Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-06-20, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 20. juni 2007síða 26

‹ fyrra síða allar 104 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

26 Nr. 116 - 20. juni 2007 ­- Tað er ein stórur heið­ur hjá Tvøroyrar Býráð at vera vert­ur fyri tjóðarhátíð suð­ rin­ga jóansøkuni, sum í ár hev­ur 82 ár á baki. Hild­in ímillum bygdirnar Tvør­oy­ri og Vág í sátt og sem­ju, skrivar borgstjórin á Tvøroyri í hesi heilsu. Tvøroyrar Býráð hevur alt­ íð haft ein virknan leiklut í Jóansøkuhaldinum, og vil í mesta mun skapa góðar kar­ mar fyri øll tey tiltøk, ið verða á Jóansøku, og fyri all­ar teir gestir , ið koma á Jóan­sø­ku. Tvøroyrar býráð hevur alt­íð roynt at skapt karmar fy­ri ítróttinum her á pláss­in­ u­m, tí ein kommuna uttan ítrótt er ein fátøk komm­ una. Í Suðuroy hevur tjóð­ar­ ítró­t­­t­ur ogra, kappróður, ver­ið í einum aldudali síðs­ tu árini, og tað er sera harmu­ligt, tí uttan kapp­róð­ ur er ein jóansøka fátøk. Men nú hava nakrir menn mann­að nýggja seks­man­na­ far­ið TVØRÁBÁTIN og ha­va teir lutikið á tveimum stevn­um, hvar teir hava vunn­ið ta einu, og havi jeg stór­ar vónir til hesa mann­ ing, øll sóknin vaknaði úr kapp­róð­rar­dvalanum og fagn­aði ogra manning, tað sóu ogur tá Smyril kom leyg­ar­kvøld­ið hvussi stóra mót­tø­ku manningin fekk, Vón­an­di kann hetta byrta lív í kappróðurin í oynni aft­ ur, bert spell at fleiri bátar ik­ki eru við úr Suðuroynni. Skulu ogur suðringar ge­ra ogum galdandi innan ít­rót­tin her á landi, so er eina­s­ti møguleiki fyri at yvir­li­va at samstarva um byg­da­mørk. Í fótbólti hava flei­ri av teimum yngru lið­ un­um í oynni  lagt saman, og tað síggja ogur eisini á úrslitunum, so vónandi fara he­si úrslit at verða við til at samstarva enn meir. Innan fótbólt hava ogur í­dag bert tvey feløg, hvar og­ur fyri tveimum árum síð­ an høvdu fýra feløg, ein skul­di trúð at úrslitini skuldi ver­ið betur, men tey eru held­ur verri, tí er tað mín vón til tygum í vara av hes­ um feløgum, leggið saman og ongantíð for skjótt, helst í summarsteðginum, fyri at var­vei­ta liðið í formula deild­ini, so ogra ungu spæ­l­ ar­ar hava nakað at síggja upp til, tí um ogur ikki hava eitt formula lið í oynni, so mis­sa ogur teir ungu spæl­ ar­ ar­nar av oynni, fólka­grun­ dar­lag­ið í Suðuroy er tað sa­ma sum í Norðoyggjum , og har er bert eitt felag, og støðan hjá teimum í formula deild­ini er alt annað enn góð, so setið tygum saman nú, og styrkið formulaliðið í oynni, so ogur ikki rykkja nið­ur, tað verður trupult at ko­ma upp aftur. Festivalurin sær út til at verða komin fyri at verða, og tað vil Tvøroyrar býráð tak­ka fyrireikarunum fyri, tí festivalurin fyllur væl upp á Jóansøkuni, serliga fy­ri teimum ungu. Eitt , ið altíð hevur ser­ merkt Jóansøkuna, eru allar tær nýklaktu pisurnar, pisu­ røð­an fríggjakvøld á Jóan­ sø­ku, ið var startskotið til Jóan­søk­una , men tað verða tí­ver­ri ongar pisur á Jóan­sø­ ku í ár, tí onkur svøvnskarvur í mentamálastýrinum í Havn ikki hevur tikið hædd fy­ri Jóansøkuni, og tað hal­ di jeg at sera óheppið, vón­ an­di hendur hetta ikki aft­ ur. Jeg vil vegna Tvøroyrar Bý­ráð takka tygum øllum, ið hava tiltøk á jóansøku, fy­ri tað megnar arbeiðið, ið tyg­ur leggja í hesi tiltøk, sum er við til at gera jóan­ søk­una til eina vinarliga stev­nu at koma til.  At enda vil jeg vegna Tvør­oy­rar Býráð ynskja øll­ um, ið koma til tjóðarhátíð suð­rin­ga, at verða hjartaliga væl­ kom­in á Tvøroyri, og við vón um at tygur enn eina­ferð kunnu fara út um land­odd­ar­nar og norður aft­ ur um Suðuroyarfjørð, bert við góðum minnum frá Jóan­søku­ni, somuleiðis vil jeg senda ogra ítróttarfólkum úr oynni, ið ikki kunnu verða heima á jóansøku, tí tey fara til oyggjaleikirnar á Rho­dos, bestu heilsanir, og við vón um eina góða kapp­ ing. Góða jóansøku! Vælkomin á Jóansøku Reinfann Midbrekku 6 • Fo-800 Tvøroyri • Tlf. 371994 Parfumarí 20 ára føðingardagur Í sambandi við at Reinfann hevur 20 ára stovningardag lata vit 20% í avsláttri av øllum vørum, framm til Jóansøku Fríggjadagin 22. juni hava vit opið til kl. 24.00 Sosialurin 341800 jóansøka Kristin Michelsen borgarstjóri