Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-06-19, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 19. juni 2007síða 20

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 Nr. 115 - 19. juni 2007 Stutt Sagt Kent skip verður hotell Bretska reiðaríið Cunard Line boðaði í gjár frá, at ferðamannaskipið „Queen Elizabeth 2“ verður lagt næsta ár eftir at hava siglt kring tað mesta av heim­ inum síðani 1967. Sam­ stundis varð fráboðað, at eitt felag í Dubai hevur keypt skipið fyri 558 mió. krónur. Teir nýggju eigar­ arnir ætla at umbyggja skipið til eitt flótandi marglætishotell og handils­ hús, og tað skal liggja við eftirgjørdu oynna Palm Jumeirah í Persiska Flógv­ anum. Sambært Cunard Line hevur „Queen Eliza­ beth 2“ siglt 800 ferðir tvørtur um Atlantshavið, og 25 ferðir hevur skipið siglt runt um Jørðina. Valdu kvinnur Fronsku kvinnurnar hava ongantíð verið so væl umboðaðar í tjóðartingin­ um í París sum aftan á seina valumfar um viku­ skiftið. Undan valinum sótu 76 kvinnur í tingin­ um, men nú eru tær 106 í tali. Av teimum umboða 60 flokkarnar á vinstra­ vonginum, og 46 eru úr flokkunum høgrumegin miðjuna. Eftir franskari lóg hava flokkarnir skyldu til at hava líka nógvar kvinnur sum menn á upp­ stillingarlistunum, men teir sóru flokkarnir hava ilt við at halda lógina, hóast tað nú eru sjey ár, síðani hon kom í gildi. Í mesta lagi 10.000 Tað munnu vera tey fægstu, sum ferðast við 75.000 krónum í reiðum peningi uppi á sær, men tey, sum ætla sær út í Evropa at ferðast, eiga í hvussu er at hugsa um, at tað er ikki loyvt at hava meiri enn 10.000 evrur ella 74.480 krónur uppi á sær. Hevur tú meiri í reið­ um peningi, skalt tú siga tollvaldinum á staðnum frá. Brot á ta regluna kann hava við sær, at tollvaldið leggur hald á pengarnar, og tað kann vera óheppið. SAMBAND árNi joeNSeN fArtekSt@MAil.Dk -Nú kunnu palestinar fáa teir pengarnar, sum teir eiga til góðar. Vit vildu ikki lata Hamas fáa teir (Ehud Olmert) útlond Seinasta árið eru flóttafólkini í heimkinum vorðin eina millión fleiri í tali, og Irak-kríggið er orsøkin Fyri fyrstu ferð í fimm ár veksur flóttafólkatalið í heiminum, og um ársskiftið vóru flóttafólkini 9,9 mió. í tali. Tað var 1,2 mió. fleiri enn eitt ár frammanundan, og tað talið svarar júst til tey iraksku flóttafólkini, sum í fjør flýddu til granna­ londini Jordan og Sýrialand. Herumframt flýddu 300.000 aðrir irakar til onnur lond í fjør, og so nógv fólk eru ikki flýdd úr Irak eftir ein­ um ári fyrr. Flóttafólkadeildin hjá ST, UNHCR, sigur í sínari sein­ astu frágreiðing, at hóast flóttafólkatalið í Irak vaks nógv í fjør, er Afghanistan framvegis tað landið, sum hevur flest flóttafólk uttan fyri sítt egna mark. Hildið verður, at umleið 2,1 mió. afghanar eru flýddir av land­ inum, teir flestu til Paki­ stan. Onnur lond, haðani nógv fólk eru flýdd, eru Sudan, Somalia, Kongo og Bur­ undi, og sambært UNHCR eru næstan tvær mió. fólk flýdd úr hesum londunum. ST metir ikki palestinarar­ nar, sum búgva í Jordan, Libanon, Sýrialandi og teim­ um palestinsku økjunum, sum flóttafólk, tí teir hoyra undir stovnin UNRWA, sum tekur sær sær palestinskum flóttafólki burturav. ST­frágreiðingin vísir týði­ liga, at nógv tann størsti trupulleikin eru tey, sum eru flóttafólk í egnum landi. Hildið verður, at seinasta árs­ skiftið vóru 24,5 mió. fólk flóttafólk í egnum landi, og tað er heili 50 prosent meiri enn bara eitt ár framman­ undan, sigur ST. Formliga verða hesi ikki roknað sum flóttafólk, so leingi tey eru í egnum landi. Donsk reiðarí hava bundið seg til at bøta um trygdina umborð á skipunum Fýra ella fimm ferðir um árið eru donsk handilsskip fyri álopum frá sjórænarum, men „Danica White“, sum varð álopið úti fyri somal­ isku strondini herfyri, er fyrsta danska handilsskipið, sum er rænt. Tilburðurin hevur fingið fakfelagið Søfartens Ledere til at krevja tryggari umstøð­ ur umborð á skipunum, og nú hevur reiðarafelagið bundið seg til at eftirlíka kravinum. Per Gravgaard Hansen, sum er fakligur skrivari hjá Søfartens Led­ ere, sigur við blaðið 24 Tim­ er, at tað er eitt sindur ymiskt, hvat tey einstøku reiðaríni ætla sær at gera. ­ Okkara limir hava ongan áhuga í at ganga í skottrygg­ um vesti ella við byrsu. Men tað ber til at fáa sær nútímans ávaringarskipanir og forðingar á lúnningina, sigur skrivarin. Eisini í reið­ arafelagnum eru tey væl nøgd við nýggju avtaluna við yvirmenninar, sigur varastjórin í felagnum, Jan Fritz Hansen, við 24 Timer. Sambært The Internation­ al Maritime Bureau eru sjó­ rænaraálopini fækkað tey seinastu árini. Í 2004 vórðu 329 skip álopin, í 2005 var talið 276, og í fjør kom tað niður á 249. Brynja seg móti sjórænarum „Danica White“ var á veg til Kenya, tá somaliskir sjórænarar rændu tað Næstan 10 mió flóttafólk Úr einari flóttafólkalegu í Norðurirak. Hendan legan er bara hálvt annað ár gomul, men kring heimin eru fólk, sum hava búð í flóttafólkalegum í meiri enn 30 ár