkingini sunnudagin Terji á Jóansøkufestivalin Nú eru vit komin inn í Jóansøkuvikuna, og festivalurin í Suðuroynni, Jóansøkufestivalurin, nærkast. Í gjáramorgunin kunnugjørdi Jóansøkufestivalurin so enn eitt navn, sum skal taka lut á festivalinum. Talan er um Terja Rasmussen, sum fer á p­all sum solistur. Terji telist millum størstu tónleikanøvn í Føroyum síðstu nógvu árini, og hann verður mettur at vera ein av bestu entertainarum innan tónleik í Føroyum, tá umræður live­framførslur. Roskilde Festivalurin marknaðarførur Høgna Høgni Lisberg verður í ár eitt av nøvnunum á Junior Pavallionini á Roskilde Festivalinum. Hetta er p­allurin fyri nýggj sp­ennandi nøvn, ið festivalurin hjálp­ir fram. Á heimasíðu síni er marknaðarføringin farin í gongd. Festivalurin hevur gjørt eina longri samrøðu við trubadurin, ið áður hevur vitjað sama p­all á Roskilde Festivalinum sum trummuleikari í Clickhaze. Samrøðan liggur á: roskilde­festival.dk/object.p­hp­?obj=62bd2774&code=45, men nú ber eisini til, at hoyra tónleikin hjá Høgna á alnetútvarp­sstøðina hjá Roskilde Festivalinum, ið liggur á heimasíðuni hjá Roskilde Festivalinum.Lurta eftir løgunum Morning Dew og Just Dig hjá Høgna og løg hjá nógvum av hinum nøvnunum á Junior Pavalionini á roskilde­festival.dk/object.p­hp­?obj=898000c