Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-06-20, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 20. juni 2007síða 26

‹ fyrra síða allar 104 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

26 Nr. 116 - 20. juni 2007 ­-­Tað­er­ein­stórur­ heiður­hjá­Tvøroyrar­ Býráð­at­vera­vertur­ fyri­tjóðarhátíð­suð- ringa­jóansøkuni,­ sum­í­ár­hevur­82­ár­á­ baki.­Hild­in­ímillum­ bygd­irnar­Tvøroyri­ og­Vág­í­sátt­og­semju,­ skrivar­borgstjórin­á­ Tvøroyri­í­hesi­heilsu. Tvøroyrar Býráð hevur alt­ íð haft ein virknan leiklut í Jóansøkuhaldinum, og vil í mesta mun skapa góðar kar­ mar fyri øll tey tiltøk, ið verða á Jóansøku, og fyri allar teir gestir , ið koma á Jóansøku. Tvøroyrar býráð hevur altíð roynt at skapt karmar fyri ítróttinum her á plássin­ um, tí ein kommuna uttan ítrótt er ein fátøk komm­ una. Í Suðuroy hevur tjóðar­ ítróttur ogra, kappróður, verið í einum aldudali síðs­ tu árini, og tað er sera harmuligt, tí uttan kappróð­ ur er ein jóansøka fátøk. Men nú hava nakrir menn mannað nýggja seksmanna­ farið TVØRÁBÁTIN og hava teir lutikið á tveimum stevnum, hvar teir hava vunnið ta einu, og havi jeg stórar vónir til hesa mann­ ing, øll sóknin vaknaði úr kappróðrardvalanum og fagnaði ogra manning, tað sóu ogur tá Smyril kom leygarkvøldið hvussi stóra móttøku manningin fekk, Vónandi kann hetta byrta lív í kappróðurin í oynni aft­ ur, bert spell at fleiri bátar ikki eru við úr Suðuroynni. Skulu ogur suðringar gera ogum galdandi innan ítróttin her á landi, so er einasti møguleiki fyri at yvirliva at samstarva um bygdamørk. Í fótbólti hava fleiri av teimum yngru lið­ unum í oynni lagt saman, og tað síggja ogur eisini á úrslitunum, so vónandi fara hesi úrslit at verða við til at samstarva enn meir. Innan fótbólt hava ogur ídag bert tvey feløg, hvar ogur fyri tveimum árum síð­ an høvdu fýra feløg, ein skuldi trúð at úrslitini skuldi verið betur, men tey eru heldur verri, tí er tað mín vón til tygum í vara av hes­ um feløgum, leggið saman og ongantíð for skjótt, helst í summarsteðginum, fyri at varveita liðið í formula deildini, so ogra ungu spæ­l­ arar hava nakað at síggja upp til, tí um ogur ikki hava eitt formula lið í oynni, so missa ogur teir ungu spæ­lar­ arnar av oynni, fólkagrun­ darlagið í Suðuroy er tað sama sum í Norðoyggjum , og har er bert eitt felag, og støðan hjá teimum í formula deildini er alt annað enn góð, so setið tygum saman nú, og styrkið formulaliðið í oynni, so ogur ikki rykkja niður, tað verður trupult at koma upp aftur. Festivalurin sæ­r út til at verða komin fyri at verða, og tað vil Tvøroyrar býráð takka fyrireikarunum fyri, tí festivalurin fyllur væ­l upp á Jóansøkuni, serliga fyri teimum ungu. Eitt , ið altíð hevur ser­ merkt Jóansøkuna, eru allar tæ­r nýklaktu pisurnar, pisu­ røðan fríggjakvøld á Jóan­ søku, ið var startskotið til Jóansøkuna , men tað verða tíverri ongar pisur á Jóansø­ ku í ár, tí onkur svøvnskarvur í mentamálastýrinum í Havn ikki hevur tikið hæ­dd fyri Jóansøkuni, og tað hal­ di jeg at sera óheppið, vón­ andi hendur hetta ikki aft­ ur. Jeg vil vegna Tvøroyrar Býráð takka tygum øllum, ið hava tiltøk á jóansøku, fyri tað megnar arbeiðið, ið tygur leggja í hesi tiltøk, sum er við til at gera jóan­ søkuna til eina vinarliga stevnu at koma til. At enda vil jeg vegna Tvøroyrar Býráð ynskja øll­ um, ið koma til tjóðarhátíð suðringa, at verða hjartaliga væ­lkomin á Tvøroyri, og við vón um at tygur enn einaferð kunnu fara út um landoddarnar og norður aft­ ur um Suðuroyarfjørð, bert við góðum minnum frá Jóansøkuni, somuleiðis vil jeg senda ogra ítróttarfólkum úr oynni, ið ikki kunnu verða heima á jóansøku, tí tey fara til oyggjaleikirnar á Rhodos, bestu heilsanir, og við vón um eina góða kapp­ ing. Góða jóansøku! Vælkomin­á­Jóansøku Reinfann Midbrekku 6 • Fo-800 Tvøroyri • Tlf. 371994 Parfumarí 20 ára føðingardagur Í sambandi við at Reinfann hevur 20 ára stovningardag lata vit 20% í avsláttri av øllum vørum, framm til Jóansøku Fríggjadagin 22. juni hava vit opið til kl. 24.00 Sosialurin 341800 jóansøka Kristin­Michelsen borgarstjóri