mikudagur 14. mars 2001síða 4
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 51 - 14. mars 2001
7
6
Nr. 51 - 14. mars 2001
Tað verða í minsta
lagi tvey valevni til
formansvalið í
Sambandsflokkinum
á landsfundinum,
sum verður hildin í
Havn fríggjardagin
23. og leygardagin 24.
mars
FORMANSVAL
John Johannessen
Talan verður uttan iva um
kampval, tá Sambands-
flokkurin á landsfundi ann-
að vikuskiftið skal velja fo-
rmann.
Skrivstovan hjá Sam-
bandsflokkinum hevur hig-
artil fingið boð um, at eitt
valevnið stillar upp ímóti
verandi
formanninum,
Edmundi Joensen. Hetta
valevnið er løgtingskvinn-
an, Lisbeth L. Petersen.
Freistin at stilla upp til
formansvalið er ikki úti
fyrr enn fimm dagar áðrenn
landsfundin. Tí er møgu-
leiki fyri, at skrivstovan hjá
Sambandsflokkinum fer at
fáa boð um eitt valevni aft-
urat.
Løgtingsmaðurin,
Heðin Mortensen, hevur
nevniliga sagt, at hann um-
hugsar eisini at stilla upp til
formansvalið.
51 atkvøður
Stillar Heðin Mortensen
upp, verða tað trý valevni,
ið skulu býta tær 51 at-
kvøðurnar, sum eru til for-
mansvalið í Sambands-
flokkinum, ímillum sín.
Formansvalið í Sam-
bandsflokkinum er soleiðis
skipað, at tey sjey valfeløg-
ini í ávikavist Norðoyggj-
um,
Eysturoy,
Norður-
streymoy, Suðurstreymoy,
Vágoy, Sandoy og Suðuroy
atkvøða við fimm atkvøð-
um í part. Sostatt er at-
kvøðutalið frá valfeløg-
unum tilsamans 35 at-
kvøður.
Síðani hevur Unga Sam-
bandið fimm atkvøður, teir
seks tinglimirnir hava eina í
part,
kassameistarin
í
flokkinum
hevur
eina,
næstformaðurin hevur eina
og at enda hava teir tríggir
limirnir í starvsnevndini
hjá
Sambandsflokkinum
eina atkvøðu í part.
Er flokkurin umboðaður
á Fólkatingi, hevur fólka-
tingslimurin eisini eina at-
kvøðu, eins og landsstýris-
menn hava eina atkvøðu í
part, tá flokkurin er í sam-
gongu.
Lisbeth L. Petersen,
sum stillar upp ímóti
Edmund Joensen til
formansvalið í
Sambandsflokkinum,
hevur verið virkin
politikari síðani 1984
FORMANSVAL
John Johannessen
Tað er ein royndur politik-
ari, ið eftir áheitan frá Unga
Sambandinum hevur gjørt
av at stilla upp ímóti Edm-
undi Joensen til formans-
valið í Sambandsflokkinum
annað vikuskifti.
Tann 62 ára gamla Lis-
beth L. Petersen úr Havn
hevur verið virkin politikari
síðani 1984, tá hon varð
vald inn í Tórshavnar
Býráð.
Lisbeth
L.
Petersen
gjørdist beinan vegin fyrsti
næstformaður í býráðnum,
og eftir kommunuvalið í
1992 gjørdist hon býráðs-
formaður í Havn.
Á heysti í 1998 tók Lis-
beth L. Petersen sætið á
Fólkatingi sum varaumboð
á Fólkatingi. Hon var fyrsti
kvinnuligi fólkatingslimur-
in í Føroyum.
Lisbeth kom inn á ting í
1990 og hevur havt sæti har
síðani.
Umframt mong álitis-
størv í Sambandsflokkinum
og øðrum felagsskapum,
hevur Lisbeth L. Petersen
eisini verðið annar og triðji
næstformaður løgtingsins.
Kampval í Sambandsflokkinum
Núverandi formaður Sambandsfloksins, Edmund Joensen, fær
kapping, tá atkvøðast skal um formanssessin á landsfundinum
annað vikuskiftið
Jóhannes Martin
Olsen mundi
koppað Edmundi
Joensen úr
formanssessinum á
landsfundinum í
1998
FORMANSVAL
John Johannessen
Tá atkvøðurnar verða
taldar á formansvalinum
annað vikuskiftið, er tað
ikki fyrstu ferð, at Edm-
und Joensen upplivir
kapping um formans-
sessin í Sambandsflokk-
inum.
Talan var nevniliga
eisini um kampval á
landsfundinum
beint
áðrenn løgtingsvalið í
1998. Tá var tað skála-
maðurin,
Jóhannes
Martin Olsen, ið stillaði
upp
ímóti
Edmundi
Joensen.
Hetta var ein lívligur
landsfundur við hørðum
orðaskifti um evnini til
formansvalið. Og tá at-
kvøðurnar vóru talar,
var greitt, at Edmund
Joensen hevði varðveitt
formanssessin við ein-
um sera teprum meiri-
luta.
Edmund mundi
koppað í ´98
Jóhannes Martin Olsen
stillaði til landsfundin í
1998 upp ímóti
Edmundi Joensen og
mundi koppað honum úr
formanssessinum
Lisbeth roynd í politikki
Lisbeth L. Petersen stillar á
landsfundinum annað
vikuskifti upp ímóti Edmund
Joensen sum formansvalevni
Lions Club er farið
at selja tulipanir
fyri at hjálpa
fólkaskúlalærarum
í stíðnum móti
rúsevnum millum
næmingarnar
Ungdómurin í Føroyum
er í stórum vanda fyri at
koma í trupulleikar av
rúsdrekka og øðrum nar-
kotiskum evnum.
Hetta ásannar Lions
Club í Havn, sum afur í
ár er farið undir árliga
tulipantiltakið, ið skal
hjálpa fólkaskúlalærar-
um í bardaganum móti
rúsevnum.
Lions í Havn fer at
sejla bukettir av tulipan-
um við einum skelti, har
tað stendur »nei til rús-
evni«. Meiningin er so,
at hesar bukettir skulu
standa á sjónligum stað
á stovnum og heima hjá
fólki.
Peningurin frá tulip-
ansøluni fer til Lions
Quest skeiðnum fyri
fólkaskúlalærarum.
Hetta skeiðið hevur til
endamáls at gera lærar-
arnar førar fyri at geva
næmingunum lívsvirði
og sjálvsálit, so teir mill-
um annað duga at siga
nei til rúsevni.
Lions sigur nei til rúsevni
Unga Sambandið
valdi á aðalfundi
leygardagin tríggj-
ar kvinnur í sína
fimm manna
nevnd
Kvinnurnar komu veru-
liga til sín rætt, tá Unga
Sambandið helt aðal-
fund leygardagin.
Tríggjar
kvinnur
vórðu valdar í nevndina,
sum annars telur fimm
fólk.
Tær tríggjar kvinnurn-
ar í nýggju nevndini eru
Maud Poulsen, Karina
Fagralón og Durita Han-
sen. Tær eru allar ný-
valdar.
Finnur Jensen varð
afturvaldur í nevndina,
og Michael Jensen varð
afturvaldur sum formað-
ur.
Tiltakslimir í nevndini
hjá Unga Sambandinum
eru Sámal Petur Peter-
sen og Jóhan Petur Joh-
annesen.
Nógvar kvinnur
í nevndina
Í framtíðini verður
tað ógjørligt hjá
einum felag ella
einstaklingi at keypa
meira enn ein
fjórðing av allari tí
føroysku alivinnuni
ALIVINNA
Magnus Dam
Tað skal ongantíð henda, at
føroyska alivinnan endar á
útlendskum hondum, ella at
eitt einstakt felag fær eina
monopollíknandi støðu í
føroysku alivinnuni. Hetta
tykist vera breiða fatanin
hjá føroyskum politikarum,
sum
fleiri
ferðir
hesi
seinastu árini hava hert
reglurnar um, hvussu nógv
einstaklingar og útlending-
ar kunnu eiga í alivinnuni.
Tá tað herfyri kom fram,
at stóra norska felagið Pan
Fish ætlaði at keypa Havs-
brún, tók kjakið um ognar-
viðurskiftini seg upp eina-
ferð enn, og nú hevur
Vinnumálastýrið gjørt eitt
lógaruppskot, sum avmark-
ar samlaða partin, sum eitt
einstakt felag kann eiga í
alivinnuni.
Sambært lógaruppskotin-
um, sum Bjarni Djurholm
hevur lagt fram, fer tað ikki
at bera til hjá einum felag
ella einstaklingi at eiga
meira enn 25 prosent av
samlaðu partabrøvunum í
alivinnuni.
– Endamálið við upp-
skotinum er at forða fyri, at
aliøkini í landinum, sum er
tilfeingi, ið fær alt størri
týdning
í
búskapinum,
verður savnað á bert fáum
hondum, stendur í fyrstu
viðmerkingunum til lógar-
uppskotið.
17 feløg eiga 27 loyvi
Í dag hava 17 feløg loyvi at
ala í Føroyum, og hesi fel-
øgini hava tilsamans 27 ali-
loyvi. Hesi loyvini skulu
helst ikki savnast á nógv
færri
hondum,
heldur
landsstýrismaðurin í vinnu-
málum. Verða ov fáir aktør-
ar í alivinnuni, kann hetta
fáa óhepnar avleiðingar fyri
búskapin og alivinnuna
sjálva, heldur Bjarni Djur-
holm, og tí skjýtur hann
upp at avmarka luttøkuna
hjá einum einstakum felag
og einstaklingi til 25 pros-
ent. Lógin sigur eisini, at
útlendingar kunnu ikki eiga
meira enn 33 prosent í ein-
um felag.
Landsstýrismaðurin heldur,
at 25 prosent er eitt hósk-
andi tal. Tá hava alifyritøk-
urnar framhaldandi møgu-
leika at leggja saman og
styrkja seg gjøgnum økt
samstarv við teimum stór-
driftsfyrimunum, sum tað
kann innibera, uttan tó at
ein einstøk alifyritøka kem-
ur at eiga ov stóran part av
alivinnuni, sigur landsstýr-
ismaðurin.
Uppskotið hjá Bjarna
Djurholm leggur eisini upp
til størri gjøgnumskygni í
alivinnuni, so tað verður
lættari at fylgja við ognar-
viðurskiftunum. Øll feløg,
sum fáast við aling, skulu
vera smápartafeløg ella
partafeløg, og øll parta-
brøvini skulu vera navna-
partabrøv.
Løgtingið viðgjørdi upp-
skotið um broytingar í ali-
lógini
fríggjadagin,
og
vinnunevndin skal nú við-
gera málið.
Anfinn Kallsberg, løg-
maður, hevur givið
danska forsætisráð-
harranum nakað at
hugsa um. Hóast for-
sætisráðharrin ikki
heldur, at landsstýrið
hevur broytt kós, so
vil hann ikki enn siga
nakað um skiftistíð
og blokkstuðul.
FRAMTÍÐARSTØÐA
FØROYA
Magnus Dam,
Keypmannahavn
Ikki eitt orð um fýra ára
skiftistíð og ikki eitt orð um
føroyska ynskið at minka
blokkstuðulin.
Poul Nyrup Rasmussen
veit ikki enn, hvat hann
skal halda um nýggju semj-
una hjá landsstýrinum, sum
varð fráboðað fríggjadagin.
Hóast semjan líkist nógv
ætlanunum, sum landsstýr-
ið hevur borðreitt við fleiri
ferðir áður, so er aftursvar-
ið úr Danmark ikki eins
kontant – enn í øllum før-
um.
Orsøkin er kanska, at
fólkaatkvøðurnar eru burt-
ur, og landsstýrið vil yvir-
taka málsøki eftir heima-
stýrislógini í fleiri ár fram-
yvir. Ikki fyrrenn øll máls-
økini eru yvirtikin, verður
fólkaatkvøða um fullveldis-
spurningin.
Ætlanin ikki broytt
Poul Nyrup Rasmussen
hevur fleiri sagt, at partarn-
ir annaðhvørt tosað um
eina skipan innanfyri ella
uttanfyri ríkisfelagsskapin.
Higartil hevur landsstýrið
einans viljað tosað um
skipanir uttanfyri ríkisfel-
agsskapin, og hvørja ferð
hevur
forsætisráðharrin
tosað um eina fýra ára
skiftistíð sum avleiðing av
hesum.
Poul Nyrup Rasmussen
tulkar signalini úr Føroyum
soleiðis, at upprunaliga ætl-
an landsstýrisins er óbroytt.
– Prosessin heldur fram
óbroytt móti suvereniteti.
Tað rokni eg eisini við, at
landsstýrið er samt við mær
í, segði forsætisráðharrin á
tíðindafundi í gjár.
Men hóast hetta, so var
hendan staðfestingin ikki
eins og undanfarnu ferðirn-
ar fylgd upp av einari stað-
festing av, at skiftistíðin
verður fýra ár.
– Vit hyggja framvegis at
útspælinum úr Føroyum, og
enn kenni eg ikki uppskot-
ið, sum ætlanin er at leggja
fyri løgtingið, segði Poul
Nyrup Rasmussen. Forsæt-
isráðharrin vildi tískil ikki
svara uppá, um hann heldur
fast við tey fýra árini.
Á tíðindafundinum í gjár
vildi Nyrup heldur ikki
svara uppá spurningin, hvat
hann heldur um føroyska
ynskið at minka blokkstuð-
ulin við útvið 400 millión-
um.
Men hinvegin lat hann
upp fyri samráðingum um
tær yvirtøkurnar, sum ætl-
anin er at fremja.
– Hetta eru vit sinnaðir at
tosa um, segði hann og
undirstrikaði í hesum sam-
bandi einaferð enn, at við
yvirtøkunum fylgir eisini
kostnaðurin av málsøkjun-
um.
Viðgerast í
Fólkatinginum
Forsætisráðharrin
bíðar
helst við einari endaligari
útmelding, tí enn hevur
uppskotið hjá landsstýrin-
um ikki verið viðgjørt í
Føroya-nevndini hjá Fólka-
tinginum. Fundur verður
helst í hesi ella næstu viku,
og eftir tann fundin fæst
helst at vita, um stjórnin og
Fólkatingið halda fast um,
at blokkstuðulin hvørvur
eftir fýra árum.
Eisini ætlar forsætisráð-
harrin at taka spurningin
upp í einum orðaskifti í
Fólkatinginum.
– Tað er týdningarmikið,
at tað er so breið semja um
hendan spurningin sum
gjørligt og at landsstýrið,
løgtingið og Føroya fólk
kenna støðuna hjá stjórnini
og Fólkatinginum, segði
forsætisráðharrin.
Hetta orðaskiftið verður
helst ikki fyrr enn í mai.
Stjórnin fingið nakað at hugsa um
Ognarviðurskiftini í alivinnuni
aftur á løgtingsborð
Bjarni Djurholm vil nú hava løgtingið at lóggeva um, at eingin kann eiga meira enn 25 prosent av føroysku alivinnuni. Alivinnan skal ongantíð enda á ov fáum
hondum, heldur landsstýrismaðurin.