Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-06-20, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 20. juni 2007síða 5

‹ fyrra síða allar 104 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

5 tíðindi Nr. 116 - 20. juni 2007 blok­era á tann hátt. Hans Christian Dam vísir á, at teir frá Landsverk fingu álagt at rætta og fylgja nøkr­ um punktum. – Hetta gjørdu vit so. Ikk i alt beinanvegin, men nakað aftaná, sigur stjórin í Fjarhitafelagnum. Eitt av áløgdu punktum, sum skuldu broytast, var eitt skeltið, sum stóð við Sand­­víkarhjalla, har navnið á arbeiðstakara og ymiskt ann­að stóð. Hetta skeltið skuldi takast niður, tí tað sam­bært Landsverk var til ampa fyri ferðsluna. Tá skeltið er tikið niður fer Landsverk síðani út og setir eina gravkúgv upp, sum tekur alt útsýni frá bil­ um, sum koma út frá Sand­ víkarhjalla. Hetta heldur Hans Christian Dam vera eina stóra andsøgn, og sigur seg ongantíð hava upplivað tílíkt áður. – Hetta er bæði langt úti og óskillugt, heldur hann. Stjórin í Fjarhitafelagnum sigur, at størsti trupulleikin í hesum málinum er, at tað ongantíð hevur verið eitt ordi­ligt samskifti millum Lands­verk og Fjarhita­fel­ag­ ið. Til hetta sigur stjórin í Landsverk, at tað so ikk i er teirra skyld, at samskifti ong­­an­tíð hevur verið opti­ malt, tí teir hava eftir hans­ ara tykk i gjørt sítt. Elin Lindenskov er for­ maður í Fjarhitafelagnum. Hon var á fundi við Lands­ verk fríggjadagin. Hon sig­ ur, at málið eftir hennara tykk i er eitt sindur býttisliga handfari, men hon vónar, at ein semja kann finnast skjótt. Elin Lindenskov sig­ ur, at hon ikk i hevur álagt Fjarhitafelagnum nakað, men hevur einans heitt á teir, um at taka upp samband við Landsverk og fáa trup­ ulleikan loystan. Bjørn drap smádrong Tað, sum skuldi verið ein hugnaligur tjaldtúrur, endaði í reinari marru fyri eina amerikanska familju, tá ein bjørn mitt um náttina dragsaði ein 11-ára gamlan drong burtur og skammfór hann illa. Drongurin var farin tjaldtúr saman við mammu síni, stjúkpápa sínum og 6-ára gamla bróðr­in­ um. Holið í tjaldinum var so snøgt, at familjan at byrja við helt, at onkur hevði skorið við knívi og burturflutt dreingin, men sannleikin var nógv meiri uppskakandi enn so. Tey funnu illa farna líkið av dreinginum aftur 400 metrar frá tjaldinum. Eik á børsin í juli Íslendski virðisbrævamarknaðurin, ICEX, og Københavns Fonds­børs hava í dag alment boðað frá, at teir hava góðkent børs­pro­spektið hjá Eik, ið er grundarlagið undir sjálvari børsskrásetingini, skrivar Eik á heimasíðuni. Skrásetingin fer fram mikudagin 11. juli 2007. Áðrenn skrásetingina verður partapeningurin í Eik hækk aður, og tað ber í sær, at ein millión nýggj Eik- partabrøv kunnu keypast í tíðarskeið­inum 21. juni – 5. juli 2007. Úrslitið av kapitalhækk ingini verður kunngjørt í seinasta lagi 10. juli 2007, og dagin eftir verður Eik børsskrásettur í Reykjavík og Keypmannahavn. Sera stórur áhugi hevur verið fyri børsskrásetingini og útboðnum av 6.000.000 parta­brøv­ um á nominelt 20 kr. í Føroya Banka millum íleggjarar í Føroyum, Íslandi og Danmark eins og í restini av Evropa. Tann stóri áhugin at vera við í einskiljingini av bankanum hevur havt við sær, at útboðið varð yvirteknað 26 ferðir Tíðindaskriv Fíggingargrunnurin frá 1992, sum eigur 99,4% av Føroya Banka, hevur í samráð við Global Coordinator, Handels­ banken Capital Markets, valt at seta útboðskursin á 189 kr. fyri hvørt parta­ bræv, ið svarar til hægsta møguliga kursin í út­boðsintervallinum mill­ um 162 kr. og 189 kr. Bør­s­ skrásetingin gevur egin­ peningi bankans eitt saml­ að virði á 1.890 mió. kr. Føroya Banki hevur við útboðnum fingið 15.000 nýggjar partaeigarar, teirra millum eru umleið 9.000 í Føroyum. Meira enn 50% av útboðnum verða væntandi latin privatum og stovnsligum íleggjarum í Føroyum.  Fíggingargrunnurin frá 1992 hevur givið Handelsbanken Capital Markets heimild til í upp til 30 dagar frá fyrsta skrásetingardegnum at brúka ein rætt til eykatillutan upp í 600.000 partabrøv. Verður rætturin til eykatillutan brúktur, verður útboðið tilsamans 6.600.000 partabrøv. Tillutan av partabrøvum Av tí, at eftirspurningurin er størri enn útbodna talið á partabrøvum, hava Fíggingargrunnurin frá 1992 og Handelsbanken Capital Markets avmarkað innkomnu ordrarnar. Tillutanin av partabrøvum til ordrar upp í 2 mió. kr. er ásett soleiðis:  Ordrar upp í 60 partabrøv ella 11.340 kr. verða latnir fult og heilt Ordrar størri enn 60 partabrøv fáa 60 partabrøv umframt 2% av restini av ordranum rundað upp til næsta heila tal á partabrøvum Partabrøv til ordrar upp á meira enn 2 mió. kr. eru tillutað individuelt.  Umleið 20% av útboðnum eru latin privatum íleggjarum í Føroyum, Íslandi og Danmark. Tíðarætlan Fyrsti skrásetingardagur:          21. juni 2007 Gjald fyri útbodnu partabrøvini: 25. juni 2007  Undan útboðnum hava partabrøvini ikk i verið handlað alment. Skrásetingin á íslendska virðisbrævamarknaðinum, ICEX, og Københavns Fondsbørs byrjar undir navninum FO-BANK frá 21. juni 2007 kl. 11.00 føroyska tíð, meðan avroknað verður 25. juni 2007. Vinningur Bruttovinningurin av útboðnum verður væntandi umleið 1.247 mió. kr., um rætturin til eykatillutan verður brúktur til fulnar. Nettovinningurin eftir frádrignar útreiðslur fer í Fíggingargrunnin frá 1992. Nú útboðið av partabrøvum er afturlatið, sigur formaðurin fyri Fíggingargrunnin frá 1992, Eyðun á Rógvi:  - Vit eru serstakliga væl nøgd við væl eydnaðu byrjanina, sum Føroya Banki hevur fingið sum einskild og børsskrásett fyritøka. Tey politisku málini, sum vórðu sett undan einskiljingini, eru rokk in, og vit hava fingið ein góðan prís fyri bankan. Hetta gevur góðar vónar fyri framtíðina og framhaldandi týdning bankans fyri menningina av føroyska samfelagnum.  -Vit eru sera væl nøgd við gongdina í sambandi við børsskrásetingina og errin av tí stóra áhuga, sum bæði privatir og stovnsligir íleggjarar í Føroyum sum uttanlands hava víst bankanum. Hetta samsvarar væl við okk ara strategi um at altjóðagera bankan og samstundis varðveita okk ara sterka grundfesti í Føroyum, sigur Janus Petersesn, forstjóri í Føroya Banka   KJ Norð Trukk er umboð fyri Linde gaffiltrukkar, Zepro lyftir og Fassi kranar. Tað er KJ Hydraulik sum eigur og rekur fyritøkuna KJ Norð Trukk. K R E A . F O . TEL 47 80 80 Mykinesgøta 3 . Tórshavn Tel 315136 . Faks 310931 Lærlingi til maskinsmið KJ NORÐ TRUKK SÓKNAST EFTIR: Til verkstað okkara, KJ Norð Trukk í Tórshavn, sóknast vit eftir lærlingi til maskinsmið at byrja beinanvegin. Lærutíðin er 4 ár, harav millum ein fjórðing og triðing er skúlagongd. Ástøðiliga undirvísingin fer fram á tekniskum skúla í Tórshavn. Sendið umsókn til: KJ NORÐ TRUKK, Mykinesgøta 3, Boks 1315, Tórshavn. Att.: Petur Klein, fartel 588842 Bankin yvirteknaður 26 ferðir Føroya Banki er væl umtóktur sum íløga Savnsmynd