týsdagur 19. juni 2007síða 23
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
[ Nr. 115 - 19. juni 2007 ]
andi róðrar
Fípuna Føgru og Sílið.
Munurin frá teimum og
niður til Sílið var tó bert
eitt hálvt sekund.
Tvørábáturin
helt á mál
Hjá
6-mannaførum
við
monnum var tað Sundabát
urin, sum legði seg á odda í
FM-stríðnum eftir fyrsta
róðurin, tá teir vunnu á
Norðoyastevnu. Kappingin
á Norðoyastevnu var tó
hørð við bæði Stráluna og
Tvørábátin, og tí var roknað
við enn einum høðrum og
spennandi róðri leygardagin
á Sundalagsstevnuni.
Og róðurin bleiv eisini
sera javnur og spennandi.
Tvørábáturin
fekk
eina
flúgvandi byrjan upp á
róðurin, og mest sum alt
fyri eitt løgdu teir seg út
við eina bátslongd fram um
hinar bátarnar.
So við og við dragnaðu
bæði
Riddarin,
Rádni,
Lómur, Sølmundur og Jarn
bardur, og tí vóru tað bert
Sundabáturin og Strálan,
sum veruliga tóku kapp
ingina upp við Tvørábátin.
Tað var tó ikki lætt hjá
hesum báðum eftir góðu
byrjanina hjá Tvørábáti
num, og tá manningarnar
høvdu á leið 200 metrar
eftir á málið, var enn ein
knøpp bátslongd á muni
niður til Sundabátin og
Stráluni, sum vóru rættiliga
javnir.
Sundabáturin hevur tó
orð á sær at hava ein sera
góðan endaspurt, og hesin
kom rættiliga til sjóndar í
Sundalagnum. Tak fyri tak
át hann av leiðsluni hjá
Tvørábátinum, og tá ið teir
nærkaðust málinum, var
bert ein stórur stavnur á
muni millum Tvørábátin
og
Sundabátin,
meðan
Strálan var eina góða hálva
bátslongd aftari.
Sjálvt um Sundabáturin
hevði ein sera góðan enda
spurt, so megnaði Tvørá
báturin at halda leiðsluni,
og sostatt var fyrsti sigurin
í 16 ár vorðin veruleiki hjá
Tvørábátinum. Við sigri
num er kappingin eisini
víðopin hjá 6-mannaførum
við monnum.
Hvassi vann á heimasjógvi
Genturnar umborð á
Hvassa megnaðu at
fáa fult á heima
sjógvi á Sundalags
stevnu, tá tær vunnu
róðurin hjá 5-manna
førum við gentum í
harðari kapping við
Tambar
KAPPRÓÐUR
Teitur Joensen
teitur@sosialurin.fo
Á Norðoyastevnu lat Hvassi
ongan iva vera um, hvør
var sterkasti báturin hjá
5-mannaførum við gent
um. Tær vundu nevniliga
burtur úr restini av bátun
um, og byrjanin á Sunda
lagsstevnuni tóktist vera
eins góð.
Genturnar
úr
Sundalagnum løgdu seg á
odda beinanvegin, og eina
løtu sá út til, at tær fóru at
vinna í næstan líka stór
um stíli sum á Norð
oyastevnu. Men brádliga
fór Tambar hjá Róðrar
felagnum Knørri at ganga
sera væl. Hann tók inn á
Hvassa í hvørjum taki, og
eina løtu var líkt til, at
hann kundi fara at hótta
leiðsluna hjá Hvassa.
Seinastu 50 metrarnar
megnaði Hvassi tó at
halda fast og kanska eisini
at økja eitt sindur um
munin aftur, og tá bátarnir
koma á mál, var ein knøpp
bátslongd á muni.
Við sigrinum á heima
sjógvi hevur Hvassi enn
fult stigatal í kappingini
hjá 5-mannaførum við
gentum, meðan Tambar
er á øðrum plássi eftir
tvey silvurheiðursmerki í
teimum fyrstu róðrunum.
Munurin minkaði
Jarnbardur endaði
aftur fremst í 6-manna
førunum hjá kvinn
um, men hesaferð
var munurin niður
til Kollfirðing á øðr
um plássi bert 10
sekund í mun til 31
sekund á Norðoya
stevnu
KAPPRÓÐUR
Teitur Joensen
teitur@sosialurin.fo
Í fyrsta róðrinum hjá 6-
mannaførum við kvinnum
vóru bert tveir bátar við í
kappingini, og tá endaði
Jarnbardur heili 31 sekund
frammanfyri Kollfirðing
á øðrum plássi. Tí mundu
nógv helst halda, at kapp
ingin hjá 6-mannaførun
um við kvinnum fór at
gerast rættiliga lítið áhuga
verd.
Á
Sundalagsstevnu
høvdu bæði Hvessingur
og Smyril tó boðað frá
luttøku,
so
nú
vóru
brádliga fýra bátar við.
Tað vóru tó Jarnbardur og
Kollfirðingur, sum struku
avstað alt fyri eitt við
Jarnbardi heldur omaná.
Tá
bátarnir
høvdu
knappar 500 metrar eftir
á málið, var Kollfiðringur
enn væl við í kappingina.
Tær gjørdu alt fyri at
fylgja við Jarnbardi, men
í
endaspurtinum
dró
Jarnbardur frá, og endaði
góðar tríggjar bátslongdir
frammanfyri Kollfirðing.
Kvinnurnar á Kollfirðingi
høvdu tó bøtt sera nógv
um úrslitið frá fyrsta
róðrinum, og tí kunnu tær
kanska leypa ein hvøkk á
Jarnbard ein av komandi
róðrunum.
Hvessingur endaði á
triðja plássi á heima
sjógvi.
Vagnur til AB
AB fer í kvøld at skriva undir sáttmála við Vagnur
Mohr Mortensen. Vagnur hevur sín uppruna í HB, og í
fjør tóktist hann veruliga bíta seg fastan í landsliðshópin.
Í ár hevur hann tó als ikki verið at sæð á Formula-
liðnum hjá HB, men einstakar ferðir hevur hann tó
spælt við 1. deild hjá felagnum. Seinastu vikuna hevur
hann vant við AB, og í kvøld verður sáttmáli skrivaður,
skilst.
Símun millum teir bestu
Símun Samuelsen er settur á úrvalslið, sum er valt eftir fyrstu seks umførini
av íslendsku Landsbankadeildini. Saman við Símuni er eisini liðfelagi hansara
í Keflavík, Baldur Sigurðsson. Hartil eru fýra spælarar úr FH, tríggir úr Vali
og ein úr ávikavist Breiðablik og Víkingi á liðnum.
Hvassi vann eisini næsta róðurin í 5-mannaførum við gentum á heimasjógvi norðuri í
Sundalagnum, og sostatt hava tær enn fult stigatal í FM-kappingini.
Mynd: Jens Kr. Vang