Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-06-20, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 20. juni 2007síða 28

‹ fyrra síða allar 104 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

28 Nr. 116 - 20. juni 2007 Jóansøka Navnframi Jack Peter­ sen av Tvør­oyri hevur verið lokal hetja í mong ár, har øll á Tvør­oyri kenna mannin upp á gott og ónt. At fólk úr øllum Føroy­um nú knapp­ liga spyrja eftir honum, og at T-skjúrt­ ur í hundrað­tali verða seldar við hansara brøgd­um og bar­døg­ um, kemur púra óvart á tvørá­fólk. Kendi tvørámaðurin fer at lesa yrkingar upp á Jóan­søkufestivalinum Hetja Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin Jack Petersen. Kendasti før­ oyingur í løtuni. Í hvussu er millum øll tey, ið hava internetatgongd. Útvarpsfrágreiðingin á Rás 2 og samrøða í Sosi­ alinum, har Jack greiðir frá, hvussu hann varð álop­ in við knívi í Keyp­manna­ havn og hvussu hann í lívsvanda nærmum stóð við innvølum í hondini og bað teir fylla blóð á, er vorðin heimskend í Før­oy­ um. www.nym.fo hevur lagt samrøðuna á alnetið og hava 1000 vís av føroy­ing­ um flent, nikkað játtandi ella bara havt samkenslu við raska, men óhepnað Jack, sum deyðkomin ikki fall í fátt, men heldur bað danir fylla blóð á, tí Jack var 0 rhesus negativ, so tað var bara at fylla á!! Hetjan av Tvøroyri, ið varð uppsprettur í Keyp­ mannahavn, er gestur á jóan­søkufestivalinum í heim­býnum. Tá ein leitar eftir Jack hesa vikuna, so er hann ikki at finna, Hann er farin til sjós við Drelnesi sum avloysari – sum kokkur. Men tá vit spyrja á Hotel Tvøroyri, har hann hevur arbeitt nógv í síðstuni, so sigur kvinnan handan disk­ in, at: – Altso, okur skilja onki av tí heila! Je havi kent Jack heila mítt lív, men nú spyr hvør norðoyingur eftir Jack. Fyri mer, ella ogum, er hann bara Jack! Ogur skijla onki av tí heila! Men Jack er ikki bara Jack longur. Hann er Jack Petersen, sum er “krúd hamrandi sterkor”! Tað ljóðar enntá, at eitt yrkingasavn er á veg við lokala yrkjaranum á Tvør­ oyri. Og á jóansøku er sterki og uppspretti føroyingurin at hoyra og síggja á jóan­ søkufestivalinum – hvør veit, kanska hann eisini yrkir og greiðir frá keyp­ mannahavnarferðrum og vísir “souvinir” frá ferð­un­ um á Vesterbro. Jack er í hvussu er ein føroyingur við hári á bring­ uni, um arrini altso loyva tí! Jack – takk !!! Jack Petersen: Kendasti føroyingur í løtui: á jóansøku er sterki og uppspretti føroyingurin at hoyra og síggja á jóansøkufestivalinum. Jack er í hvussu er ein føroyingur við hári á bringuni, um arrini altso loyva tí! Ein av T-shirtunum við íblástri frá kendu samrøðuni við Jack Petersen