Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-06-19, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 19. juni 2007síða 19

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 115 - 19. juni 2007 19 Kommunan fer undir verkætlanina „Ung í Arbeiði“ í viku 26, 27, 28 og 29. Tað er tíðarskeiðið frá 25. juni til 20. juli. Tilboðið hjá Tórshavnar kommunu er galdandi fyri ungdómar í aldrinum 14 til 17 ár. Tey sleppa til arbeiðis í tvær vikur hvør. Arbeiðstíðin verður átta tímar dagliga, fimm dagar um vikuna. Møtt verður klokkan 8.00 á morgni, og klokkan 16.00 seinnapartin er arbeiðsdagurin liðugur. Lønin er tann sáttmálaavtalaða tímalønin umframt frítíðarløn. Tilmelding Hósdagin 21. juni ber til hjá ungdómum í aldrinum frá 14 til 17 ár, at melda seg til ‘Ung í Arbeiði’ . Tilmelding frá klokkan 10.00 á telefon 302013. Meira fæst at vita um verkætlanina við at venda sær til Boða Haraldsson, býarverkfrøðing, Tóra í Hoyvík, býargartnara, ella Janus Isfeldt, lønarfultrúa, á telefon 302010. Tórshavnar kommuna Tilmelding sle _p`cgg lýsingar