Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-06-20, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 20. juni 2007síða 27

‹ fyrra síða allar 104 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 116 - 20. juni 2007 27 jóansøka Listaskálin Gallarí Oyggin er virkin partur av jóansø­ku­ skránni. Fø­roysk og útlensdsk nø­vn sý­na fram og politikarar fara at mála málning­ ar, sum Tobbi síðani selur á uppboðssø­lu List Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Oyggin á Tvøroyri er vorðin kend­ur listaskáli og á jóan­ søku verður fernisering fríggjakvøld­ið klokkan 19:00. Rannvá Mortensen, ættað av Tvøroyri, Palle Julsgart, listamaður og gall­ aríeigari, og Preben Boye úr Danmark sýna fram. Jóannes Nielsen fer at lesa yrkingar og Kristel Lisberg fer at syngja. Rannvá Mortensen, ið er av Tvøroyri, og d­anin Pre­ ben Boye, hava áður vitjað Oynna og tey vitja nú aftur við spennand­i list. Politisk list Leygard­agurin á jóansøku verður spennand­i í Oynni. Á jóansøku fara politikar­ ar í Suðuroynni at sýna fram listaverk, sum teir hava málað og klokkan 21 leygarkvøld­ið fer Torbjørn Jacobsen, løgtingsmaður, at selja málningarnar á upp­ boðssølu. Talan verður um málningar eftir lokalar polit­ ikarar og land­spolitikarar, ið hava tilknýti til Suður­ oynna. Hetta fer fram á sonevnd­a Reyða Plássinum í Gallarí Oynni. Kirkjukórið Ljómur fer eisini at seta d­ám á løtuna. Oyggin er víðfevnd­ur listaskáli, har eisini umhvør­ við uttanfyri, ald­ingarðurin, er partur av heild­aruppliv­ ingini. Gallarí Oyggin liggur væl fyri við høvuðsvegin og ald­ingarðurin, ið er list­ prýd­d­ur, ger ein náttúrligan yvirgang frá alfaraveg og inn í listarliga umhvørvið, ið er opið fyri jóansøkugest­ um. List á Reyða Torgi Teir, sum hava játtað at mála til framsýn­ ingina hjá gallarí Oyggin, eru sambært Palle Julsgart, Jóan­ nes Eid­esgaard­, løg­ maður, Jacob Vester­ gaard­, land­sstýrismað­ ur, og løgtingslimirn­ ir Jenis av Rana, John Johannessen, Kristian Magnussen, Hans Pauli Strøm, Sverri Mid­jord­, Johan Dahl, Hergeir Nielsen og Henrik Old­. Og so eru tað borgar­ stjórarnir Heðin Mor­ tensen, Kirsten Strøm, Kristin Michelsen, Elin Niel­ sen, Delmar Tausen og borgarstjórarnir í Porker, Sumba og Hvalba. Gallarí Oyggin liggur væl fyri við høvuðsvegin og aldingarðurin, ið er listprýddur, ger ein náttúrligan yvirgang frá alfaraveg og inn í listarliga umhvørvið, ið er opið fyri jóansøkugestum. Mynd: Dagfinn Olsen