Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-06-20, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 20. juni 2007síða 4

‹ fyrra síða allar 104 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 tíðindi Nr. 116 - 20. juni 2007 Ósemja millum Lands­verk og Fjar­ hitafelagið hevur havt við sær, at Lands­verk síðsta miku­dag setti eina gravkúgv soleiðis, at Fjarhitafelagið ikki fekk gjørt sítt arbeiði. Fríggjadagin komu boð frá løgregluni um at flyta gravkúnna, sum nú er flutt, men framvegis forðar arbeið­inum hjá Fjar­ hitafelagnum ÓSEMJA Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo »Einaferð vóru tað nakrir vaksn­ir menn, sum ikki kundu semjast um, hvussu teir skulu gera arbeiði fram­ við einum vegi. Teir trættust aftur og fram, inntil annar teirra fann útav at forklaga fyri mammu. Sum allar aðr­ ar fittar mammur kom henda og lurtaði, men helt so tað var frægast, at hesir menn­inir loystu sínar trupul­ leikar sjálvir. Og trupul­leik­ in varð loystur við, at annar av monnunum tók ta størstu gravkúnna hann fann og setti hana fyri har, sum hin maðurin ætlaði at arbeiða.« Soleiðis kundi einfalda og stutta søgan um grav­ kúnna við útkoyringina frá Sandvíkarhjalla ljóða. Ein søga, um hvussu Landsverk kendi seg noyddan til at seta eina fysiska blokadu upp fyri at steðga arbeið­in­ u­m hjá Fjarhitafelagnum, sum teir ikki mettu fara fram á skilagóðan hátt. For­ maðurin í Fjarhitafelagnum hevur lurtað eftir pørtunum og vónar nú, at hesir finna eina loysn. Gravkúgv deyðsfella Mikudagin fyri viku síðani setti Landsverk eina grav­ kúgv við vegjaðaran beint áðr­enn innkoyringina til Sandvíkarhjalla. Við Port­al­ in fríggjadagin segði Oyv­ indur Brimnes, stjóri í Landsverk, at gravi­mask­in­ an var sett har, fyri at fáa eina reaktión frá Fjar­hita­fel­ agn­um, hvørt arbeiði fram­ við vegnum eftir hansara tykki hevur drigið alt ov langt út. Hetta segði hann í viðmerking, eftir at Port­al­ ur­in hevði skrivað um grav­ kúnna, og skýrt hana at vera eina deyðsfellu, tá plas­er­ ing­in av henni tók alt sýni norð­ureftir hjá teimum, sum skuldu koyra út frá Sand­víkarhjalla. Nakrar dagar seinni var gravkúgvin flutt soleiðis, at hon ikki longur tók útsýni frá bilfør­ ar­um, men kortini framvegis tænti sínum endamáli, nevni­liga at forða Fjarhita­ felagnum at arbeiða víðari. Gravkúgv neyðloysn Oyvindur Brimnes sigur, at tað var ein neyðloysn at brúka gravkúnna fyri at steðga arbeiðinum hjá Fjar­ hita­felagnum. – Vit hava havt fundir har tað verður nikkað, men kort­ ini koyrir alt í sama máta, og ferðslutrygdarviðurskift ir verða ikki hildin, sigur Oyvindur Brimnes. Hann sigur, at teir av hesum mistu álitið á Fjarhitafelagnum. – Arbeiðið er alt ov nógv seinkað, man hevur ikki gjørt seg lidnan har sum man er, og heldur ikki fylgt teimum avtalum, sum eru gjørdar, greiðir Oyvindur Brimnes frá. Tískil vildu teir tryggjað sær, at rørini ikki verða bundin saman fyrr enn trygd kann veitast fyri, at arbeiði verður gjørt sum tað skal og innan fyri eitt vist tíðarskeið. – Og tá teir ikki steðga, tá vit senda bræv til teir við boðum um hetta, so var neyðugt at fara fysiskt til verka, vísir stjórin í Lands­ verk á. Samstundis leggur hann dent á, at tað ikki er van­lig mannagongd hjá teim­um, at fysiskt til verka á henda hátt, men at tað var ein neyðloysn. Gravkúgv kann flytast Landsverk viðgongur nú, at gravkúgvin upprunaliga var eitt sindur býtt stillað, og at tað átti at verið eitt sindur betri umhugsað, tá henda varð plaserað. – Men havandi í huga, at tað var inni í einum arbeiðs­ øki og at fólk tá skulu vísa serlig atlit, so var tað ikki katastrofalt, heldur stjórin í Landsverk. Oyvindur Brim­ nes greiðir frá, at teir vóru meldaðir til løgregluna fyri hetta, og eftir at hava tosað við hana, fluttu teir grav­ kúnna umgangandi, soleiðis at bilarnir fingu útsýni aft­ ur, meðan gravkúgvin kort­ ini tænti sínum endamáli. Oyvindur Brimnes sigur seg tó rokna við, at tey fara at finna ein loysn í hesum máli. – Treytin er altso, at vit koma á tal við fólki. Men so skjótt sum vit so hava fingið trygd frá Fjarhita­fel­ agnum fyri, at nú verður alt gjørt innan eina ávísa tí og eftir føstum treytum, so flyta vit okkum aftur, sigur Oyvindur Brimnes. Gravkúgv undrar stjóran Stjóri í Fjarhitafelagnum er Hans Christian Dam. Hann skilir ikki heilt hví Oyvindur Brim­nes á Portalinum eftir­ lýsti eina reaktión frá Fjar­ hitafelagnum, tí júst henda sama morgun høvdu Lands­ verk og Fjarhitafelagið ver­ ið á fundi um akkurát hetta málið. Hann dugir heldur ikki at síggja nakra hald­ góða grundgeving fyri, at seta eina gravkúgv upp og Søgan um eina gravkúgv Upprunaliga forðaði gravkúgvin ikki bara Fjarhitafelagnum at gera sítt arbeiði. Hon tók eisini útsýni frá bilunum, sum komu koyrandi út frá Sandvíkarhjalla. Fríggjadagin var gravkúgvin flutt soleiðis, at hon framvegis tænir sínum endamáli, men bilarnir hava nú fingið útsýni Mynd: Jens Kr. Vang Mynd: Álvur Haraldsen Lawton og Deiggj Orkestrið Deiggj, sum hevur røtur á Tvøroyri, kemur at spæla undir, tá John Lawton fer á pallin at syngja vælkendu løgini hjá Uriah Heep. John Lawton gleðir seg at koma til Føroya og hann hevur hoyrt mangt gott um Føroyar frá vinmanninum Ken Hen­sley, sum hann enn hevur samband við og spælir saman við. Deiggj hava nógv ár á baki og kenna væl tónleikin frá sjeyti­ár­un­um. Teir hava vant nógv seinastu mánaðirnar og fríggjakvøldið fara teir á flogvøllin at taka ímóti John Lawton, og síðani fara Deiggj og Lawton venja saman. Dýr donsk høvuðpína 10. hvør dani hevur høvuðpínu minst eina ferð um vikuna, og umleið 200.000 danir hava høvuðpínu hvønn dag. Tølini eru frá einum granskingarfelagi, sum eitur Dansk Hovedpine Selskab, skrivar blaðið 24timer. Granskararnir eru komnir eftir, at høvuðpína er orsøkin til tríggjar mió. sjúkradagar um árið í Danmark, og høvuðpína er sostatt ein tann mest vanliga pínuelvandi sjúkan í landinum. Men høvuðpínan er eisini ein samfelagstrupulleiki, siga granskararnir og vísa á, at tríggjar mió. sjúkradagar kosta samfelagnum smáar fimm mia. krónur í goldnum lønum.