Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-06-19, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 19. juni 2007síða 23

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 [ Nr. 115 - 19. juni 2007 ] andi róðrar Fípuna Føgru og Sílið. Munurin frá teimum og niður til Sílið var tó bert eitt hálvt sekund. Tvørábáturin helt á mál Hjá 6-mannaførum við monnum var tað Sundabát- urin, sum legði seg á odda í FM-stríðnum eftir fyrsta róðurin, tá teir vunnu á Norðoyastevnu. Kappingin á Norðoyastevnu var tó hørð við bæði Stráluna og Tvørábátin, og tí var roknað við enn einum høðrum og spennandi róðri leygardagin á Sundalagsstevnuni. Og róðurin bleiv eisini sera javnur og spennandi. Tvørábáturin fekk eina flúgvandi byrjan upp á róðurin, og mest sum alt fyri eitt løgdu teir seg út við eina bátslongd fram um hinar bátarnar. So við og við dragnaðu bæði Riddarin, Rádni, Lómur, Sølmundur og Jarn- bardur, og tí vóru tað bert Sundabáturin og Strálan, sum veruliga tóku kapp- ingina upp við Tvørábátin. Tað var tó ikki lætt hjá hesum báðum eftir góðu byrjanina hjá Tvørábáti- num, og tá manningarnar høvdu á leið 200 metrar eftir á málið, var enn ein knøpp bátslongd á muni niður til Sundabátin og Stráluni, sum vóru rættiliga javnir. Sundabáturin hevur tó orð á sær at hava ein sera góðan endaspurt, og hesin kom rættiliga til sjóndar í Sundalagnum. Tak fyri tak át hann av leiðsluni hjá Tvørábátinum, og tá ið teir nærkaðust málinum, var bert ein stórur stavnur á muni millum Tvørábátin og Sundabátin, meðan Strálan var eina góða hálva bátslongd aftari. Sjálvt um Sundabáturin hevði ein sera góðan enda- spurt, so megnaði Tvørá- báturin at halda leiðsluni, og sostatt var fyrsti sigurin í 16 ár vorðin veruleiki hjá Tvørábátinum. Við sigri- num er kappingin eisini víðopin hjá 6-mannaførum við monnum. Hvassi vann á heimasjógvi Genturnar um­borð á Hvassa m­egnaðu at fáa fult á heim­a­ sjógvi á Sundalags­ stevnu, tá tær vunnu róðurin hjá 5­m­anna­ førum­ við gentum­ í harðari kapping við Tam­bar KAPPRÓÐUR Teitur Joensen teitur@sosialurin.fo Á Norðoyastevnu lat Hvassi ongan iva vera um, hvør var sterkasti báturin hjá 5-mannaførum við gent- um. Tær vundu nevniliga burtur úr restini av bátun- um, og byrjanin á Sunda- lagsstevnuni tóktist vera eins góð. Genturnar úr Sundalagnum løgdu seg á odda beinanvegin, og eina løtu sá út til, at tær fóru at vinna í næstan líka stór- um stíli sum á Norð- oyastevnu. Men brádliga fór Tambar hjá Róðrar- felagnum Knørri at ganga sera væl. Hann tók inn á Hvassa í hvørjum taki, og eina løtu var líkt til, at hann kundi fara at hótta leiðsluna hjá Hvassa. Seinastu 50 metrarnar megnaði Hvassi tó at halda fast og kanska eisini at økja eitt sindur um munin aftur, og tá bátarnir koma á mál, var ein knøpp bátslongd á muni. Við sigrinum á heima- sjógvi hevur Hvassi enn fult stigatal í kappingini hjá 5-mannaførum við gentum, meðan Tambar er á øðrum plássi eftir tvey silvurheiðursmerki í teimum fyrstu róðrunum. Munurin minkaði Jarnbardur endaði aftur frem­st í 6­m­anna­ førunum­ hjá kvinn­ um­, m­en hesaferð var m­unurin niður til Kollfirðing á øðr­ um­ plássi bert 10 sekund í m­un til 31 sekund á Norðoya­ stevnu KAPPRÓÐUR Teitur Joensen teitur@sosialurin.fo Í fyrsta róðrinum hjá 6- mannaførum við kvinnum vóru bert tveir bátar við í kappingini, og tá endaði Jarnbardur heili 31 sekund frammanfyri Kollfirðing á øðrum plássi. Tí mundu nógv helst halda, at kapp- ingin hjá 6-mannaførun- um við kvinnum fór at gerast rættiliga lítið áhuga- verd. Á Sundalagsstevnu høvdu bæði Hvessingur og Smyril tó boðað frá luttøku, so nú vóru brádliga fýra bátar við. Tað vóru tó Jarnbardur og Kollfirðingur, sum struku avstað alt fyri eitt við Jarnbardi heldur omaná. Tá bátarnir høvdu knappar 500 metrar eftir á málið, var Kollfiðringur enn væl við í kappingina. Tær gjørdu alt fyri at fylgja við Jarnbardi, men í endaspurtinum dró Jarnbardur frá, og endaði góðar tríggjar bátslongdir frammanfyri Kollfirðing. Kvinnurnar á Kollfirðingi høvdu tó bøtt sera nógv um úrslitið frá fyrsta róðrinum, og tí kunnu tær kanska leypa ein hvøkk á Jarnbard ein av komandi róðrunum. Hvessingur endaði á triðja plássi á heima- sjógvi. Vagnur til AB AB fer í kvøld at skriva undir sáttmála við Vagnur Mohr Mortensen. Vagnur hevur sín uppruna í HB, og í fjør tóktist hann veruliga bíta seg fastan í landsliðshópin. Í ár hevur hann tó als ikki verið at sæð á Formula- liðnum hjá HB, men einstakar ferðir hevur hann tó spælt við 1. deild hjá felagnum. Seinastu vikuna hevur hann vant við AB, og í kvøld verður sáttmáli skrivaður, skilst. Símun millum teir bestu Símun Samuelsen er settur á úrvalslið, sum er valt eftir fyrstu seks umførini av íslendsku Landsbankadeildini. Saman við Símuni er eisini liðfelagi hansara í Keflavík, Baldur Sigurðsson. Hartil eru fýra spælarar úr FH, tríggir úr Vali og ein úr ávikavist Breiðablik og Víkingi á liðnum. Hvassi vann eisini næsta róðurin í 5-mannaførum við gentum á heimasjógvi norðuri í Sundalagnum, og sostatt hava tær enn fult stigatal í FM-kappingini. Mynd: Jens Kr. Vang