Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-06-19, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 19. juni 2007síða 24

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

24 [ Nr. 115 - 19. juni 2007 ] Kreppuraktur klassikari Mikukvøldið spæla Formula-liðini hjá KÍ og HB landskappingardyst við Djúpimýru. Dysturin er framskundaður, nú KÍ um vikuskiftið skal spæla Inter-toto dyst. Ofta hava gull og æra staðið upp á spæl, tá liðini havt hitst, men hesa ferð er tað tó mest æran í so máta. KÍ kann so als ikki loyva sær at hugsa gyltar tankar, men er tað ístaðin lívið í deildini, sum tað ræður um at bjarga. Til hetta hava teir við einum undantaki allar mans tøkar. Símun Joensen fekk um vikuskiftið sítt áttanda gula kort, og tí er hann leikbannaður. Nýggjur maður í hópinum verður helst Kristian á Lakjuni. Hjá HB er lagið í botni eftir tapið í Runavík, og tey flestu munnu helst halda, at liðið nú er úti úr gulldystinum. Og í øllum førum er neyðugt við trimum stigum í Klaksvík, um tann dómurin ikki skal vera heilt definitivur. Til dystin hevur HB ikki Hans á Lag, sum fekk reytt kort seinast. Hartil er ivasamt, um Jákup á Borg er tøkur. Hann hitaði upp seinast, men fekk ikki tikið lut í sjálvum dystinum. Úrslit á Sundalagsstevnuni 5-mannafør dreingir Nr. Bátur Tíð 1 Havfrúgvin 05:02.11 2 Sílið 05:05.16 3 Teistin 05:07.04 4 Tjaldrið 05:13.13 5 Jallurin 05:14.23 6 Blikur 05:17.10 7 Jomfrúgvin 05:19.20 8 Falkur 05:29.12 5-mannafør gentur Nr Bátur Tíð 1 Hvassi 05:27.23 2 Tambar 05:29.24 3 Drekin 05:31.16 4 Ørnin 05:38.00 5 Blikur 05:46.13 6 Teistin 05:47.21 5-mannafør kvinnur Nr Bátur Tíð 1 Frúgvin 05:15.08 2 Fípan Fagra 05:15.17 3 Sílið 05:15.21 4 Ørnin 05:17.00 5 Ritan 05:19.04 6 Teistin 05:19.18 7 Jallurin 05:26.18 8 Erla Kongsdóttir 05:36.23 9 Blikur 05:47.09 6-mannafør kvinnur Nr Bátur Tíð 1 Jarnbardur 05:15.17 2 Kollfriðingur 05:25.03 3 Hvessingur 05:47.04 4 Smyril 05:49.10 6-mannafør menn Nr Bátur Tíð 1 Tvørabáturin 07:11.16 2 Sundabáturin 07:11.18 3 Strálan 07:13.03 4 Jarnbardur 07:20.03 5 Sølmundur 07:24.17 6 Lómur 07:25.05 7 Rádni 07:30.16 8 Riddarin 07:31.13 8-mannafør menn Nr Bátur Tíð 1 Heiðabáturin 06:51.24 2 Argjabáturin 06:55.05 3 Ørvur 06:59.07 4 Knørrur 07:07.15 5 Árnfirðingur 07:08.05 10-mannafør menn Nr Bátur Tíð 1 Eysturoyingur 09:08.01 2 Vestmenningur 09:14.15 3 Havnarbáturin 09:47.17 Sjálvt um Vest­menn­ ing­ur royndi at hanga í, so vann Eysturoyingur enn ein trygg an sigur í 10-mannaførum hjá monnum. Stuttligt var tó at sígg ja, at Havnar Róðrarfelag hevði mannað Havnarbátin KAPPRÓÐUR Teitur Joensen teitur@sosialurin.fo Tey flestu mundu helst vænta, at Eysturoyingur fór at vinna enn ein tryggan sig­ ur í næsta róðrinum á árin­ um á Sundalagsstevnuni. Í fyrsta róðrinum hevði Eystur­oyingur tó bert ein bát at kappast við, men til róðurin á Sundalagsstevnu vóru nú tríggir bátar við, eftir at Havnar Róðrarfelag hevði mannað flaggskipið, Havnarbátin. At Havnarbáturin var mann­aður gjørdi tó ikki tann stóra munin. Teir høvdu bert vant einaferð und­an Sundalagsstevnuni, og skjótt var greitt, at teir megnaðu ikki at fylgja við henda dagin. Hinvegin gjørdist Vest­ menningur nógv drúgvari enn á Norðoyastevnu. Sjálvt um Eysturoyingur legði seg væl fram um frá byrjan, so høvdu vestmenningar ong­an hug at gevast. Teir hingu í Eysturoyingi, og tá tað restaðu 500 metrar, var bert á leið ein bátslongd á muni. Síðstu løtuna vísti Eyst­ur­ oyingur tó sína sonnu styrki, og tá teir komu á mál vóru teir tríggjar báts­ longdir frammanfyri Vest­ menning, men Vest­ menningur vísti stóran part av málinum, at teir á einum góðum degi kunnu fylgja rætti­liga væl við Eystur­ oyingi. Havnarbáturin endaði knøpp 40 sekund aftanfyri Eysturoying á triðja plássi, men teir høvdu neyvan væntað sær eitt serliga gott úrslit í fyrsta róðrinum hjá teimum. Eysturoyingur í serflokki Eysturoyingur vann enn ein tryggan sigur á Sundalagsstevnuni, men tað var ikki fyrrenn seinastu 500 metrarnar, at Eysturoyingur veruliga fór frá Vestmenningi. Mynd: Jens Kr. Vang FM-kappróður 5-mannafør, dreingir Stig íalt Sundalagsst. 1 Havfrúgvin 12 7 2 Sílið 12 5 3 Teistin 8 4 4 Tjaldrið 5 3 5 Jallurin 3 2 6 Jomfrúgvin 3 0 7 Blikur 1 1 6-mannafør, kvinnur 1 Jarnbardur 14 7 2 Kollfirðingur 9 4 3 Lómur 5 5 4 Smyril 4 4 5 Hvessingur 2 2 5-mannafør, gentur 1 Hvassi 14 7 2 Tambar 10 5 3 Drekin 8 4 4 Ørnin 6 3 5 Blikur 4 2 6 Teistin 2 1 5-mannafør, kvinnur 1 Sílið 11 4 2 Frúgvin 10 7 3 Fípan Fagra 9 5 4 Teistin 6 1 5 Ørnin 5 3 6 Ritan 3 2 6-mannafør, menn 1 Sundabáturin 12 5 2 Tvørabáturin 11 7 3 Strálan 9 4 4 Jarnbardur 6 3 5 Sølmundur 2 2 6 Lómur 2 1 7 Riddarin 2 0 8-mannafør 1 Heiðabáturin 14 7 2 Argjabáturin 10 5 3 Ørvur 8 4 4 Knørrur 6 3 5 Árnfirðingur 4 2 10-mannafør 1 Eysturoyingur 14 7 2 Vestmenningur 10 5 3 Havnarbáturin 4 4