mikudagur 20. juni 2007síða 28
‹ fyrra síða allar 104 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
28
Nr. 116 - 20. juni 2007
Jóansøka
Navnframi Jack Peter
sen av Tvøroyri hevur
verið lokal hetja í
mong ár, har øll á
Tvøroyri kenna
mannin upp á gott og
ónt. At fólk úr øllum
Føroyum nú knapp
liga spyrja eftir
honum, og at Tskjúrt
ur í hundraðtali verða
seldar við hansara
brøgdum og bardøg
um, kemur púra óvart
á tvøráfólk. Kendi
tvørámaðurin fer at
lesa yrkingar upp á
Jóansøkufestivalinum
Hetja
Dagfinn Olsen
dagfinn@sosialurin
Jack Petersen. Kendasti før
oyingur í løtuni. Í hvussu
er millum øll tey, ið hava
internetatgongd.
Útvarpsfrágreiðingin á
Rás 2 og samrøða í Sosi
alinum, har Jack greiðir
frá, hvussu hann varð álop
in við knívi í Keypmanna
havn og hvussu hann í
lívsvanda nærmum stóð
við innvølum í hondini og
bað teir fylla blóð á, er
vorðin heimskend í Føroy
um.
www.nym.fo hevur lagt
samrøðuna á alnetið og
hava 1000 vís av føroying
um flent, nikkað játtandi
ella bara havt samkenslu
við raska, men óhepnað
Jack, sum deyðkomin ikki
fall í fátt, men heldur bað
danir fylla blóð á, tí Jack
var 0 rhesus negativ, so tað
var bara at fylla á!!
Hetjan av Tvøroyri, ið
varð uppsprettur í Keyp
mannahavn, er gestur á
jóansøkufestivalinum
í
heimbýnum.
Tá ein leitar eftir Jack
hesa vikuna, so er hann
ikki at finna,
Hann er farin til sjós við
Drelnesi sum avloysari –
sum kokkur.
Men tá vit spyrja á Hotel
Tvøroyri, har hann hevur
arbeitt nógv í síðstuni, so
sigur kvinnan handan disk
in, at:
– Altso, okur skilja onki
av tí heila! Je havi kent
Jack heila mítt lív, men nú
spyr hvør norðoyingur eftir
Jack. Fyri mer, ella ogum,
er hann bara Jack! Ogur
skijla onki av tí heila!
Men Jack er ikki bara
Jack longur.
Hann er Jack Petersen,
sum er “krúd hamrandi
sterkor”!
Tað ljóðar enntá, at eitt
yrkingasavn er á veg við
lokala yrkjaranum á Tvør
oyri.
Og á jóansøku er sterki
og uppspretti føroyingurin
at hoyra og síggja á jóan
søkufestivalinum – hvør
veit, kanska hann eisini
yrkir og greiðir frá keyp
mannahavnarferðrum
og
vísir “souvinir” frá ferðun
um á Vesterbro.
Jack er í hvussu er ein
føroyingur við hári á bring
uni, um arrini altso loyva
tí!
Jack – takk !!!
Jack Petersen: Kendasti føroyingur í løtui: á jóansøku
er sterki og uppspretti føroyingurin at hoyra og síggja á
jóansøkufestivalinum. Jack er í hvussu er ein føroyingur við
hári á bringuni, um arrini altso loyva tí!
Ein av T-shirtunum
við íblástri frá kendu
samrøðuni við Jack
Petersen