Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-06-20, síða 49
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 20. juni 2007síða 49

‹ fyrra síða allar 104 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 116 - 20. juni 2007 49 Fríggjadagin 15. juni varð móttøka hjá Auto Service við Oyggjarvegin í Havn, í sambandi við at bygningurin nú er liðugt út- og umbygdur, eftir at Eivind av Reyni keypti bygningin í november 2005 Bilasøla Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Síðan Eivind av Reyni keypti P/F Meinhardt Arge í november 2005, og fyri­tøk­ an skifti navn til P/F Auto Service, hevur verið arbeitt miðvíst við at umbyggja fyri­ tøkuna til eina nútímans bilasølu. Fríggjadagin var so skipað fyri móttøku í stási­ligu hølunum. Nógv fólk stukku inn á gólvið hendan dagin. Eivind av Reyni beyð øllum at vera vælkomin og greiddi frá um bygningin og segði m.a. “Tá ið vit fyri umleið 18 mán­aðum síðan keyptu ogn­ ina frá P/F Meinhardt Arge v/ Finnboga Arge, settu vit okkum fyri at nútímansgera bygningin, og eru vit væl­ nøgdir við úrslitið. Tað var eitt sum lá Finnboga Arge ser­liga nógv á hjartað í sam­ band við yvirtøkuna, tað var viðvíkjandi starvs­fólk­ un­um, at tey kundu halda áfram og koma at trívast. Eg vil gjarna takka starvs­ fólk­unum fyri, hvussu væl tit tóku ímóti okkum sum nýggir eigarar”, segði Eiv­ ind av Reyni og hugleiddi um søguna hjá teimum ym­isku bilasølunum í Føroyum. Eftir tað sang Dreingjakórið undir Brúnni undir leiðslu av Eli Smith. Heðin Mortensen, borg­ar­ stjóri í Tórshavnar komm­ unu, sum sjálvur er útbúgvin bilmekanikari, helt síðan røðu, har hann segði frá síni tíð sum bilmekanikari. Hann lærdi hjá P/F Wenzel Petersen á Bakka og ar­beiddi har í mong ár. Tá bygningurin, sum Auto Service nú húsast í, varð tikin í nýtslu sum nýggj­ur av P/F Wenzel Peter­sen í 1970, arbeiddi Heðin har. Hann segði m.a. ”Tá ið vit komu niðan í hendan bygn­ ingin í 1970, var tað sum at koma á eitt 5 stjørnað hotell. Her var flisa­lagt gólv, bil­ gravir, lyft­ar­ar, sproyt­ikab­ ina, verk­stað­ur við testarum, av­balser­ingum og luftam­ boðum. Tað kann næstan ikki beskrivast, hvussu vit føldu okkum tá. Hetta var flott­asta og best útgjørda bilverkstað í landinum. Vit høvdu umklæðingarrúm, brús­­ur og eina kantinu, - hetta var ein heilt nýggj verð fyri okkum”. Eins og Eivind av Reyni hugleiddi Heðin Mort­ensen eisini um bila­søl­ ur­nar og smiðjurnar í Havn, tá hann stóð í læru. Aftaná røðuna hjá Heðini sang Leila av Reyni. Auto Service hevur nú nógv pláss at ráða yvir. Grund­økið er upp á yvir 9.000 fer­metrar og sjálvur bygn­ingurin er upp á umleið 2.500 fermetrar. Pláss er fyri yvir hundrað bilum á øk­in­ um. Framsýningar­høll­in er tann størstu av sínum slagi í landinum – ljós og innbjóð­ andi. Pláss er fyri 18 – 20 bilum. Eisini er ein nýggj høll gjørd til klár­ger­ing av nýggj­um og brúktum bilum. Fyritøkan umboðar fýra bilmerkir: Opel, Peugeot, Niss­an og Saab. Árni Ras­ mussen er stjóri hjá Auto Service. Eksklusiv bilasøla við Oyggjar­vegin Heðin Mortensen er útbúgvin bilmekanikari. Hann arbeiddi hjá P/F Wenzel Petersen, tá teir fluttu inn í nýggjan bygningin í 1970 Ein av veteranunum innan bilbransjuna, 85 ára gamli Sverri Mortensen á Argjum, arbeiddi í mong ár hjá P/F Vilhelm Nielsen sum m.a. seldu bilmerkini Opel, Vauxhall og Bedford Dreingjakórið undir Brúnni syngur undir leiðslu av Eli Smith Leila av Reyni syngur. Rúni Eysturlíð og Leivur Thomsen høvdu gittarspælið Árni Rasmussen, stjóri, og Eivind av Reyni, sum eigur Auto Service Eivind av Reyni, eigari, saman við Elin Djurhuus og Jonu Jensen, kvinnuligu bilsmiðunum hjá Auto Service Finnbogi Arge, fyrrverandi eigari av fyritøkuni, og Eivind av Reyni bilar