Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-06-20, síða 48
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 20. juni 2007síða 48

‹ fyrra síða allar 104 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

48 Nr. 116 - 20. juni 2007 Ford hava fingið »EUBIA 2007« heiðurslønina fyri Focus Flexifuel, sum er ein slóðbrótandi bioethanol bilur Bilar Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo EUBIA (Europæiske Bio­ masse Industri Forening) hava givið Ford »EUBIA 2007« heiðurslønina sum viðurkenning fyri teirra bioethanol drivnu bilar. Hetta hendi á tí fimtandu bioevnisráðstevnuni í Ber­ lin, har umleið 1.400 ser­ frøðingar úr meira enn 80 londum í eina viku kjak­ aðust um hvørjar avbjóðing­ arnar fara at verða í fram­ tíðini viðvíkjandi orku og umhvørvi, og komu teir harvið nógv inn á bioorku. Ford hava selt Focus Flexifuel við 1.8 litra mot­ ori síðan 2001 i Svøríki, eins og teir eisini eru byrj­ aðir í øðrum londum. Focus Flexifuel koyrir upp á E85, sum tað verður nevnt ­ ein blanding við 85 prosentum av ethanol og 15 prosentum av bensini. Dálkingin úr útstoytunum á hesum bilum er upp til 70 prosent minni enn á vanligum Ford Focus, sum einans koyra við bens­ ini. Í Svøríki eru umleið 80 prosent av øllum Ford Focus í Flexifuel útgávuni. Ford heiðrað fyri umhvørvið Ford Focus Flexifuel hevur fingið »EUBIA 2007« heiðurslønina sum er ein slóðbrótandi bioethanol bilur Kawasaki í Japan eru komnir á marknaðin við einari heilt nýggjari motorsúkklu. Talan er um Versys við ABS bremsum. Kawasaki vænta sær nógv av hesi tekniskt framkomnu motorsúkklu MC Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Japanska Kawasaki verk­ smiðjan hevur eitt stórt pro­ gramm við nógvum ymisk­ um motorsúkklum. Nýggj­ asta súkklan á marknaðinum er Versys við m.a. ABS­ bremsum. Súkklan fæst eisini uttan ABS, men tær 7.000 krónurnar, sum ABS bremsurnar kosta eyka, eru absolutt ein góð íløga, tá hugsað verður um trygd­ ina. Málsetningurin við Kawa­ saki Versys var at gera eina tekniskt framkomna motor­ súkklu við trygdini í hásæti, tí fæst hon m.a. við ABS­ bremsum. Fyrimunurin við ABS­systeminum er, at bremsurnar ikki læsast (blokera) undir eini upp­ bremsing, soleiðis at eingin trupulleiki er at koyra uttan um óvæntaðar forðingar á koyribreytini. Súkklan tekur seg væl út og er góð at sita á og koyra. Koyriegineikarnir eru heilt í topp, eisini við ferð í svingum. Instrumentini eru løtt at avlesa undir koyring. Motorurin er ein 2 syl. 649 ccm og 64 hk við 8.000 snún/min. Súkklan koyrir frá 0­100 km/t upp á 4,3 sek og toppferðin er 190 km/t. Girskiftið og kobling­ in eru sera løtt at handfara, eisini undir uppspiting. FDM hava royndarkoyrt Kawasaki Versys, og siga teir m.a. “Versys er en inspirerende køremaskine for dem der elsker at køre motorcykel”. Kawasaki Versys kostar kr. 91.995,­ (við ABS) og kr. 84995,­ (uttan ABS). Á heimasíðuni hjá MC­ Søluni: www.mc­solan.fo eru upplýsingar um úrvalið av t.d. motorsúkklum og skutarum og hópin av leikjum til aðrar MC­síður. Japonsk bilmerki standa seg væl í týskum kvalitets­ testum. Triðja árið á rað hava Mazda vunnið heið­ ursplássið sum tað mest álítandi bilmerki í kvalitets­ testunum hjá Auto Bild, sum er størsta bilblað í Týsklandi. Kappingarneyt­ arnir vóru Toyota og Honda, sum vunnu ávika­ vist annað og triðja pláss. Auto Bild ger á hvørjum ári kanningar av kvalitetin­ um á 24 av teimum mest seldu bilmerkjunum í Týskland og vurdera tey ymisku bilmerkini eftir hvussu álítandi tey eru, slitstyrki, garanti, service og hvussu nøgdir eigarar­ nir eru við sínar bilar. Eisini gera Auto Bild langtíðartestir við at koyra 100.000 km við teimum ymisku bilunum. Tann ein­ staki bilurin sum higartil hevur klárað seg best í 100.000 km testini er Mazda6, sum ongan feil hevði. mg Mazda best í Týsklandi Framkomin Kawasaki við ABS Kawasaki Versys 650 v.ABS Motorurin 2-syl. 8 ventilar 649 ccm / 64 hk 0-100 km/t 4,3 sek Snúningsmoment 61 Nm við 6.800 snún/min Toppferð 190 km/t Dekkstødd framman: 120/60R-17 aftan: 160/60R-17 Seturhædd 84,0 cm Eginvekt 181 kg Prísur kr. 91.995,- við ABS Søluumboð: MC-Sølan Skemmingsgøta 23 FO-100 Tórshavn Tel. 315674 / 216300 www.mc-solan.fo FAKTA SAMBAND MAgNuS guNNArSSoN MAggi@SoSiAluriN.fo tlf. 341800 bilar Kawasaki Versys 650 við ABS-bremsum