Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-06-20, síða 36
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 20. juni 2007síða 36

‹ fyrra síða allar 104 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

36 Nr. 116 - 20. juni 2007 tíðindi Finnur Johansen Tá suðringar, sum hövdu verið norð­anfjörðs og ferðast, so seint sum fyri einum 30- 40 árum síð­ ani, fóru suður aftur, valdu teir ofta at fara við Tjaldrinum, tí tað var so góður fartur. Tjaldrið, sum rökti siglingina millum Föroyar og Köbenhavn, sigldi eisini til nakr­ar av störri bygdunum, tí lítil inn­an­oyggjasigling var, og veg­a­ sam­band­ið var ikki bara lítið, men eisini vánaligt. Vanliga sigldi Tjaldrið til Suð­ ur­oy­ar og til Klaksvíkar, men onk­un­tíð sigldi tað eisini á Koll­a­ fjörð, á Vestmanna og vestur í Vág­ar, tá skipið hevði farm hag­ ar. Henda innanoyggjasigling var ikki bara fyri kríggið, men helt á­fram so leingi Tjaldrið sigldi til ein­a­ferð fyrst í sjeytiárunum. Siglt varð fyrst til Suðuroyar. Far­ið varð av Havnini klokkan trý um náttina, so komið varð á Tvör­oyri til arbeiðstíð um morg­ unin. Av Tvöroyri varð farið suð­ ur á Vág og haðani norður á Klaks­vík. Siglt varð av Vági í so góð­ari tíð um náttina, at skipið var á Klaksvík til arbeiðstíð dagin eftir. Men í Klaksvík var ikki sum í Havn, har kajin var lið­ ug í 1929, í Vági, minnist meg rætt í 1825 og á Tvøroyri um somu tíð, har var eingin kaj har norð­uri. Tað var so seint í tíðini, at kaj kom í Klaksvík, tað var eftir at eg minnist, um 1936 haldi eg. Á veg úr Vági til Klaksvíkar varð altíð farið á Havnina fyrst fyri at seta suðringar av, ið hövdu valt sær henda góða fartin norður um fjörð. Hvussu ofta vit soleiðis fer­að­ ust við Tjaldrinum, minnist eg ikki, men tað var nakrar ferðir, og tá hövdu vit altíð koyggju. Far­ ið varð umborð á Tjaldrið og í koyggj­una til niðurfaringartíð, og tá tú vaknaði aftur vart tú á Tvör­ oyri. Hóast tú vart barn, standa nakr­ ar upplivingar enn livandi fyri tær. Einaferð minnist eg, at for­ eld­ur míni lögdu meg í koyggj­ una umborð á Tjaldrinum, og pápi fylgdi mammu heim aftur har hon helt til í Havn, tí hon skuldi ikki suður við. Nær tað hev­ur verið minnist eg ikki, men tað kann hava verið í 1938, tá hon skuldi til Danmarkar við skúl­a­börnunum. Bæði foreldur míni vóru lærarir í Vági. Fyrst eg minnist var Eystara Bryggja í Havn spildurnýggj, ikki meira enn eini sex ella átta ára gomul. Molin var ikki meira enn 100 metrar langur, og at­løg­u­ bryggj­an, sum var úr træ, var ikki stórt meira enn helvtina av Mol­anum. Frá Molanum og inn­ eftir mundi atløgubryggjan vera einar 100 ella 150 metrar. So var tað koyrikaiin undir Krákusteini og húsunum í Trøð um Burs­a­ tanga inn á Kongabrúnna. Tað er her ætlanin er at byggja nýtt Tinghús, hví ikki tað? Tíðin man vera komin til at skifta út hasa hálvtannaðhundrað ára gomlu kroysina á Ting­hús­veg­ num, so vit fáa eitt virðiligt og prýð­i­ligt parlament. Eitt sindur und­ar­ligt er tað, at Tórshavnar Komm­una skal keypa gomlu ogn­ ir­­nar, sum Løgtingið ikki kann brúka. Tørvar kommununi hús­a­ rúm, átti hon heldur at bygt eitt nú­tím­ans ráðhús. Eina aðru ferð, vit soleiðis ferð­ að­ust til Suðuroyar, minnist eg, vóru vit í Kollafirði, og Tjaldrið legði at inni á Langasandi, har sild­averksmiðjan var. Tá var tað ein smádrongu, ið argaði ein av loss­ingamonnunum. Hann hevði tik­ið troyggjuna hjá honum, og rann undan, og maðurin aftaná. Teir runnu leingi í runding, minn­ ist eg. Hvör drongurin var veit eg ikki, men maðurin var Martinius í Kollafirði, varð mær sagt. Nógvar sögur ganga um Mart­in­i­ us í Kollafirði, men hetta er tað eg veit einastu ferð eg havi sætt hann. Longu tá var stórt virksemi á Koll­a­firði, og tá ein kont­a­in­ar­a­ havn nú verður gjørd við fjørðin, er tað ikki annað enn eitt natt­úr­ ligt lið í menningini av sam­fela­g­ num, ikki minst nú havnir verða flutt­ar, tí ov trongligt er at koma til og frá við nógvum farmi á teim­um stóru plássunum. Einaferð vit vóru við Tjaldr­i­ num og lógu á Tvöroyri, sóu vit eitt flogfar, tað kann hava verið í 1934. Tað var ikki vanligt at síggja flogför í tríatiárunum, fleiri ár fyri kríggi, so tit kunnu ætla, at tað var ein stór uppliving. Eg minnist so væl, at vit stóðu frammi á skipinum og hugdu, með­an flogfarið sveimaði yvir fjörð­inum og býnum. Um flog­ farið setti seg á fjörðin, minnist eg ikki, men tað er ikki ó­hugs­ andi, tí í tríatiárunum veit eg at flog­för settu seg bæði í Havn og í Vági. Nú vit eru við Tvøroyri, rennur ein­um í hug tær politisku hug­ sjónir, ið merktu serstakliga hetta bygd­a­samfelagið, og hvat tey fólk, sum her gingu undan, høvdu sagt um tann politikk fólkini, ið komu aftaná føra. Og so saltsiloin á Drelnesi sum sein­astu árini hevur verið talað og skriva so nógv um. Vónandi eydnast tað at varveita húsið, tí tað sum Eiffeltornið er fyri Paris og Frælsisgudinnan fyri New York er saltsiloin á Drelnesi fyri nógv­ar suðroyingar. Nú verður fyrisitingin hjá Strand­far­a­skipum Landsins flutt suð­ur á Tvøroyri, og tað er at vóna at hetta almannatiltakið hjá lands­stýr­inum fer at eydnast og bera frukt. Men nú verður jóansøka, og tann sum vitjar á Tvøroyri á stevn­uni, gloymir tað seint, tí teir eru bæði blíðir og stuttligir har suð­uri. Tað tók, sum vera mann, sína tíð at koma suður til Vágs, tá tú skuldi bíða á Tvöroyri meg­in­part­ in av einum degi ella so, men hetta var so mikið góður fartur í mun til regluligu innanoyggja sigl­ing­ina, at nógv tóku Tjaldrið fram­um. Av Tvøroyri fór Tjaldrið suð­ur á Vág, og hvat er, fyri ein ið er barnvaksin í Vági, størstu bygd í Suðuroy, meiri hugtakandi enn at sigla Vágsfjørð, fólk­a­rík­ asta fjørðin í oynni, ein góð­veð­ urs­dag á heysti. Koma aftur á gaml­ar steinar, síggja tey kendu støð­ini, ta blíðu náttúrina, og grønu fjøllini vallaði upp á topp­ in, skipini á fjørðinum og tann nýslidna bøin. Tórshavn á jóansøku 2007 Um Suðuroyarfjørð við Tjaldrinum Fyrsta føroyska Tjaldrið hjá Skipafelagnum við kaj í Havn ivaleyst í tríatiárunum, longri inni liggur Havhestur, sum Skipafelagið eisini átti Myndina eigur Fornminnissavnið (3350F3182) Tjaldrið við kaj í Vági fyri 1935 Myndina eigur Fornminnissavnið (6793F17) Fiskaarbeiði á Tvøroyri í tríatiárunum Fornminnissavnið eigur myndina (8186F45)