týsdagur 19. juni 2007síða 19
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 115 - 19. juni 2007
19
Kommunan fer undir verkætlanina „Ung í Arbeiði“ í viku 26, 27, 28
og 29. Tað er tíðarskeiðið frá 25. juni til 20. juli.
Tilboðið hjá Tórshavnar kommunu er galdandi fyri ungdómar í
aldrinum 14 til 17 ár. Tey sleppa til arbeiðis í tvær vikur hvør.
Arbeiðstíðin verður átta tímar dagliga, fimm dagar um vikuna. Møtt
verður klokkan 8.00 á morgni, og klokkan 16.00 seinnapartin er
arbeiðsdagurin liðugur. Lønin er tann sáttmálaavtalaða tímalønin
umframt frítíðarløn.
Tilmelding
Hósdagin 21. juni ber til hjá ungdómum í aldrinum frá 14 til 17 ár,
at melda seg til ‘Ung í Arbeiði’ . Tilmelding frá klokkan 10.00 á
telefon 302013.
Meira fæst at vita
um verkætlanina við at venda sær til Boða Haraldsson,
býarverkfrøðing, Tóra í Hoyvík, býargartnara, ella Janus Isfeldt,
lønarfultrúa, á telefon 302010.
Tórshavnar kommuna
Tilmelding
sle
_p`cgg
lýsingar