mikudagur 20. juni 2007síða 27
‹ fyrra síða allar 104 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 116 - 20. juni 2007
27
jóansøka
Listaskálin Gallarí
Oyggin er virkin
partur av jóansøku
skránni. Føroysk og
útlensdsk nøvn sýna
fram og politikarar
fara at mála málning
ar, sum Tobbi síðani
selur á uppboðssølu
List
Dagfinn Olsen
dagfinn@sosialurin.fo
Oyggin á Tvøroyri er vorðin
kendur listaskáli og á jóan
søku
verður
fernisering
fríggjakvøldið
klokkan
19:00. Rannvá Mortensen,
ættað av Tvøroyri, Palle
Julsgart, listamaður og gall
aríeigari, og Preben Boye
úr Danmark sýna fram.
Jóannes Nielsen fer at lesa
yrkingar og Kristel Lisberg
fer at syngja.
Rannvá Mortensen, ið er
av Tvøroyri, og danin Pre
ben Boye, hava áður vitjað
Oynna og tey vitja nú aftur
við spennandi list.
Politisk list
Leygardagurin á jóansøku
verður spennandi í Oynni.
Á jóansøku fara politikar
ar í Suðuroynni at sýna
fram listaverk, sum teir
hava málað og klokkan 21
leygarkvøldið fer Torbjørn
Jacobsen, løgtingsmaður, at
selja málningarnar á upp
boðssølu. Talan verður um
málningar eftir lokalar polit
ikarar og landspolitikarar,
ið hava tilknýti til Suður
oynna. Hetta fer fram á
sonevnda Reyða Plássinum
í Gallarí Oynni.
Kirkjukórið Ljómur fer
eisini at seta dám á løtuna.
Oyggin er víðfevndur
listaskáli, har eisini umhvør
við uttanfyri, aldingarðurin,
er partur av heildaruppliv
ingini.
Gallarí Oyggin liggur
væl fyri við høvuðsvegin
og aldingarðurin, ið er list
prýddur, ger ein náttúrligan
yvirgang frá alfaraveg og
inn í listarliga umhvørvið,
ið er opið fyri jóansøkugest
um.
List á Reyða Torgi
Teir, sum hava játtað
at mála til framsýn
ingina hjá gallarí
Oyggin, eru sambært
Palle Julsgart, Jóan
nes Eidesgaard, løg
maður, Jacob Vester
gaard, lands stýrismað
ur, og løgtingslimirn
ir Jenis av Rana,
John Johannessen,
Kristian Magnussen,
Hans Pauli Strøm,
Sverri Midjord,
Johan Dahl, Hergeir
Nielsen og Henrik
Old.
Og so eru tað borgar
stjórarnir Heðin Mor
tensen, Kirsten
Strøm, Kristin
Michelsen, Elin Niel
sen, Delmar Tausen
og borgarstjórarnir í
Porker, Sumba og
Hvalba.
Gallarí Oyggin liggur væl fyri við høvuðsvegin og aldingarðurin, ið er listprýddur, ger ein
náttúrligan yvirgang frá alfaraveg og inn í listarliga umhvørvið, ið er opið fyri jóansøkugestum.
Mynd: Dagfinn Olsen