mikudagur 14. mars 2001síða 5
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
– Arbeiðsfólk, sum
eru undir fastlønar-
sáttmála, kunnu velja,
um tey vilja hava
feriu við løn, ella um
tey vilja hava vanliga
feriuløn av allari
lønini
FERIULØN
Áki Bertholdsen
Tey arbeiðsfólk, sum eru
løntir eftir einum fastlønar-
sátmála, kunnu sjálvi velja,
hvussu tey vilja hava frí-
tíðarlønina útgoldnað.
Á aðalfundinum á Før-
oya Arbeiðarafelag seinasta
vikuskiftið kom fram, at
nógv
arbeiðsfólk,
sum
høvdu
fastlønarsáttmála
høvdu trupulleikar av frí-
tíðarlønini.
– Tað er púra greitt eftir
lógini, at øll tey, sum eru
lønt eftir fastlønarsáttmál-
anum, kunnu frítt velja,
antin tey vilja hava feriu
við løn, ella um tey vilja
hava 12% í frítíðarløn av
allari lønini.
Tey, sum fáa feriu við
løn, fáa bara ta føstu lønina
í feriutíðini, umframt 1,5%
afturat í frítíðarískoyti. Tey
missa sosatt frítíðarløn av
møguligari yvirtíð.
Teir arbeiðsgevarar, sum
hava fólk lønt eftir fastløn-
arsáttmála vilja treyðugt
geva fólki 12% í frítíðar-
løn.Teir vilja heldur lata ar-
beiðsfólkið hava feriu við
løn umframt frítíðarískoyt-
ið upp á 1,5%.
– Serliga har tað er nógv
yvirtíð, er nógvur peningur
at spara hjá arbeiðsgevar-
anum, um fólkið fer í feriu
við løn og so fær 1,5% aft-
urat.
– Skulu tey hinvegin
brúka hin møguleikan, og
fáa 12% í frítíðarløn, er tað
av allari lønini og tað kann
skjótt verða nógv dýrari
fyri arbeiðsgevaran.
Dømi varð nevnt um ein,
sum fær 200.000 krónur í
løn um årið, ella 16.666
krónur um mánaðin, eftir
fastlønarsáttmálanum. Men
afturat
tí
hevur
hann
100.000 krónur um árið í
yvirtíð.
Arbeiðsgevarin vil bara
lata hann fáa feriu við løn.
Sostatt fær hann bara
16.666 krónur í feriuløn,
umframt 1,5% í frítíðar-
iskoytið, ella slakar 20.000
krónur tilsamans.
Men hevði hann valt hina
skipanina og fingið 12% av
allari lønini, hevði hann
fingið 36.000 krónur í
feriuløn
Á Aðalfundinum førdu
fleiri arbeiðsfólk fram, at
arbeiðsgevarin vildi ikki
lata tey sleppa at velja,
hvussu tey skuldu fáa feriu-
lønina.
– Ongin arbeiðsgevari
kann tvinga nakran, sum er
løntur eftir føstum sátt-
mála, til at fara í feriu við
løn, umframt 1,5% í frítíð-
arískoyti.
– Arbeiðarin hevur fullan
rætt at nokta og at krevja
12% í frítíðarløn av allari
lønini ístaðin. Hetta stend-
ur heilt greitt í løgtings-
lógini um frítíðarløn.
– Tað er bara at boða ar-
beiðsgevaranum frá fyri 1.
apríl, tá ið feriuárið byrjar,
hvussu tey vilja hava frítíð-
arlønina útgoldnað.
Men mælt var til, at alt
arbeiðsfólkið á hvørjum ar-
beiðsplássi sær, seta kravið
fram í felag fyri ikki at
leggja trýst á hvønn ein-
stakan arbeiðara.
Kunnu velja, hvussu tey vilja hava
frítíðarlønina útgoldnað
Nr. 51 - 14. mars 2001
9
8
Nr. 51 - 14. mars 2001
Radioeftirlitið arbeið-
ir við eini endaligari
loysn á útvarpstrup-
ulleikunum í Klaks-
vík
ÚTVARP
Eyðun Klakstein
Klaksvík: Klaksvíkingar
hava framvegis útvarps-
trupulleikar at stríðast við,
men Radioeftirlitið vónar
at loysa hesar trupulleikar
innan stutta tíð.
Síðani Lindin kom til
Klaksvíkar hevur ólag ver-
ið á sendinetinum, og hóast
sendarin hjá Lindini herfyri
varð skrúvaður niður, eru
framvegis trupulleikar.
Í døgunum eftir at Lindin
fór at senda í Klaksvík,
fekk Radioeftirlitið nógvar
klagur úr Klaksvík, og
hesar klagur koma fram-
haldandi.
– Tað eru serliga tey
gomlu útvarpstólini, sum
hava trupulleikar við at
skilja millum rásirnar, men
vit arbeiða við eini loysn,
sum vónandi loysir hesar
trupulleikar endaliga, sigur
Don Petersen á Fjarskiftis-
eftirlitinum.
Ein rás flytast
Don Petersen vil ikki út-
greina, hvat hendan loysnin
inniber, men hann váttar, at
tað kann koma upp á tal, at
flyta eina rás á FM-band-
inum.
Orsøkin til hetta er, at
frekvensirnir, sum rásirnar
í Klaksvík senda á, passa
ikki saman, og tað er helst
orsøk til trupulleikarnar.
Harafturat skal sendarin hjá
Rás 2 eisini skrúvast nakað
niður.
– Enn er eingin endalig
avgerð tikin um nakað. Vit
fundast við partarnar, men
ætlanin er, at vit skulu hava
eina loysn innan stutta tíð,
sigur Don Petersen.
Passa ikki saman
Útvarp Føroya sendir á
94,3 MHz, Rás 2 á 107 og
Lindin á 105, og sambært
teimum, sum hava skil á
hesum, eru tað frekvens-
irnir hjá Útvarpi Føroya og
Lindini, sum ikki passa
saman.
Tí má onnur av hesum
rásunum helst hava nýggjan
frekvens á Brúnaskarði.
Tað er ilt at ímynda sær,
at gamla Útvarpið skal flyt-
ast, og tí verður tað eftir
øllum at døma Lindin, sum
má hava nýggjan frekvens.
Ein rás má helst flytast
Radioeftirlitið roynir at finna
eina loysn á útvarps-
trupulleikunum í Klaksvík,
sum kann fáa sendiviður-
skiftini í rættlag aftur
Barsilsskipanin einfaldari og minni
arbeiðskrevjandi
Eftir, at uppskotið um
nýggja barsilsskipan
varð lagt fyri tingið,
hava Vinnumálastýr-
ið og Arbeiðsloysis-
tryggingin, sum skal
umsita skipanina,
funnið fram til ein
einfaldari og minni
arbeiðskrevjandi
innkrevjingarskipan
Turið Kjølbro
Orðini hjá Heina O. Hein-
esen, formanni í løgtingsins
vinnunevnd, í leygardags-
blaðnum, um at uppskotið
um nýggja barsilsskipan er
illa úr hondum greitt av
Vinnumálastýrinum, undra
ikki sørt landsstýrismannin
í
vinnumálum,
Bjarna
Djurholm. Heini O. Hein-
esen vildi vera við, at nógv-
ar smærri og størri broyt-
ingar eru kravdar síðani
uppskotið kom í vinnu-
nevndina og at landsstýris-
maðurin, sum sjálvur legði
uppskotið fram, eigur meg-
inpartin. Eisini dagfesting-
in, tá skipanin skal koma í
gildi, er flutt eftir ynski frá
landsstýrismannininum.
– Tað er ikki rætt, tá sagt
verður, at uppskotið ikki er
nóg væl úr hondum greitt.
Vit skulu eisini hava í huga,
at her verður velt burtur úr
nýggjum. Broytingarnar, eg
havi skotið upp, eru úrslit
av tí arbeiði, sum verður
gjørt í vinnumálastýrinum
alla tíðina og eru bert av
tekniskum slag. Vit hava
ikki skotið nakra broyting
upp í sjálvum innihaldin-
um. Eftir, at vit løgdu upp-
skotið fram eru vit komin
eftir í samráð við Arbeiðs-
loysistryggingina, sum skal
umsita skipanina, at vit
kunnu gera innkrevjingar-
skipanina einfaldari og
minni arbeiðskrevjandi. Tí
hava vit skotið upp nakrar
tekniskar broytingar, sigur
Bjarni Djurholm.
Nógvar dagfestingar hava
verið nevndar, tá barsils-
skipanin skal koma í gildi,
síðani uppskotið av fyrstan
tíð varð nevnt. Í uppskotin-
um, sum varð lagt fyri ting-
ið beint fyri jól síðsta ár,
var 1. apríl nevnt.
– Vit mettu tað verða
skilagott at fáa skipanina at
galda frá tí degi, tí tá lækk-
ar inngjaldið til ALS og
samsvarandi inngjald skal í
barsilsskipanina.
Men
telduteknisku fyrireiking-
arnar taka so mikið langa
tíð, at vit ikki kunnu verða
liðug til 1. apríl. Eykajáttan
skal eisini til keyp av teld-
um. Tí hava vit valt at seta
dagin, tá skipanin skal
koma í gildi til 1. juni. Tá
virkar skipanin, sum hon
eigur.
Avleiddar broytingar
Tað eru nærum tríggir mán-
aðir síðani uppskotið um
nýggja barsilsskipan gald-
andi fyri allar kvinnur á ar-
beiðsmarknaðinum
varð
lagt fyri tingið. Fyrst í janu-
ar var fyrsta viðgerð av
uppskotinum á tingi og
málið varð beint í vinnu-
nevndina, har tað hevur
verið síðani. Vanliga brúka
nevndirnar ein mánað til
viðgerð.
– Av tí at uppskotið fram-
vegis ikki er komið aftur úr
vinnunevndini, vita tey,
sum skulu gera skipanina,
ikki, hvat hon førir við sær
teldutekniskt. Ei heldur Ar-
beiðsloysisskipanin, sum
skal umsita skipanina, sigur
Bjarni Djurholm.
Vinnunevndin hevur eis-
ini sjálv broytingar til upp-
runauppskotið, broytingar,
sum sambært landsstýris-
mannin ikki gera uppskotið
lættari at umsita.
Fyri at nýggja barsils-
skipanin skal virka, skulu
broytingar gerast í fleiri
øðrum lógum, eitt nú í dag-
peningalógini, sum lands-
stýrismaðurin í almanna-
og heilsumálum umsitur.
Eisini skal p-talið brúkast
og tí skulu broytingar ger-
ast í skrásetingarlógini.
Hesa umsitur landsstýris-
maðurin í lógarmálum og
hann hevur akkurát lagt
uppskot um broytingar fyri
tingið.
– Tað er ikki rætt, tá sagt verður, at uppskotið ikki er nóg væl úr
hondum greitt. Vit skulu hava í huga, at her verður velt burtur
úr nýggjum, sigur Bjarni Djurholm, landsstýrismaður í vinnu-
málum