Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-06-20, síða 48
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 20. juni 2007síða 48

‹ fyrra síða allar 104 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

48 Nr. 116 - 20. juni 2007 Ford hava fingið »EUBIA 2007« heiðurslønina fyri Focus Flexifuel, sum er ein slóðbrótandi bioethanol bilur Bilar Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo EUBIA (Europæiske Bio­ masse Industri Forening) hava givið Ford »EUBIA 2007« heiðurslønina sum viður­kenning fyri teirra bioethanol drivnu bilar. Hetta hendi á tí fimtandu bio­evnisráðstevnuni í Ber­ lin, har umleið 1.400 ser­ frøð­ingar úr meira enn 80 lond­um í eina viku kjak­ aðust um hvørjar avbjóð­ing­ ar­nar fara at verða í fram­ tíðini viðvíkjandi orku og um­hvørvi, og komu teir harvið nógv inn á bioorku. Ford hava selt Focus Flexi­fuel við 1.8 litra mot­ ori síðan 2001 i Svøríki, eins og teir eisini eru byrj­ aðir í øðrum londum. Focus Flexifuel koyrir upp á E85, sum tað verður nevnt - ein blanding við 85 prosentum av ethanol og 15 prosentum av bensini. Dálkingin úr út­stoytunum á hesum bilum er upp til 70 prosent minni enn á vanligum Ford Focus, sum einans koyra við bens­ ini. Í Svøríki eru umleið 80 pro­sent av øllum Ford Focus í Flexifuel útgávuni. Ford heiðrað fyri umhvørvið Ford Focus Flexifuel hevur fingið »EUBIA 2007« heiðurslønina sum er ein slóðbrótandi bioethanol bilur Kawasaki í Japan eru komnir á marknaðin við einari heilt nýggjari motorsúkklu. Talan er um Versys við ABS bremsum. Kawasaki vænta sær nógv av hesi tekniskt framkomnu motorsúkklu MC Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Japanska Kawasaki verk­ smiðj­an hevur eitt stórt pro­ gramm við nógvum ym­isk­ um motorsúkklum. Nýggj­ asta súkklan á marknaðinum er Versys við m.a. ABS- brems­um. Súkklan fæst eisini uttan ABS, men tær 7.000 krónurnar, sum ABS bremsurnar kosta eyka, eru abso­lutt ein góð íløga, tá hugs­að verður um trygd­ ina. Málsetningurin við Kawa­ saki Versys var at gera eina tekniskt framkomna motor­ súkklu við trygdini í hásæti, tí fæst hon m.a. við ABS- bremsum. Fyrimunurin við ABS-systeminum er, at brems­urnar ikki læsast (blok­era) undir eini upp­ bremsing, soleiðis at eingin trupulleiki er at koyra uttan um óvæntaðar forðingar á koyribreytini. Súkklan tekur seg væl út og er góð at sita á og koyra. Koyriegineikarnir eru heilt í topp, eisini við ferð í svingum. Instrumentini eru løtt at avlesa undir koyring. Motorurin er ein 2 syl. 649 ccm og 64 hk við 8.000 snún/min. Súkklan koyrir frá 0-100 km/t upp á 4,3 sek og toppferðin er 190 km/t. Girskiftið og kobl­ing­ in eru sera løtt at handfara, eisini undir uppspiting. FDM hava royndarkoyrt Kawasaki Versys, og siga teir m.a. “Versys er en in­spir­erende køremaskine for dem der elsker at køre motorcykel”. Kawasaki Versys kostar kr. 91.995,- (við ABS) og kr. 84995,- (uttan ABS). Á heimasíðuni hjá MC- Søluni: www.mc-solan.fo eru upplýsingar um úrvalið av t.d. motorsúkklum og skutarum og hópin av leikjum til aðrar MC-síður. Japonsk bilmerki standa seg væl í týskum kvalitets­ testum. Triðja árið á rað hava Mazda vunnið heið­ urs­­plássið sum tað mest álítandi bilmerki í kvalitets­ test­unum hjá Auto Bild, sum er størsta bilblað í Týsk­landi. Kappingar­neyt­ arnir vóru Toyota og Honda, sum vunnu ávika­ vist annað og triðja pláss. Auto Bild ger á hvørjum ári kanningar av kvalitet­in­ um á 24 av teimum mest seldu bilmerkjunum í Týsk­­land og vurdera tey ymisku bilmerkini eftir hvussu álít­andi tey eru, slitstyrki, gar­anti, service og hvussu nøgdir eigar­ar­ nir eru við sínar bilar. Eisini gera Auto Bild langtíðartestir við at koyra 100.000 km við teimum ym­isku bilunum. Tann ein­ staki bilurin sum higartil hev­ur klárað seg best í 100.000 km testini er Mazda6, sum ongan feil hevði. mg Mazda best í Týsklandi Framkomin Kawasaki við ABS Kawasaki Versys 650 v.ABS Motorurin 2-syl. 8 ventilar 649 ccm / 64 hk 0-100 km/t 4,3 sek Snúningsmoment 61 Nm við 6.800 snún/min Toppferð 190 km/t Dekkstødd framman: 120/60R-17 aftan: 160/60R-17 Seturhædd 84,0 cm Eginvekt 181 kg Prísur kr. 91.995,- við ABS Søluumboð: MC-Sølan Skemmingsgøta 23 FO-100 Tórshavn Tel. 315674 / 216300 www.mc-solan.fo FAKTA SAMBAND magnus gunnarsson maggi@sosialurin.fo tlf. 341800 bilar Kawasaki Versys 650 við ABS-bremsum