mikudagur 20. juni 2007síða 36
‹ fyrra síða allar 104 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
36
Nr. 116 - 20. juni 2007
tíðindi
Finnur
Johansen
Tá suðringar, sum hövdu verið
norðanfjörðs og ferðast, so seint
sum fyri einum 30- 40 árum síð-
ani, fóru suður aftur, valdu teir
ofta at fara við Tjaldrinum, tí tað
var so góður fartur. Tjaldrið, sum
rökti siglingina millum Föroyar
og Köbenhavn, sigldi eisini til
nakrar av störri bygdunum, tí lítil
innanoyggjasigling var, og vega-
sambandið var ikki bara lítið,
men eisini vánaligt.
Vanliga sigldi Tjaldrið til Suð-
uroyar og til Klaksvíkar, men
onkuntíð sigldi tað eisini á Kolla-
fjörð, á Vestmanna og vestur í
Vágar, tá skipið hevði farm hag-
ar. Henda innanoyggjasigling var
ikki bara fyri kríggið, men helt
áfram so leingi Tjaldrið sigldi til
einaferð fyrst í sjeytiárunum.
Siglt varð fyrst til Suðuroyar.
Farið varð av Havnini klokkan
trý um náttina, so komið varð á
Tvöroyri til arbeiðstíð um morg-
unin. Av Tvöroyri varð farið suð-
ur á Vág og haðani norður á
Klaksvík. Siglt varð av Vági í so
góðari tíð um náttina, at skipið
var á Klaksvík til arbeiðstíð
dagin eftir. Men í Klaksvík var
ikki sum í Havn, har kajin var lið-
ug í 1929, í Vági, minnist meg
rætt í 1825 og á Tvøroyri um
somu tíð, har var eingin kaj har
norðuri. Tað var so seint í tíðini,
at kaj kom í Klaksvík, tað var
eftir at eg minnist, um 1936 haldi
eg. Á veg úr Vági til Klaksvíkar
varð altíð farið á Havnina fyrst
fyri at seta suðringar av, ið hövdu
valt sær henda góða fartin norður
um fjörð.
Hvussu ofta vit soleiðis ferað-
ust við Tjaldrinum, minnist eg
ikki, men tað var nakrar ferðir,
og tá hövdu vit altíð koyggju. Far-
ið varð umborð á Tjaldrið og í
koyggjuna til niðurfaringartíð, og
tá tú vaknaði aftur vart tú á Tvör-
oyri.
Hóast tú vart barn, standa nakr-
ar upplivingar enn livandi fyri
tær. Einaferð minnist eg, at for-
eldur míni lögdu meg í koyggj-
una umborð á Tjaldrinum, og
pápi fylgdi mammu heim aftur
har hon helt til í Havn, tí hon
skuldi ikki suður við. Nær tað
hevur verið minnist eg ikki, men
tað kann hava verið í 1938, tá
hon skuldi til Danmarkar við
skúlabörnunum. Bæði foreldur
míni vóru lærarir í Vági.
Fyrst eg minnist var Eystara
Bryggja í Havn spildurnýggj,
ikki meira enn eini sex ella átta
ára gomul. Molin var ikki meira
enn 100 metrar langur, og atløgu-
bryggjan, sum var úr træ, var
ikki stórt meira enn helvtina av
Molanum. Frá Molanum og inn-
eftir mundi atløgubryggjan vera
einar 100 ella 150 metrar. So var
tað koyrikaiin undir Krákusteini
og húsunum í Trøð um Bursa-
tanga inn á Kongabrúnna.
Tað er her ætlanin er at byggja
nýtt Tinghús, hví ikki tað? Tíðin
man vera komin til at skifta út
hasa hálvtannaðhundrað ára
gomlu kroysina á Tinghúsveg-
num, so vit fáa eitt virðiligt og
prýðiligt parlament. Eitt sindur
undarligt er tað, at Tórshavnar
Kommuna skal keypa gomlu ogn-
irnar, sum Løgtingið ikki kann
brúka. Tørvar kommununi húsa-
rúm, átti hon heldur at bygt eitt
nútímans ráðhús.
Eina aðru ferð, vit soleiðis ferð-
aðust til Suðuroyar, minnist eg,
vóru vit í Kollafirði, og Tjaldrið
legði at inni á Langasandi, har
sildaverksmiðjan var. Tá var tað
ein smádrongu, ið argaði ein av
lossingamonnunum. Hann hevði
tikið troyggjuna hjá honum, og
rann undan, og maðurin aftaná.
Teir runnu leingi í runding, minn-
ist eg. Hvör drongurin var veit eg
ikki, men maðurin var Martinius
í Kollafirði, varð mær sagt.
Nógvar sögur ganga um Martini-
us í Kollafirði, men hetta er tað
eg veit einastu ferð eg havi sætt
hann.
Longu tá var stórt virksemi á
Kollafirði, og tá ein kontainara-
havn nú verður gjørd við fjørðin,
er tað ikki annað enn eitt nattúr-
ligt lið í menningini av samfelag-
num, ikki minst nú havnir verða
fluttar, tí ov trongligt er at koma
til og frá við nógvum farmi á
teimum stóru plássunum.
Einaferð vit vóru við Tjaldri-
num og lógu á Tvöroyri, sóu vit
eitt flogfar, tað kann hava verið í
1934. Tað var ikki vanligt at
síggja flogför í tríatiárunum,
fleiri ár fyri kríggi, so tit kunnu
ætla, at tað var ein stór uppliving.
Eg minnist so væl, at vit stóðu
frammi á skipinum og hugdu,
meðan flogfarið sveimaði yvir
fjörðinum og býnum. Um flog-
farið setti seg á fjörðin, minnist
eg ikki, men tað er ikki óhugs-
andi, tí í tríatiárunum veit eg at
flogför settu seg bæði í Havn og í
Vági.
Nú vit eru við Tvøroyri, rennur
einum í hug tær politisku hug-
sjónir, ið merktu serstakliga hetta
bygdasamfelagið, og hvat tey
fólk, sum her gingu undan,
høvdu sagt um tann politikk
fólkini, ið komu aftaná føra.
Og so saltsiloin á Drelnesi sum
seinastu árini hevur verið talað
og skriva so nógv um. Vónandi
eydnast tað at varveita húsið, tí
tað sum Eiffeltornið er fyri Paris
og Frælsisgudinnan fyri New
York er saltsiloin á Drelnesi fyri
nógvar suðroyingar.
Nú verður fyrisitingin hjá
Strandfaraskipum Landsins flutt
suður á Tvøroyri, og tað er at
vóna at hetta almannatiltakið hjá
landsstýrinum fer at eydnast og
bera frukt.
Men nú verður jóansøka, og
tann sum vitjar á Tvøroyri á
stevnuni, gloymir tað seint, tí teir
eru bæði blíðir og stuttligir har
suðuri.
Tað tók, sum vera mann, sína
tíð at koma suður til Vágs, tá tú
skuldi bíða á Tvöroyri meginpart-
in av einum degi ella so, men
hetta var so mikið góður fartur í
mun til regluligu innanoyggja
siglingina, at nógv tóku Tjaldrið
framum. Av Tvøroyri fór Tjaldrið
suður á Vág, og hvat er, fyri ein
ið er barnvaksin í Vági, størstu
bygd í Suðuroy, meiri hugtakandi
enn at sigla Vágsfjørð, fólkarík-
asta fjørðin í oynni, ein góðveð-
ursdag á heysti. Koma aftur á
gamlar steinar, síggja tey kendu
støðini, ta blíðu náttúrina, og
grønu fjøllini vallaði upp á topp-
in, skipini á fjørðinum og tann
nýslidna bøin.
Tórshavn á jóansøku 2007
Um Suðuroyarfjørð við Tjaldrinum
Fyrsta føroyska Tjaldrið hjá Skipafelagnum við kaj í Havn ivaleyst í tríatiárunum, longri inni liggur Havhestur, sum Skipafelagið eisini átti
Myndina eigur Fornminnissavnið (3350F3182)
Tjaldrið við kaj í Vági fyri 1935
Myndina eigur Fornminnissavnið (6793F17)
Fiskaarbeiði á Tvøroyri í tríatiárunum
Fornminnissavnið eigur myndina (8186F45)