Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-03-14, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 14. mars 2001síða 3

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Føroya Arbeiðara- felag hevur ný fingið eitt nýtt undirheiti fyri eisini at hýsa serarbeið- arum NAVNABROYTING Áki Bertholdsen Føroya Arbeiðarafelag hevur nú fingið nýtt navn. Sjálvt navnið Før- oya Arbeiðarafelag, verð- ur ikki broytt, men nú hevur felagið eisini und- irheitið Føroya Arbeið- ara- og Serarbeiðara- felag. Tað var stjórnin í Før- oya Arbeiðarafelag, sum skeyt upp fyri aðal- fundinum hjá felagnum at geva felagnum hetta undirheitið, og tað varð samtykt. Ingeborg Vinther, for- maður í Føroya Arbeið- arafelag segði, at stjórnin helt, at navnabroytingin var hóskandi, tí sam- felagið hevur ment seg soleiðis, at nú á døgum eru næstan allir arbeið- arar at serarbeiðarar av ymsum slag, bæði tey, sum arbeiddu í fiski- vinnuni, hjá Landsverk- frøðinginum o.s.fr. Hon vísti eisini á, at nú oljuvinnan er við at taka seg upp, eru øll, sum arbeiða í tí vinnuni, ser- arbeiðarar av ymsum slag. – Hetta eru arbeiðsfólk, sum eisini hoyra heima í Føroya Arbeiðarafelag og tí halda vit eisini, at tað er rætt at broyta navnið, so at tað eisini umfatar hesi fólkini, segði Ingeborg Vinther. Føroya Arbeiðarafelag fingið nýtt navn Harry Benjaminsen av Toftum er nýggjur stjórnarlimur í landsins størsta fakfelag STJÓRNARSKIFTI Áki Bertholdsen Føroya Arbeiðarafelag fekk ein nýggjan lim í stjórnina á aðalfundinum um viku- skiftið. Tey, sum stóðu fyri vali, vóru Ingeborg Vinther, for- maður, Elias Hansen, næst- formaður og Kári Jacobsen. Úrslitið av nevndarval- inum var, at Harry Benja- minsen av Toftum varð valdur í stjórnina fyri Kára Jacobsen úr Vági. Kári Jacobsen kom í stjórnina í Føroya Arbeið- arafelag í 1994 og hevur sitið síðani. Harry Benjaminsen var tiltakslimur í nevndini, men er nú stjórnarlimur. Men hvønn limirnir vilja hava til formann var ongin ivi um. Ingeborg Vinther fekk at kalla hvørja at- kvøðu á aðalfundinum og hon heldur tí fram sum formaður í minst tvey ár afturat. Fyrsti tiltakslimur í Føroya Arbeiðarafelag er Karla Einarsson úr Runa- vík, annar tiltakslimur er Steingrím av Vollanum úr Fuglafirði og triði tiltaks- limur er Albert Johannesen úr Hvannasundi. Føroya Arbeiðara- felag fingið nýggjan lim í stjórnina Tað kann vera langligt at sita á aðalfundi í tveir heilar dagar. Tá er gott at hava stokkar við - og onkur er altíð, sum vil hjálpa einum at vinda eina hespu Hetta er nýggja stjórnin í Føroya Arbeiðarafelag. Frá vinstru eru tey Margretha Rasmussen úr Fuglafirði, Harry Benjaminsen av Toftum, standandi, Georg Hansen úr Sørvági, Marius Clementsen av Sandi, Ingeborg Vinther úr Vági, formaður, Elias Hansen av Skála, næstformaður og ytst til høgru, Leila Zachariasen úr Hoyvík, sum eisini er formaður í S&K Nr. 51 - 14. mars 2001 5 4 Nr. 51 - 14. mars 2001 Siti/standiborð Meiri enn helm- ingurin av seldu skriviborðunum í Danmark seinasta árið vóru av hesum slagi. Nú kanst tú sjálv/ur lættliga velja arbeiðsstøðuna, sum passar tær - og rygginum - best! Siti/standiborðini gerast alt vanligari á skrivstovunum kring Europu - og nú eisini í Føroyum El-stýrd siti/standiborð úr kr. 9.900,- FARODANE 02-01 Reis teg upp - og tak borðið við Farodane er 50 ára gamalt handils- og tænastuvirkið, sum í dag er ein av fremstu heildarveitarum til skrivstovuna. Virksemið fevnir um sølu og tænastu av framkomnum KT-loysnum, kopi-, fax- og AV-tólum, skrivstovuinnbúgvi og øðrum skrivstovubúnaði. Brekkutún 4 Postboks 109 FO-110 Tórshavn Tlf. 311414 Fax 317534 e-postur: farodane@farodane.fo www.farodane.fo Ein nýggj kanning vísir, at tey, sum ikki forvinna meiri enn 200.000 krónur um árið, hava ikki ráð til nakað sum helst, uttan tað, sum er alneyðugt til lívsins uppihald KEYPIORKA Áki Bertholdsen Fyri at fáa ráð til klæðir upp á kroppin, skógvar upp á beinini, ella bil í túnið, má eitt fólk hava minst 200.000 krónur í inntøku um árið. Hetta vísir ein nýggj kanning, sum grannskoð- aravirkið Rasmussen & Weihe hevur gjørt. Grannskoðaravirkið hevur gjørt kanningina fyri Føroya Arbeiðarafelag og hon varð løgd fram á aðal- fundi í felagnum um vik- skiftið. Í Sosialinum í gjár greiddu vit frá, at kanning- in vísti, at hóast sáttmála- settu lønirnar hjá einum arbeiðara í Føroyum er hækkað 9% hesi bæði sein- astu árini, eru allar vørur dýrkaðar so nógv, at hann er verri fyri nú, enn hann var, áðrenn lønarhækking- ina. Príshækkingin hevur verið eini 10% í meðal hesi bæði seinastu árini, og sostatt er ein vanligur løn- takari í Føroyum líka illa fyri nú, sum hann var, áðrenn lønarhækkingina, hóast skatturin eisini er lækkaður eitt sindur. Í roknistykkinum varð gingið út frá einum arbeið- ara, sum hevur fult tímatal, tvs, 1.800 tímar um árið. Hjá einum slíkum, við van- ligum útreiðslum, mangla 3.000 krónur í um árið, til klæðir, barnaansing, bil, tryggingar, húsarhaldstól o.a., tá ið tær heilt alneyð- ugu útreiðslurnar eru gold- nar, t.d. rentur og avdráttir, olja, streymur og matur. Hjá tí, sum ikki fær fult tímatal, og tey eru mong, manglar enn meiri í. Hjá tí, sum hevur møguleika fyri nøkrum yvirtímum, sær hinvegin frægari út. Krevjast minst 200.000 krónur í inntøku Kanningin hjá Rasmussen & Weihe vísir eisini, at lønin skal upp á 200.000 krónur, fyri at eitt oyra skal loypa av til nakað, uttan tær útreiðslur, sum er alneyð- ugar til lívsins uppihald. Tær útreiðslur, sum verða roknaðar uppí tað allarmest neyðuga til lívsins uppi- hald, eru olja, sjúkrakassi, matur, rentur og avdráttur, ella leiga, streymur, telefon og sjúkrakassi. – Men tað er ikki tað stóra, sum loypir av, tí tann, sum forvinnur 200.000 krónur um árið, hevur ikki meiri enn 8.873 krónur eftir um árið til klæðir, barna- ansing, bil, tryggingar, húsarhaldstól o.s.fr. Samstundis hevur hann goldið 80.790 krónur í skatti, AlS og til samhalds- fasta, umframt mvg. Tað er ikki fyrrenn ein hevur forvunnið 250.000 krónur, at 28.838 krónur verða eftir eitt heilt ár til barnaansing, bil, klæðir, húsarhaldstól, trygingar, umvæling av bústaði og aðrar útreiðslur. Skulu hugsa seg væl um Men í hesum sambandi ger grannskoðarin vart við, at tað er stórur munur á einari inntøku uppá 250.000 krónur og so tveimum inn- tøkum upp á tilsamans 250.000 krónur. Hann segði, at tá ið ein inntøkan fer uppum 150.000 krónur, veksur skattatrýstið rættiliga skjótt. Hetta er tað fyribrigdi sum nevnist marginal- skatturin. Tað merkir, at tær síðstu krónurnar, ein for- vinnur, verða nógv harðari skattaðar enn tær fyrstu krónurnar. – Eitt nú sleppa tvær inn- tøkur uppá 100.000 krónur rættiliga nógv bíligari í skatti enn ein inntøka uppá 200.000 krónur. – Eru tað eini hjún, har annar parturin hevur møgu- leika at forvinna eitt sindur afturat, er tað tí av størsta týdningi, at tey hugsa seg væl um, hvør fær hesa eykainntøkuna. Marginal- skatturin ger, at tað loysir seg rættiliga væl at lata tann, sum frammanundan forvinnur minst, taka teir eyka tímarnar, sum eru – Tí hevði tað eisini verið ein stórur fyrimunur hjá nógvum húskum, um inn- tøkurnar høvdu verið býttar sundur ímillum mann og konu, áðrenn skatturin verður roknaður. Sí talvu! Tað er nógv arbeiðara- húski, har bæði maður og kona hava inntøku, men tey hava ikki støðugt arbeiði og fáa tískil ikki fult tímatal fyri árið. Í hesi talvuni er dømi um eitt húski við tveimum inn- tøkum, har annar parturin forvinnur 150.000 krónur og hin parturin 100.000 krónur um árið. Húskið hevur tvey børn og tí er roknað við barna- fráfrádrátti í kommunu- skattinum og landsskattin- um upp á 7.000 krónur fyri hvørt barnið. Annars eru fortreytirnar tær, sum greitt er frá aðrastaðni her á síðuni. Talvan vísir, at tá ið skattur, fastar útreiðslur og matur eru goldin, hava hesar báðar inntøkurnar 35.307 krónur í avlopi fyri alt árið til klæðir, barna- ansing, innbúgv, trygging, umsiting av bústaði, bil o.s.fr. Tað eru beint undir 3.000 krónur um mánaðin og tað kann ikki sigast at vera nógv hjá einum húski upp á fýra fólk. Leggjast kann afturat, at av hesum báðum inntøkun- um upp á tilsamans 250.000 krónur, eru 93.878 krónur, ella 38% farin í landskassan í saktti, mvg o.s.fr. Tá ið Árni Absalonsen, grannskoðari hjá Ras- mussen & Weihe, legði nýggju kanningina um livikorini hjá vanligum fólki fyri aðalfundin hjá Føroya Arbeiðarafelag, ásannaði hann, at tað kundi vera ómetaliga trupult at vísa akkurát, hvussu støðan er hjá fólki. Hetta kemst av, at tað eru neyvan tvy húski í øllum landinum, har viðurskiftini eru akkurát tey somu. Tó eru nógv viður- skifti felags, so hann helt, at tað bar væl til at geva eina góða mynd av støðuni. Í kanningini, sum Rasmussen & Weihe hevur gjørt fyri Føroya Arbeiðarafelag, hevur verið roknað við, at útreiðslurnar til bústað eru 4.500 krónur um árið. Hendan útreiðslan kann antin verða brúkt til at betala leigu fyri, ella hon kann verða brúkt til at betala rentur og avdráttir fyri. Verður hon brúkt til leigu, fær hetta fólki ongan rentustuðul. Verð- ur hon brúkt til rentur og avdráttir, svarar tað til eitt lán uppá 800.000 krónur, sum verður betalt uppá 24 ár við 7% í rentu. Hetta fólkið fær rentustuðul, men hann er lækkaður í ár og lækkar enn meiri næsta ár. Í fjør var hann 48% og í ár er hann 44%. Oljunýtslan er sett til 4.000 litrar um árið. Eini vanlig hús brúka ímill- um 4.000 og 4.500 litrar um árið. Elnýtslan er sett til 5.000 kilowatt um árið. Telefonrokningin er 500 krónur um mán- aðin og húskið rindar bæði útrvarps- og sjón- varpsgjald. Útreiðslurnar til mat eru mettar at vera 16.000 krónur um árið til eitt vaksið fólk. Hetta er mett útfrá kanningini, sum ein bólkur gjørdi fyri fak- feløgini í 1998.Tá varð mett, at ein vaksin mað- ur skuldi brúka 13.968 krónur um árið til mat. Síðani eru matvørur dýrkaðar og eftir prístal- inum var hetta talið tískil komið upp á 16.500 krónur á nýggj- árinum 2000, tvs, fyri trimum mánaðum síð- ani. Roknað er eisini við skattalættanum,sum kom 1. januar.Annars er roknað við vanligum landsskatti og einum kommunuskatti upp á 20%. Àrni Absalonsen sigur at enda, at eftir prístal- inum eru allar útreiðslur, sum eru við í prístal- inum, hækkaðar.Mest er oljan dýrkað, men í miðal eru prísirnir í hækkaðir umleið 10%. Lønin skal minst vera 200.000 kr. um árið fyri at nakað skal loypa av Fortreytir fyri kanningini Hevur eitt húski møguleika fyri at forvinna nøkur oyru eyka, er tað av stórum týdningi, at tey hugsa seg væl um, hvør skal arbeiða eyka, tí tvær intøkur uppá 100.000 krónur sleppa rættiliga nógv bíligari í skatti enn ein inntøka upp á 200.000 krónur, sigur Árni Absalon, grannskoðari, tá ið hann legði nýggjastu kanningina um liviumstøðurnar hjá vanligum fólki fyri aðalfundin íFøroya Arbeiðarafelag