mikudagur 20. juni 2007síða 4
‹ fyrra síða allar 104 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
tíðindi
Nr. 116 - 20. juni 2007
Ósemja millum
Landsverk og Fjar
hitafelagið hevur
havt við sær, at
Landsverk síðsta
mikudag setti eina
gravkúgv soleiðis, at
Fjarhitafelagið ikki
fekk gjørt sítt arbeiði.
Fríggjadagin komu
boð frá løgregluni um
at flyta gravkúnna,
sum nú er flutt, men
framvegis forðar
arbeiðinum hjá Fjar
hitafelagnum
ÓSEMJA
Rólant Waag Dam
rolant@sosialurin.fo
»Einaferð vóru tað nakrir
vaksnir menn, sum ikki
kundu semjast um, hvussu
teir skulu gera arbeiði fram
við einum vegi. Teir trættust
aftur og fram, inntil annar
teirra fann útav at forklaga
fyri mammu. Sum allar aðr
ar fittar mammur kom
henda og lurtaði, men helt
so tað var frægast, at hesir
menninir loystu sínar trupul
leikar sjálvir. Og trupulleik
in varð loystur við, at annar
av monnunum tók ta størstu
gravkúnna hann fann og
setti hana fyri har, sum hin
maðurin ætlaði at arbeiða.«
Soleiðis kundi einfalda
og stutta søgan um grav
kúnna við útkoyringina frá
Sandvíkarhjalla ljóða. Ein
søga, um hvussu Landsverk
kendi seg noyddan til at
seta eina fysiska blokadu
upp fyri at steðga arbeiðin
um hjá Fjarhitafelagnum,
sum teir ikki mettu fara
fram á skilagóðan hátt. For
maðurin í Fjarhitafelagnum
hevur lurtað eftir pørtunum
og vónar nú, at hesir finna
eina loysn.
Gravkúgv deyðsfella
Mikudagin fyri viku síðani
setti Landsverk eina grav
kúgv við vegjaðaran beint
áðrenn innkoyringina til
Sandvíkarhjalla. Við Portal
in fríggjadagin segði Oyv
indur Brimnes, stjóri í
Landsverk, at gravimaskin
an var sett har, fyri at fáa
eina reaktión frá Fjarhitafel
agnum, hvørt arbeiði fram
við vegnum eftir hansara
tykki hevur drigið alt ov
langt út. Hetta segði hann í
viðmerking, eftir at Portal
urin hevði skrivað um grav
kúnna, og skýrt hana at vera
eina deyðsfellu, tá plaser
ingin av henni tók alt sýni
norðureftir
hjá
teimum,
sum skuldu koyra út frá
Sandvíkarhjalla.
Nakrar
dagar seinni var gravkúgvin
flutt soleiðis, at hon ikki
longur tók útsýni frá bilfør
arum, men kortini framvegis
tænti
sínum
endamáli,
nevniliga at forða Fjarhita
felagnum at arbeiða víðari.
Gravkúgv neyðloysn
Oyvindur Brimnes sigur, at
tað var ein neyðloysn at
brúka gravkúnna fyri at
steðga arbeiðinum hjá Fjar
hitafelagnum.
– Vit hava havt fundir har
tað verður nikkað, men kort
ini koyrir alt í sama máta,
og ferðslutrygdarviðurskift
ir verða ikki hildin, sigur
Oyvindur Brimnes. Hann
sigur, at teir av hesum mistu
álitið á Fjarhitafelagnum.
– Arbeiðið er alt ov nógv
seinkað, man hevur ikki
gjørt seg lidnan har sum
man er, og heldur ikki fylgt
teimum avtalum, sum eru
gjørdar, greiðir Oyvindur
Brimnes frá. Tískil vildu
teir tryggjað sær, at rørini
ikki verða bundin saman
fyrr enn trygd kann veitast
fyri, at arbeiði verður gjørt
sum tað skal og innan fyri
eitt vist tíðarskeið.
– Og tá teir ikki steðga, tá
vit senda bræv til teir við
boðum um hetta, so var
neyðugt at fara fysiskt til
verka, vísir stjórin í Lands
verk á. Samstundis leggur
hann dent á, at tað ikki er
vanlig
mannagongd
hjá
teimum, at fysiskt til verka
á henda hátt, men at tað var
ein neyðloysn.
Gravkúgv kann flytast
Landsverk viðgongur nú, at
gravkúgvin upprunaliga var
eitt sindur býtt stillað, og at
tað átti at verið eitt sindur
betri umhugsað, tá henda
varð plaserað.
– Men havandi í huga, at
tað var inni í einum arbeiðs
øki og at fólk tá skulu vísa
serlig atlit, so var tað ikki
katastrofalt, heldur stjórin í
Landsverk. Oyvindur Brim
nes greiðir frá, at teir vóru
meldaðir til løgregluna fyri
hetta, og eftir at hava tosað
við hana, fluttu teir grav
kúnna umgangandi, soleiðis
at bilarnir fingu útsýni aft
ur, meðan gravkúgvin kort
ini tænti sínum endamáli.
Oyvindur Brimnes sigur
seg tó rokna við, at tey fara
at finna ein loysn í hesum
máli.
– Treytin er altso, at vit
koma á tal við fólki. Men
so skjótt sum vit so hava
fingið trygd frá Fjarhitafel
agnum fyri, at nú verður alt
gjørt innan eina ávísa tí og
eftir føstum treytum, so
flyta vit okkum aftur, sigur
Oyvindur Brimnes.
Gravkúgv undrar
stjóran
Stjóri í Fjarhitafelagnum er
Hans Christian Dam. Hann
skilir ikki heilt hví Oyvindur
Brimnes á Portalinum eftir
lýsti eina reaktión frá Fjar
hitafelagnum, tí júst henda
sama morgun høvdu Lands
verk og Fjarhitafelagið ver
ið á fundi um akkurát hetta
málið. Hann dugir heldur
ikki at síggja nakra hald
góða grundgeving fyri, at
seta eina gravkúgv upp og
Søgan um eina gravkúgv
Upprunaliga forðaði gravkúgvin ikki bara Fjarhitafelagnum at gera sítt arbeiði. Hon tók eisini útsýni frá bilunum, sum komu
koyrandi út frá Sandvíkarhjalla. Fríggjadagin var gravkúgvin flutt soleiðis, at hon framvegis tænir sínum endamáli, men bilarnir
hava nú fingið útsýni
Mynd: Jens Kr. Vang
Mynd: Álvur Haraldsen
Lawton og Deiggj
Orkestrið Deiggj, sum hevur røtur á Tvøroyri, kemur at
spæla undir, tá John Lawton fer á pallin at syngja
vælkendu løgini hjá Uriah Heep. John Lawton gleðir seg at
koma til Føroya og hann hevur hoyrt mangt gott um
Føroyar frá vinmanninum Ken Hensley, sum hann enn
hevur samband við og spælir saman við. Deiggj hava nógv
ár á baki og kenna væl tónleikin frá sjeytiárunum. Teir hava
vant nógv seinastu mánaðirnar og fríggjakvøldið fara teir á
flogvøllin at taka ímóti John Lawton, og síðani fara Deiggj
og Lawton venja saman.
Dýr donsk høvuðpína
10. hvør dani hevur høvuðpínu minst eina ferð um vikuna,
og umleið 200.000 danir hava høvuðpínu hvønn dag.
Tølini eru frá einum granskingarfelagi, sum eitur Dansk
Hovedpine Selskab, skrivar blaðið 24timer. Granskararnir
eru komnir eftir, at høvuðpína er orsøkin til tríggjar mió.
sjúkradagar um árið í Danmark, og høvuðpína er sostatt
ein tann mest vanliga pínuelvandi sjúkan í landinum. Men
høvuðpínan er eisini ein samfelagstrupulleiki, siga
granskararnir og vísa á, at tríggjar mió. sjúkradagar kosta
samfelagnum smáar fimm mia. krónur í goldnum lønum.