týsdagur 19. juni 2007síða 21
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 115 - 19. juni 2007
21
SAMBAND
jákup mørk
jakup@sosialurin.fo
tlf. 341800
ítróttur
– Vit stýrdu róðrinum allan vegin, men móti endanum róði
Sundabáturin sera væl. Vit hildu tó avtalurnar, og hetta vísti seg
at røkka allan vegin.
Hans Olaf Johannesen, Tvørábáturin
Fleiri bátsmanningar
tóku lut í næsta
FM-róðrinum á
Sundalagsstevnu,
og m.a. fekk
Tvørábáturin sín
fyrsta sigur í 16 ár.
Harafturat tóktist
spenningurin at vera
væl størri í flestu
róðrunum enn á
Norðoyastevnu
KAPPRÓÐUR
Teitur Joensen
teitur@sosialurin.fo
Ikki kann sigast annað enn,
at kappróðurin fekk eina
keðiliga byrjan upp á hetta
kappingarárið.
Bert
39
bátsmanningar møttu upp
til fyrsta róðurin á Norðoya
stevnu, og hetta er eitt tað
lægsta talið av bátum í fleiri
ár. Harafturat vóru bert
tvær bátsmanningar við í
tveimum av róðrunum, og
tí vóru fleiri, sum luftaðu
tankan
um
eina
størri
kreppu í okkara tjóðarítrótt.
Fyri at gera ilt verri, so var
at kalla eingin spenningur í
fleiri av róðrunum, har vinn
arabátarnir vóru fleiri báts
longdir framman fyri næstu
bátarnar.
Kreppa ella ei, so vóru
glottar at hóma á næsta
stevnuni, sum var í Hvalvík
og Streymnesi um viku
skiftið. Fleiri bátsmanningar
vóru við í kappingini, spenn
ingurin var væl størri í fleiri
av róðrunum, og so vóru
eisini fleiri bátar við í róðr
unum hjá 10-mannaførunum
og hjá 6-mannaførum við
kvinnum, har bert tveir
bátar vóru við á Norðoya
stevnu. Jú, glottar vóru heilt
víst at hóma.
Góð líkindi og
fitt av fólki
Líkindini
til
kappróður
vóru eisini av teimum bestu
í Sundalagnum leygardagin.
Vindurin var at kalla eingin,
tá kappróðurin byrjaði, og
til tíðir hevði sólin hug at
kaga fram á luftini.
Áhugin tóktist eisini vera
hampiliga stórir millum
fólk, tí rættiliga nógv fólk
var komið saman á økinum
kring keiina. Áskoðararnir
hoyrdust eisini væl, meðan
bátarnir stríddust úti á firð
inum, tí til mest sum hvønn
róður róptu tey av hjartans
hugi á tann bátin, sum tey
hildu við.
Hinumegin fjørðin stóð
eisini fitt av bilum og
fylgdu róðrunum, so sum
heild má sigast, at áhugin
tóktist vera heldur størri
enn til fyrsta FM-róðurin
tvær vikur frammanundan.
Tríggir nýggir
vinnarar
Tær 43 bátsmanningarnar,
sum vóru til róðurin henda
dagin, vístu eisini, at áhugin
millum fólk ikki var størri
uttan grund. Fólkini, sum
høvdu leitað sær til Hval
víkar og Streymnesar henda
dagin, fingu nevniliga fleiri
spennandi róðrar at síggja
henda dagin.
Hjá 5-mannaførunum við
dreingjum, 5-mannaførum
við kvinnum og 6-manna
førum við monnum var ein
nýggjur vinnari funnin á
Sundalagsstevnu,
og
í
hinum róðrunum var mun
urin nógv minkaður frá
fremsta bátinum til næst
fremsta bátin. Sjálvt um
onkur av róðrunum bleiv
vunnin rættiliga trygt, so
var týðiligt, at aftaru bátar
nir gjørdu alt fyri at halda
fast í fremru bátunum, tí
gjørdist
upplivingin
hjá
áskoðaranum størri henda
dagin.
Harafturat var sera stutt
ligt at síggja, at ein bátur,
sum ikki kann sigast at vera
serliga sigursvandur, endaði
ovastur á sigursskamlinum
á Sundalagsstevnu. Tvørá
báturin hevði ikki vunnið
ein róður síðani á Vestan
stevnu í 1991 undan róðrin
um leygardagin, men á
Sundalagsstevnu bragdaði
aftur, tá teir vunnið ein sera
spennandi og dramatiskan
róður hjá 6-mannaførum
við monnum framman fyri
Sundabátin og Stráluna.
Sum heild má sigast, at
spenningurin var størri í
Sundalagnum, okkurt yvir
raskandi úrslit var at síggja,
og áskoðararnir tóktust liva
meir við enn í fyrsta FM-
róðrinum
fyri
tveimum
vikum síðani.
Størri spenningur í Sundalagnum
Fleiri av róðrunum gjørdust avbera spennandi á næstu FM-
stevnuni í ár norðuri í Sundalagnum. Tríggir nýggir vinnarar
blivu eisini funnir í mun til róðrarnar á Norðoyastevnu
Mynd: Jens Kr. Vang
Sosialurin mannar Formula-liðið við spælarunum, sum stóðu seg best í 13. umfari av
Formula-kappingini
Formula-liðið